Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 52 - 16. mars 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. FNU v/ Erling Simonsen, formanni Felagið varð stovnað á Grækarismessu í 1980, í Roykstovuni Heima á Garði í Kirkjubø. Nógv fólk vóru á fundi. Áðrenn stovnanina vóru fyrireikingarfundir hildnir á tí sum tá nevndist Ídnað- arstovan. Eini 8 - 10 fólk luttóku á fyrireikingarfund- unum, har m.a. lógin var skrivað. Jóan Hendrik Winther Poulsen stóð fyri málsligu vegleiðingini og William Heinesen, sáli, gjørdi væl dámda búmerki. Eldsálin handan fyrireik- ingarnar var Tormóður Dahl, sáli. Umframt fólk við áhuga fyri náttúru- og umhvørvis- vernd luttóku eisini fólk við serstøkum áhuga fyri fugli á stovnandi fundinum. Hesi valdu seinni at stovna eitt serstakt felag fyri fugla- áhugaði, tað virkna Fugla- frøðifelagið. Fyrsta veturin eftir stovn- anina, veturin 1980-81, varð skipað fyri drúgvari fyrilestrarrøð á Fróðskapar- setrinum. Hetta var eitt fyrilestrarkvøld um vikuna í fleiri mánaðir. Heilt frá byrjan av hevur felagið luttikið sum størsta áhugafelag innan sítt økið. Norrønt samstarv gjørd- ist beinanvegin ein týðandi inspiratiónskelda í arbeið- num og fekk felagið sam- starv við norðurlendsku systirfeløgini og hevur framvegis eitt gott samstarv við hesi. Nakrar ferðir hev- ur norðurlendski ársfund- urin verið her heima. Felagið hevur havt um- boð í fleiri almennum nevndum, t.d. umboð í nevndini fyri dagføring av Grindareglugerð, nevndini til at gera umhvørvis- verndarlóggávu, umboð í Ferðaráð Føroya og umboð í dómsnevnd um "best røktu bygd". Eisini hevur felagið í umboð í hoyrings- bólki í samband við at orkupolitikkur verður orð- aður. Av teimum stóru arbeiðs- økjunum hjá felagnum kunnu serliga nevnast: a. Burturkastpolitikkur Føroyski burturkastpoli- tikkurin hevur verið nógv viðgjørdur av felagnum. FNU gjørdi nógv vart við seg tá brennistøðirnar vóru bygdar, m.a. skipaði felagið fyri stórari endur- nýtslustevnu í Norður- landahúsinum í februar 1987. Ráðstevnan var sera væl stuðla av vinnu- lívinum og fekk felagið eisini almennan stuðul til at gera og senda endur- nýtslufaldara í hvørt hús. Endurnýtslustevnan gav gott afturljóð, men tíverri blivu báðar brennistøð- irnar bygdar. Felagið vísti á, at neyðugt var at leggja størri dent á skiljing og endurnýtslu áðrenn burturkastið var flutt til brenningar. So- leiðis varð ansa eftir at virðismikið tilfeingi ikki fór til spillis og soleiðis bar til at avmarka seg til bert at byggja eina brennistøð. Nú átjan ár seinni mæla bæði IRF og Brennistøðin í Tórshavn til somu endurnýtslutil- tøk, sum vóru uppá tal seinast í áttati árinum. Tíverri kunnu vit ídag eisini staðfesta at fleiri av teimum týðandi um- hvørvisreglunum, sum brennistøðirnar skuldu halda, ongantíð blivu hildnar. Framvegis í dag metur felagið at tað verður gjørt alt ov lítið fyri at minka um burturkastnøgdirnar og fyri at fáa mest nyttu burturúr hesum parti av okkara tilfeingi. b.Orkupolitikkur Orkuútbyggingin hevur øll árini verið eitt sera týðandi arbeiðsøki hjá fe- lagnum. FNU hevur ver- ið tað greiðasta mót- spælið til orkupolitikkin hjá SEV. Hetta komst einamest av tí, at ítasta føroyska servitanin innan orku varð virkin innan karmarnar av FNU. Men heldur ikki her vóru góð ráð tikin til eftirtektar. Varð lurta eftir FNU høvdu vit fingið næstan dupult so nógva orku úr Eiðisverkinum og hetta kundi verðið gjørt uttan at Eiðisvatn varð oyði- lagt. Nú verður roynt at taka syðra part av Eysturoy. Eisini her hevur FNU víst á skynsamari loysn, sum gevur meira orku og sum eisini kann loysa vatn- spurningin um fjørðin. Felagið hevur altíð roynt at stuðla og mæla fyri at fáa varandi orkukeldur settar í gongd og vit hava mangan víst á møgu- leikarnar í at menna eina vindmylnu, íð klárar før- oyska vindin við stórari framleiðslu. Hetta kundi givið nógv arbeiði til mekanisku vinnuna og stórar útflutningsmøgu- leikar. Nú vilja vit eisini gera vart við teir stóru møguleikar sum liggja í at tengja vetni (hydro- gen) og vindorku saman. c. Náttúrupolitikkur Friðingarmál hava altíð verið av størsta týdningi hjá felagnum. FNU hevur luttikið og hjálpt væl av fólki í friðingarmálum. Tó kundu vit eisini her ynskt at tað oftari bleiv lurta eftir okkara sjónar- miðum. Serliga Yvir- friðingarnevndin hevur ofta valt at stuðla teimum útbyggingarætlanum, sum