hósdagur 17. mars 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 53 - 17. mars 2005
UTTAN ÚR HEIMI
ES hóttir samstarv
Í síðstu viku segði formaðurin í norska Høgraflokkin-
um, Erna Solberg, at tað kann koma upp á tal hjá
Noregi at søkja um limaskap í ES í 2007.
Tey orðini fullu ikki í góða jørð í Kristiliga Fólka-
flokkinum, sum í løtuni situr í stjórn saman við Høgra,
og sum er ímóti norskum ES-limaskapi. Formaðurin í
tingbólkinum hjá Kristiliga Fólkaflokkinum, Einar
Steensnæs, sigur við Aftenposten, at stendur Erna
Solberg við tað, sum hon hevur sagt, so er einki grund-
arlag fyri, at verandi stjórnarsamgonga kann halda
fram aftan á næsta stórtingsval, sum verður í heyst.
Einar Steensnæs sigur, at sjálvandi stendur tað øllum
flokkum frítt at tosa um ES-limaskap, men tá ein av
flokkunum kunnger, nær Noreg skal søkja um lima-
skap, er støðan ein onnur.
– Kristiligi Fólkaflokkurin fer ikki at skipa eina stjórn
í heyst, um grundarlagið verður tikið undan henni um
tvey ár, sigur Einar Steenanæs við Aftenposten.
Ósemja um oyggjar
Japan krevur nú at fáa yvirvaldsrættin á nøkrum smá-
um oyggjum í Japanska Havinum, men Suðurkorea
sigur kortanei.
Ósemjan snýr seg um tær smáu Dokdo-oyggjarnar
ella Takeshima-oyggjarnar, sum japanar nevna tær.
Oyggjarnar hava verið undir suðurkoreanskum ræði í
mong ár, og sjálvt um tær eru óbygdar, hevur suður-
koreanska stjórnin gjørt av at hava eitt løgreglulið á
oyggjunum. Men tann 22. februar kunngjørdu japanar,
at nú vilja teir hava ræðið á oyggjunum.
Kravið hevur elvt til mótmæli í Suðurkorea. Stjórnin
í Seoul sigur, at Suðurkorea hevur søguligan og landa-
frøðiligan rætt til oyggjarnar, og at tær eisini sambært
altjóða lóg eru partur av Suðurkorea. Fyri at vísa jap-
anum, at oyggjarnar eru suðurkoreanskar, ætla mynd-
ugleikarnir at lata suðurkoreonsk ferðafólk sleppa at
vitja oyggjarnar, skrivar AP.
Dundurtala
Týski forsetin, Horst Køhler, krevur nú, at landsins
politisku flokkar gera okkurt munagott fyri at basa tí
stóra arbeiðsloysinum.
Í einari sjáldsama hvassorðaðari røðu fyri landsins
fremstu politikarum og vinnulívsleiðarum segði for-
setin, at politikararnir kunnu ikki bara hugsa um verndi
vakskeið og næsta val, tí Týskland hevur brúk fyri var-
andi loysnum. Hann segði, at fyribilsloysnir eru ikki
nóg mikið, og hann ávaraði eisini tey, sum velja at sita
afturá og bíða, til val hevur verið.
– 5,2 milliónir týskarar eru arbeiðsleysir, so tit mugu
skilja, at hetta er ikki nøkur veitslurøða, segði Horst
Køhler í røðuni fyri politikararunum og vinnulívsleið-
arunum. Tann 62 ára gamli forsetin er fyrrverandi stjóri
í altjóða gjaldoyragrunninum IMF.
Bankamaður fekk sekkin
Nevndarformaðurin í einum av teimum størstu
bankunum í Kina hevur fingið sekkin, tí myndugleik-
arnir hava illgruna um, at hann hevur verið uppi í
korrupsjón.
Zhang Enzhao gjørdist nevndarformaður í China
Constructing Bank ftyri trimum árum síðani, eftir at
undanmaður hansara var funnin sekur í sviki. Nú vilja
myndugleikarnir vera við, at Zhang eisini hevur
svikað.
