Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 53 - 17. mars 2005 Brian McFadden eigur tann best umtókta sangin á 15 teimum bestu hesa vikuna. Írski sangarin vitjar í august mánaði í Føroyum TÓNLEIKUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Brian McFadden er eitt heitt navn í nógvum euro- peiskum londum í løtuni. Fyrrverandi sangarin í Westlife hevur havt rætti- ligan vind í seglunum, síð- ani hann kom við sínari fyrstu solofløgu. Í hesum døgum eigur Brian McFadden tann best umtókta sangin á 15 teim- um bestu, sum er hitlistin hjá Útvarpinum. Tað eru serliga ungfólk, sum at- kvøða á hesum lista, og hesa vikuna er McFadden á toppinum við sanginum Almost Here. Hetta er ein sangur, sum McFadden hevur skrivað, og sum hann syngur saman við unnustu sínari, Delta Goodrem. Tann vakri og inniligi sangurin er væl um- tókur í fleiri europeisk-um londum og liggur í løtuni ovarlaga bæði í Bretlandi, Írlandi og Danmark. McFadden vitjar í Føroyum Í summar verður møguleiki at hoyra Brian McFadden syngja live á føroyskum palli. Tað verður á Summar Festivalinum í Klaksvík, sum verður hildin fyrst í august mánaði. Brian McFadden kemur til Føroya saman við bólk- inum hjá sær, og hann verð- ur eitt av høvuðsnøvnunum á tónleikafestivalinum í Klaksvík. Forsølan til festivalin er byrjað, og hóast tað eru fleiri mánaðir til tiltakið verður, eru longu fleiri hundrað vikuskiftispass seld í forsølu. Prísurin er serliga góður fyrstu tíðina, men talið á passum, sum verða seld við stórum av- sláttri, er avmarkað, og eftir 1. juni hækkar prísurin. Forsølan er á Shell-støðun- um kring landið. McFadden toppar í Føroyum Hjálpti at gera viðmerkingar Suðuroyarsiglingin: Í farnu viku var freistin úti at koma við við- merkingum til nýggju ferðaætlanina hjá Strandferðsluni. Millum tey sum komu við viðmerkingum vóru fólk úr Suður-oy, sum so inniliga ynsktu at Strandferðslan broytti fráfaringartíðirnar úr Havnini eitt sindur. Hetta var serliga gald- andi fyri morguntúrin suður týsdagar. Tey ynsktu, at Strandferðsl- an legði fleiri túrar kl. 12:30. Hetta gav nú eisini úrslit hjá suðuroy- ingum. Tá tann nýggja ferða- ætlanin kemur í gildi um mánaðar-skiftið fer Smyril at sigla tríggjar ferðir um vikuna kl. 12:30 og nú bert tvær ferðir kl. 10:15. Við øðrum orðum hevur Strandferðslan flutt túrin týsdag tveir tímar fram, til middagsleitið, tí hetta tóktist vera eitt stórt ynski frá suðuroy- ingum. Av Strandferðsluni verður tó upplýst, at túr- arnir av Havnini leyg- armorgun og sunnu- morgun fara at verða somu tíð sum higartil, nevniliga kl. 10:15. sb. Stuðla høllini við treytum Oyrarbakki: Felags- kommunan í Sundalag- num er í høvuðsheitum við í ætlanini um eina fótboltshøll í Skálafirði. Men kommunan setur tó eina treyt við hesum, og tað er at allar komm- unurnar í ætlanini verða við tá til stykkis kemur. Bygdaráðið hevði fund mánakvøldið, tá henda fótbóltshøllin var eitt av málunum á skránni. Talan er her um at kommunur í Eystur- oynni, saman við Klaks- víkar kommunu byggja eina innandura fótbólts- høll í Skálafirði. Soleið- is sum støðan er í løt- uni, skal Sunda komm- una gjalda 1,8 mió. kr., - um ætlanin altso verður til veruleika einaferð í framtíðini. Bygdaráðið samtykti nevniliga, at teir eru við í ætlanini um allar kommunurnar, sum eru nevndar í uppritinum eru við. Tí ger komm- unan ikki nakrar