mikudagur 16. mars 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 16. mars 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Mikudagin 16. mars verður
Johannes Mortensen, trú-
boðari, á Argjum 90 ár.
Pápi er sonur Rachel og
Mortan Mortensen á Geil á
Argjum. Rachel var úr
Leynum. Mortan var lang-
abbasonur Mortan Mort-
ansson av Hólalagnum í
Hvalba, sum keypti Argir í
1828 og saman við konu
síni Elspu av Kjalnesi í
Kollafirði bygdi sítt heim í
húsunum, sum høvdu verið
spitalskahospital. Húsini
lógu beint niðanfyri minn-
isvarðan, sum er settur eftir
tey.
Mortan og Rachel fingu
12 børn: Palli, sum var
giftur Bette úr Vestmanna
og búsettist í Vági, har
hann varð nevndur Argja-
palli, Bette, sum giftist
Johan Kjærbo í Sumba,
Niels Holm, sum giftist
Ellu úr Funningi, Martin,
sum giftist Daniellu úr
Hvalba, búsettist í Havn og
vanliga varð nevndur Gass-
martin, Richard, sum giftist
Innu úr Miðvági, Johannes,
Maja sum giftist Valbjørn
Dalsgarð av Velbaðstað,
Ole Jacob sum giftist og
búsettist í Svendborg, Pole
sum druknaði í Augusten-
borg á Als longu í 1944,
Frits sum giftist og búsettist
í Miðjyllandi, Sverri, sum
giftist Tominu av Válinum í
Vestmanna og Dus, sum
giftist og búsettist í Keyp-
mannahavn.
Sum flestu dreingir tá
fór Johannes til skips, men
bert ein túr: Við Reykjanes,
sum silgdi á eitt sker í
Grønlandi og varð vrak.
Síðani fór hann til Íslands,
har hann arbeiddi á bónda-
garði í 2 1/2 ár. Kom heim-
aftur og fór í smiðjulæru
hjá Palla í Vági. Í 1937 fór
hann til Danmarkar fyri at
sleppa út at sigla. Men
vegna tað at hann hevði
verið í samband við smitt-
una í Íslandi slapp hann
ikki avstað. Ringt var at fáa
arbeiði tá, men at enda
eydnaðist at fáa pláss hjá
smiðjumeistara í Højen
norðanfyri Svendborg, og
har varð lívsleið hansara
løgd: Hesin smiðjur var
missónsmaður og í bygdini
var dugnaligur prestur, sum
tók sær av teimum ungu:
Hevði bíbliutímar saman
við teimum heima hjá sær
sjálvum og dugdi sera vær
at fara við teimum.
Pápi ynskti nú at fáa eitt
arbeiði, sum var innan tað
kristna virki, og ráddi
presturin honum til at fara á
diakonskúla í Århus. Hann
kom hagani út í praktikk,
eina tíð á Hald uttan fyri
Viborg, har hann møtti
Elmu, sum hann giftist í
1943. Tá var hann liðugur
sum Diakonur og hevði
fingið arbeiði sum trúboð-
ari innan KFUM og K og
Indre Missón í Tønder í
Suðurjyllandi. Hagani foru
tey til Jelling, har tey vóru,
til tey í 1949 fluttu til
Havnar, har pápi var biðin
um at vera KFUM skrivari.
Hann var við til at byggja
KFUM, sum varð vígt í
1952. Við í arbeiðinum
sum KFUM skrivari var
eisini umsitanin av Kristi-
ligt Ungmannablað.
Á KFUM var pápi til
1960, tá tey fluttu til Fugla-
firðar sum trúboðarapar. Í
71 gekk leiðin til Vest-
manna, og varð pápi pen-
sioneraður sum 70 ára
gamal. Hann hevur tó verið
virkin í missiónsarbeiðin-
um øll ár, er tað enn, um tað
nú sjáldan er á talara-
stólinum - aldurin sigur, at
kreftirnar ikki eru so
nógvar.
Mong minnast pápa frá
arbeiðinum við sunnu-
dagsskúlalegunum
á
Kambsdali, har hann og
mamma høvdu ábyrgdina í
18 ár, til mamma varð 70.
Eisini hevur hann verið
sera virkin við Heima-
missiónsforlagnum, Trú-
boðanum og annars øllum
tí arbeiði, sum liggur í
trúboðaratænastuni.