vóru frammi, hóast lokalu friðingarnevnd- irnar ofta hava verið samdar við sjónarmiðini hjá FNU. Samansetingin av frið- ingarnevndunum er sera ótíðarhóskand har dansk- ir stovnar bæði hava formannskap og meirluta í nevndini. Yvirfriðing- arnevndin er í stóran mun ein leivd frá eini heilt aðrari tíð. Øll náttúru- friðingarlóggávan er ótíðarhóskandi og FNU sær fram til eina umfat- andi dagføring av hesi lóggávu. Av norðanlond- unum hava vit næst- tættasta íbúgvatal fyri hvønn ferkilometur Landið má tí verja náttúr- una og umhvørvið til frama fyri verandi og komandi ættalið. Stórsta avrikið innan friðingarmál mugu vit nok rokna hendingina tá FNU og ognarmenn í Vágum fingu friðað Fjallavatn. Friðingar eiga at staðfestast fyri øll tey økir sum bera frá í vakurleika og náttúru. Náttúrufriðingar og skynsom tilfeingisnýtsla eru týðandi partar av tilgongdini til eitt sterkt nútíðar samfelag. d.Umhvørvispolitikkur FNU skipaði fyri stóru Orku- og Umhvørvisráð- stevnan í Norðurlanda- húsinum í mei 2002 sum eitt ískoytið til tey umhvørvisstevnumið landsstýrissamgongan arbeiddi við. Hendan ráð- stevna var væl stuðla av føroyska vinnulívinum, landstýrinum og norður- landaráðnum. Ráðstevnan var sera væl- eydna og vísti týðuliga hvussu stutt føroyska samfelagið er komi innan bæði náttúru- og um- hvørvisvernd og hvussu stórur tørvur er á, at menna samfelagið til eitt meira burðardygt fram- tíðarsamfelag. Vit hava framvegis einki um- hvørvismálaráð og ofta er ógreitt hvørjir stovnar hava ábyrgd av hesum økið. Tað hevur verið tosa um at fáa eina sam- skipaða umhvørvis-, náttúru- og lendisfyri- siting, men FNU saknar meira handling so vit kunnu koma ígongd við at byggja tað burðadygga samfelagið. Umhvørvisverndarlógin er skjótt 20 ára gomul og hon er ikki nóg sterk til at seta karmar sum standa mát vit tað virksemið, sum er í landinum, t.d. fór alivinnan fyri bakka tí gott umhvørvið á firð- unum ongantíð varð rokna sum ein fortreyt fyri virkseminum. Samanumtikið so hevur FNU luttikið í nógvum sera týðandi almennum nevnd- um og staðið fyri fleiri týðandi ráðstevnum hesi árini sum farin eru. Felagið hevur eisini arbeitt við nógvum stórmálum har okkara sjónarmið langtífrá altíð eru tikin við í av- gerðina. Men tíðin aftaná og øll samfelagsmenningin hevur altíð víst, at felagið hevur verið á rættari leið. Vit fegnast samstundis yvir tey nógvu málini har fe- lagið hevur megna at ávirka gongdina rætta vegin. FNU hevur gott mót uppá framtíðina! Okkara ung- dómur er væl lærdur. Hann veit at tilfeingið í heimin- um er avmarka og at tað er neyðugt at verða skyn- samur. Vit eru eitt felag fyri tey sum vilja verja náttúruna og umhvørvið og tað er framvegis nógv at verja í Føroyum. Í dag leitar heim- urin eftir teimum økjum sum kunnu roknast sum verðinsarvur í vakurleika og náttúrudygd og her eiga eisini Føroyar at kunnu vísa á nógv sum er sermerkt í okkara náttúru. Føroya Náttúruverndarfelag – FNU – 25 ár FNU hevur fleiri vónir fyri hvat dentur skal leggjast á í dag: 1. Kyoto sáttmálin eigur at verða settur í gildi fyri Føroyar. Vit eiga at luttaka samhaldsfast við rest- ini av europeisku samfeløgunum. 2. Árinsmetingar eiga at fremjast frammanundan øllum stórum útbyggingum, sosum havnagerð, vegagerð, orkuverk og størri verksmiðjur. 3. Friðingarlóggávan eigur at verða dagførd. Veruleikin ídag samsvarar als ikki við innihaldið í friðingarlóggávuni og FNU bjóðar seg fram til at luttaka í arbeiðnum við at dagføra hesa sera týðandi lóg. 4. Varandi orkukeldur eiga at troytast við náttúru- umhugsni. Nógv má gerast fyri at fáa gongd á orkuframleiðslu frá nýggjum umhvørvis- vinarligum orkukeldum. Arbeiðast má við at fáa vetnisveiting til SEV-motorar, skip og akfør. 5. Fyrisiting av náttúru- og umhvørvismálum eigur at skipast eftir norðurlendskum leisti og Føroya Landsstýrið má raðfestast náttúru- og um- hvørvislóggávuna munandi hægri. 6. Landsplanlegging eigur at verða sett íverk. Ein landsætlan, har øll sjónarmið eru við í niður- støðunum, er ein týðandi partur av eini demo- kratiskari menning. 7. Burðadygg menning eigur at verða skipað innan øll økir í samfelagnum. Landsstýrið, vinnulívið og kommunala økið hava tørv á samskipaðum framtíðarætlanum har dentur verður lagdur á náttúruna, umhvørvið og tilfeingisnýtsluna, soleiðis at Føroyar kunnu mennast burðardygt. Erling Simonsen