Eygleiðarar í Beijing siga, at gølan kemur myndug-
leikunum illa við. Kinesiska stjórnin hevur sett nógvar
pengar í landsins bankar fyri at fáa útlendskar íleggjar-
ar at vísa teimum áhuga, og ætlanin var, at China Con-
structing Bank skuldi skrásetast á virðisbræva-
marknaðinum seinni í ár. Ætlanin hjá stjórnini var at
fáa einar 25 milliardir krónur burtur úr skrásetingini,
men nú er ivasamt, hvussu verður við tí, skrivar AP.
Fyrrverandi einaræð-
isharrin í Kili, Aug-
usto Piniochet, hevði
125 loyniligar banka-
kontur í USA
PENGAR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Nýggjar kanningar hava av-
dúkað, at fyrrverandi kilski
einaræðisharrin Augusto
Pinochet hevði uppaftur
tættari
samband
við
amerikanska bankaheimin
enn higartil hildið.
Fyri einum ári síðani
kom fram, at Pinochet
hevði havt nakrar kontur í
amerikanska
bankanum
Riggs Bank, men nú vísir
tað seg, at hann hevði eisini
kontur í Bank of America,
Espirito Santo Bank í Flor-
ida, amerikonskum deild-
um hjá Banco de Chile og
øðrum bankum í USA.
Talan var bæði um pengar,
partabrøv og virðisbrøv.
Ein amerikonsk senats-
nevnd, sum hevur kannað
viðurskiftini, sigur í sínari
frágreiðing, at summir am-
erikanskir bankar hjálptu
gamla einaræðisharanum at
fjala pengar, meðan aðrir
skákaðu sær undan am-
erikanska lógarverkinum á
økinum.
Riggs Bank viðgekk í
fjør, at Pinochet var við-
skiftafólk hjá bankanum í
átta ár, men nú er komið
fram, at hann var viðskifta-
fólk hjá bankanum í 25 ár.
Bankin hevur fyrr upplýst,
at Pinochet hevði níggju
kontur í bankanum, men nú
vísir tað seg, at tað rætta
talið var 28.
Skotski tjóðskapar-
flokkurin hevur fing-
ið tann heimskenda
filmsleikaran at
hjálpa sær í valstríðn-
um
VALSTRÍÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er alment kent, at Sean
Connery hevur verið limur
í skotska tjóðskaparflokk-
inum í fleiri ár, og at hann
javnan hevur stuðla flokk-
inum fíggjarliga.
Men nú hevur hann eisini
játtað at stuðla flokkinum í
tí komandi valstríðnum.
Flokkurin hevur fingið
gamla 007 at lesa ein tele-
fonboðskap inn á band, og
roknað verður við, at minst
250.000 skotskir veljarar
fara at lurta eftir teirri ser-
merktu røddini hjá Sean
Connery og boðskapi hans-
ara um, at Skotland eigur at
taka loysing frá Onglandi.
Formaðurin í tjóðskapar-
flokkinum, Alex Salmond,
sigur við skotskar fjølmiðl-
ar, at flokkurin er sera fegin
um samstarvið við tann
heimskenda skotan.
Umboð fyri nógv
lond og fleiri felags-
skapir vóru hjástødd,
tá tað nýggja Holo-
caust-savnið í Jerusa-
lem lat upp
MINNISVARÐI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Holocaust-savnið ella Yad
Vashem, sum tað eitur á
hebraiskum, er ætlað at
minna heimin á milliónir-
nar av jødum, sigoynarum,
samkyndum og øðrum,
sum týska nazistýrið týndi
undir seinna heimsbardaga.
Men tá savnið lat upp fyrra-
dagin, varð gjørt greitt, at
savnið er ikki bara ein
minnisvarði yvir tey deyðu.
– Tann týdningarmesta
uppgávan hjá savninum er
at ávara um, at slíkt skal
ikki endurtaka seg. Hetta
er ein minnisvarði fyri
framtíðina, segði Kofi Ann-
an, ST-aðalskrivari, undir
hátíðarhaldinum.
Fleiri leiðandi politikarar
vístu á, at hugsjónin aftan
fyri Holocaust-savnið er, at
upplýsing og skil skulu
forða fyri, at tað, sum hendi
undir seinna heimsbardaga,
kann endurtaka seg.
Hevði 125 loyniligar kontur
Sean Connery upp í politikk
Minnisvarði til framtíðina
Ísraelski forsetin, Moshe Katzav, og franski forsætisráðharrin, Jean-Pierre Raffarin, hyggja at
gomlum myndum úr týsningarleguni Auschwitz