fíggjarligar bindingar í framtíðini. sb. Vestmanna kirkju verður í hesum døg- um bæði útbygd og umvæld. Ætlanin var at arbeiðið skuldi verða liðugt á páskum í ár, men so verður ikki KIRKJUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vestmanna: Tað tekur ofta longri tíð enn væntað, tá ein fer í holt við at umvæla gomul ting. Hetta hevur kirkjuráðið í Vestmanna fingið at sanna, nú kirkjan í bygdini bæði er umvæld og útbygd. Arbeið- ið skuldi vera liðugt um eina viku, men enn restar nakað í, til kirkjufólkið aftur sleppur í ta broyttu kirkjuna. - Vit høvdu ætlað at havt fyrstu gudstænastuna aftur á páskum. Men ymisk eyka arbeiðir hava longt arbeiðs- tíðina nakað, sigur Bjarni Heinesen, formaður í kirkjuráðnum við Sosialin. Miðað verður nú eftir, at hetta ístaðin verður á hvítu- sunnu. Kirkjuráðið tók í fjør av- gerð um, at byggja kirkjuna út, samstundis sum tann gamli parturin av kirkjuni skuldu fáa eina neyðuga umvæling. Sum skilst á formannin- um var hetta eisini í tøkum tíma, tí undir arbeiðinum eru menn komnir fram til, at rot var farið at gera rætti- liga nógv um seg í kirkju- torninum. Annars eru nógv arbeiði gjørd bæði innan og uttan í hesi kirkjuni, sum stavar heilt aftur frá 1895. Í tøkum tíma Arbeiðið við Vestmanna kirkju hevur sum nevnt verið í tveimum: Teir hava framt neyðugar umvæling- ar, eins og kirkjan er longd við størri forkirkju og nýggjum torni. Tá avgerðin upprunaliga varð tikin var ikki ætlanin, at nakað skuldi gerast við gólvið inni í kirkjuni. Men semja fekst tó skjótt um, at her var neyðugt við ábót, tí bjálvingin ikki var nóg góð. Og tá teir so av álvara fóru undir at fyrireika hetta arbeiðið komu teir fram á, at bjálkarnir út móti veg- num máttu somuleiðis skiftast út. Í sama viðfangi varð avgerð tikin um at leggja flisar á og hita í gólvið. Ein onnur rættiliga stór broyting inni í kirkjuni er, at hválvið er tikið burtur. Hetta hválvið sum ímynd- aði ein stjørnufyltan himm- al er nú avloyst av einum opnum tróðri. - Men fyri at halda fast við ímyndina av stjørnu- himmalinum hava vit ístað- in sett upp smáar lampur, sum mynda stjørnurnar, sigur Bjarni. Nýggja altartalvu Av lutunum í kirkjuni kann nevnast, at í torninum fara nú at hanga tvær klokkur: Tann verandi klokkan frá 1976 umframt hana frá 1794, sum er úr gomlu kirkjuni. - Okkara ætlan er, at tær báðar skulu kunnu ringja, sigur formaðurin í kirkju- ráðnum. Hinvegin so tók tað eitt sindur longri enn væntað, við at fáa altartalvuna til vega. Tá fyrireikingarnar til arbeiðið byrjaðu, fingu tey lovað altartalvuna, sum fólk í Meinigheitshúsinum í Havn hava kunnað glett seg um í mong ár. Men seinni varð lyftið tikið aftur til hesa vøkru og stórslignu myndina, sum Svend Havstein Mikkelsen málaði á sinni, tí hon skal upp at hanga í nýggju kirkj- uni, sum nú verður fyrireik- að í Hoyvík. Tann gamla altartalvan í Vestmanna var rættiliga illa farin og kundi ikki setast uppaftur, og tí var neyðugt at heita á listakvinnuna Astrid Andreassen at gera eina nýggja altartalvu. Hetta arbeiðið er í løtuni í gerð. Sleppa ikki í kirkjuna á páskum Brian McFadden eigur best umtókta sangin á 15 teimum bestu í løtuni. Í summar kann hann hoyrast live á Summar Festivalinum í Klaksvík Vestmanna kirkja verður ikki at kenna aftur, tá hon um stutta tíð verður tikin í nýtslu aftur – nakað seinni enn ætlað Mynd: Jens Kr. Vang