Mamma og pápi fingu 7
børn: Gertrud, sum er gift
og búsitandi í Snejbjerg í
Miðjyllandi. Ragnhild, gift-
ist til Hollands, Hjørdis
sum bert gjørdist 2 ár,
Karin, sum býr í Norra,
Gudmund, giftur og býr í
Herning, Sólbjørg, gift og
býr á Argjum, Jens Mortan,
giftur og býr í Nesi í
Hvalba. Tey eiga 13 ommu-
og abbabørn og 2 lang-
ommu- og langabbabørn.
Mamma doyði fyri 4
árum síðani, 87 ára gomul.
90 ára dagurin verður
hildin á KFUK leygardagin
19. mars kl. 6 á kvøldi.
Johannes Mortensen 90 ár
Eg seti súkkluna frá mær
og seti meg á rekkverkið á
brúnni, sum nú er illa tært.
Her er so gott og friðaligt,
sum tað var, tá vit búðu her.
Eitt lítið hús, men eitt
trygt heim. Meg minnist so
mangan, eg kom norður. Tá
angaði so sera væl av
pussikremi, og mamma
stóð við borðið undir vind-
eyganum og pussaði lamp-
urnar og lampugløsini, sum
ofta ímaðust.
Ella tá pápi og brøður
mínir vóru komnir aftur av
skipi, og hon fekst við at
kóka klæðir á komfýrinum,
ella, sum eisini ofta kom
fyri, við primus. Og har
stóð baljan við vaskibrett-
inum mitt í køkinum. Men
fyri meg var tað heimið, tí
her vóru foreldur og systk-
in.
Og vetrarkvøldini ikki at
gloyma. So sera hugnaligt,
tá »luksin« hekk undir
bjálkanum og bæði lýsti og
vermdi, og onkur suppan
varð kókað til nátturða. Og
tað, at sjómenninir nú vóru
heima, gjørdi tað upp aftur
hugnaligari.
Og summarið. Sóljur í
hvørji veit. Og fuglaljóðið
og reiðrini. Og øll berini.
Summarkvøldini. Mangan
hvakk eg av mýsusnípu,
sum helst bleiv líka kløkk
av mær hesi summar-
kvøldini fram við vegnum.
Jú minnini eru rík.
Fellur aftur følv í dal,
hvessir kuldavindur,
níva teg tey myrku æl,
bíða bert eitt sindur:
Royna vár og vetur dyst,
sólin sigrar, tað er vist.
Veitst tú so, hvør valdar!
Ása
Hugleiðingar við Melfansá
Maskinmeistarafelagið
hevði aðalfund leygardagin
tann 12. mars. Millum evn-
ini á skránni var nevndar-
og formansval, og varð
Jógvan Nybo her aftur-
valdur
uttan
atkvøðu-
greiðslu.
Fyri vali til nevndina
stóðu Regin Olsen og
Marner Olsen. Regin Olsen
varð afturvaldur og ný-
valdur í nevndina varð
Jørgin Mørkøre. Til til-
takslimir
vórðu
valdir
Marner Olsen og Jóan
Petur Patursson.
Nevndin í Maskinmeist-
arafelagnum er nú soleiðis
skipað: Jógvan Nybo, for-
maður, Páll Hansen, næst-
formaður og hinir nevnd-
arlimirnir eru Regin Olsen,
Petur Egholm og Jørgin
Mørkøre.
-jm
Dagurin
16. mars. Gudmundur, deyður í 1237. Biskupur á
Hólum í Íslandi. Fyri undirgerðir, sum hendu við
grøv hansara, varð hann skírdur halgimenni.
Norrønt navn, ið merkir Guð og verndari.
Jógvan Nybo heldur fram
sum formaður
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara góði
maður, pápi, verpápi, abbi, sonur og beiggi
Tummas Pauli Mortensen
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Bergur D. Joensen, prest, fyri umsorgan
og troystarrík orð.
Takk til kirkjutænarar, sangarar, gravara og berarar.
Takk fyri vitjan, heilsanir, kransar, blómur og gávur.
Takk øll somul, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Anna
www.sosialurin.fo
90 ára føðingardagur
Johannes Mortensen, trúboðari, á Argjum verður 90
ár mikudagin 16. mars. Dagurin verður hildin
leygardagin 19. mars. kl. 18 á KFUK.