mikudagur 16. mars 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 16. mars 2005
29
Fíggjarmálaráðið
Fíggjarmálaráðið
søkir eftir fulltrúa
Starvið
Sum fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum kemur tú at
arbeiða við sera fjøllbroyttum úrvali av ráðgevandi,
fyrisitingarligum og analytiskum uppgávum á
teimum økjum, ið ráðið umsitur. Dømir:
• Tú ráðgevir landsstýrismanninum um fíggjar-,
skatta- og avgjaldsmál og viðgerð innkomin mál
• Tú fyrireikar uppskot til nýggjar lógir og
lógarbroytingar
• Tú loysir tvørgangandi og samskipandi uppgávur
• Tú ger analysur, langtíðarætlanir og tryggjar, at
hesar verða framdar
• Tú ráðgevir og leiðbeinir aðalráðum og stovnum
Førleiki
Vit rokna við, at tú hevur samfelagsvísundaliga
útbúgving av hægri lærustovni, so sum cand.polit.,
cand.jur., cand.merc. ella líknandi. Vit rokna eisini
við, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at
samstarva í arbeiðsbólkum.
Vit bjóða
• Sjálvstøðugt starv, sum tú í stóran mun skapar
sjálv/ur
• Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, har tú arbeiðir
nógv saman við teimum politisku myndugleikun-
um
• Góðar møguleikar fyri skeiðum og eftirútbúgving
• Eitt starv, sum til tíðir kann vera krevjandi, men
sum samstundis er sera áhugavert við nógvum
samskifti úteftir
• Flex-tíð
Arbeitt verður á høgum fakligum stigi,og tí eru sera
góðir møguleikar fyri persónligari og fakligari
menning.
Setanartreytir
Setunartreytir og løn eru eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanin
fatar um alt Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí,
umframt Løgmansskrivstovuna og hini aðalráðini.
Umsókn
Umsókn saman við CV og møguligum viðmælum
skal sendast til:
Fíggjarmálaráðið
Postboks 2039
FO-165 Argir
Frestin at søkja er mikudagin 30. mars 2005 kl.
12.00. Starvið verður sett skjótast tilber.
Vilt tú vita meira um starvið,kanst tú ringja til Petur
Alberg Lamhauge, fíggjarmála-stjóra, á tlf. 35 20 20.
Lýsingin finst eisini á heimasíðuni hjá Fíggjarmála-
ráðnum: www.fmr.fo Telduposturin er fmr@fmr.fo