hósdagur 17. mars 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 17. mars 2005
5
Jarvin F. Hansen
váttar, at limir hava
tikið seg úr nevndini í
Føroya Pedagogfelag,
men annars hevur
hann ongar viðmerk-
ingar til ítøkiliga
málið. – Eg fari fyrst
at kunna limir felags-
ins um støðuna, áðr-
enn eg vil siga nakað
alment um viður-
skiftini, sigur hann
STRÍÐ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eftir at hava verið sjúkra-
meldaður í einar tveir mán-
aðir, er formaðurin í Føroya
Pedagogfelag, Jarvin F.
Hansen, komin aftur til ar-
beiðis.
Aðalfundur
felagsins
hevur verið útsettur vegna
sjúku, men sambært for-
manninum verður fundurin
lýstur at verða, 30. apríl í
Læraskúlahøllini.
Tað var á væl møtta aðal-
fundinum í fjør, at Jarvin
varð valdur til nýggjan for-
mann í felagnum í kapping
við Ann-Elisabeth. Eini
450 fólk vóru á fundi, og er
hetta rættiliga góð uppmøt-
ing á aðalfundi felagsins.
Vanliga eru eini 200-300
fólk á aðalfundi í pedagog-
felagnum, men tá ið kapp-
ing er millum valevni, er
áhugin vanliga nógv størri.
Tekur tað róligt
Jarvin F. Hansen váttar, at
mannfall seinastu vikurnar
hevur verið í nevndini í
Føroya Pedagogfelag, men
hann vil einki siga um or-
søkina, og hann vil heldur
einki siga um, hvørjir fyrr-
verandi
nevndarlimirnir
eru.
– Nú er hetta málið so
nýtt, og tí fari eg at kunna
limir felagsins um støðuna,
áðrenn eg fari at kunna
almenningin um viðurskift-
ini í felagnum, sigur for-
maðurin.
Jarvin sigur, at nevndin í
felagnum
eftir
hansara
tykki hevur samstarvað
rímiliga væl – og hevur
drigið somu línu í fleiri
málum.
– Men eg noyðist at
ásanna, at nú hava fólk tik-
ið seg úr nevndini, sum ikki
verður fullmannað aftur
fyrr enn á aðalfundi felags-
ins.
Hann vísir á, at felagið
hevur ein tiltakslim.
– Eg eri júst komin aftur
til arbeiðis, og eg ætli mær
at taka tað róligt, til aðal-
fundurin
verður,
sigur
hann.
Ikki frá sum er
Jarvin F. Hansen sigur, at
hann er valdur til formann í
Føroya Pedagogfelag fyri
tvey ár, og tískil stendur
hann ikki fyri vali á kom-
andi aðalfundi.
Spurdur, um tað kann
hugsast, at hann tekur av-
leiðingarnar av støðuni og
fer at leggja frá sær, sigur
hann:
– Sum er, leggi eg ikki
frá mær, men annars havi
eg ongar viðmerkingar til
framtíð mína sum formaður
í felagnum, sigur hann.
Sambært
skipanini,
standa tveir nevndarlimir
fyri vali á komandi aðal-
fundi.
Jarvin sigur, at felagið nú
fer undir at fyrireika aðal-
fundin,
sum
verður
í
Læraraskúlahøllini
um
hálvan annan mánaða.
– Eg kundi hugsað mær,
at aðalfundurin eisini var
meira fakligur, t.d. við eini
ráðstevnu, men stundir
verða helst ikki at fyrireika
hetta til aðalfundin kom-
andi, sigur formaðurin,
Jarvin F. Hansen.
Føroya Pedagogfelag er
eitt lutfalsliga stórt felag
við fleiri enn 1500 limum,
harav nógv tann størsti
parturin er kvinnur.
– Vit eru ónøgd við
arbeiðsgongdina í
felagnum og í
nevndini sum heild.
Eg eri vald í nevndina
av limunum, men
kann ikki taka ábyrgd
av nøkrum, sum eg
ikki kann standa inni
fyri, sigur fyrrverandi
næstformaðurin í
felagnum, Ann-
Elisabeth Joensen
STRÍÐ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er rumbul í Føroya
Pedagogfelag.
Tríggir av fimm nevndar-
limum í felagnum hava
seinastu vikurnar tikið seg
úr nevndini, og millum
teirra er næstformaðurin,
Ann-Elisabeth Joensen.
Bjørghild í Geil, sum
hevur verið kassameistari í
felagnum í mong ár, hevur
takkað fyri seg, og tað hev-
ur Gitte av Kák eisini gjørt.
Sum skilst, tók Gitte seg
úr nevndini longu fyrst í
hesum árinum, fyri 2-3 vik-
um síðan fór Ann-Elisa-
beth, og í hesi vikuni fór so
eisini Bjørghild.
Eftir situr formaðurin,
Jarvin F. Hansen, sum varð
valdur til formann á sein-
asta aðalfundi og tann eini
nevndarlimurin, sum eftir
er av fimm.
Tiltakslimur í nevndini í
Føroya Pedagogfelag er
Marita Eidesgaard í Oynd-
arfirði, men sum Sosialurin
hevur fingið upplýst, er
ivasamt, um hon tekur sæti
í nevndini.
Ónøgd við arbeiði
Tað hevur ikki eydnast
Sosialinum at fáa uppspurt,
hvat ítøkiliga ónøgdin mill-
um nevndarlimirnar í peda-
gogfelagnum snýr seg um,
men fyrrverandi næstfor-
maðurin,
Ann-Elisabeth
Joensen, sigur, at málið
snýr seg um ónøgd við
arbeiðsgongdina – bæði í
felagnum sum heild ar-
beiðsháttin hjá nevndini.
– Eg vil ikki fara út í
smálutir um, hvat ónøgdin
snýr seg um, og eg ynski
ikki alment at seta niður á
navngivnar persónar.
Formaðurin í Føroya
Pedagogfelag, Jarvin F.
Hansen, hevur verið sjúkra-
meldaður í einar tveir mán-
aðir, men er nú komin aftur
til arbeiðis. Meðan valdi
formaðurin hevur verið
burtur, hevur Ann-Elisa-
beth verið virkandi formað-
ur í umleið hálvan annan
mánaða.
Spurd, hvussu tað ber til,
at nevndarlimir hava sagt
sessin frá sær í hesum tíðar-
skeiði, meðan formaðurin
hevur verið so lítið til ar-
beiðis, sigur hon:
– Ónøgdin við arbeiðs-
gongdina er ikki eitt mál,
sum hevur tikið seg upp
beint nú, men hevur verið
»leypandi« yvir eina longri
tíð. Eg haldi, at formaðurin,
Jarvin F. Hansen, hevur
havt stundir at fótað sær í
felagnum, eftir at hann varð
valdur til formann á sein-
asta aðalfundi.
Drastisk avgerð
Í stuttum vísir Ann-Elisa-
beth á, at hon er vald í
nevndina í Føroya Peda-
gogfelag av limum felags-
ins, og nú ónøgdin við ar-
beiðsgongdina í felagnum
er vorðin so stór, kann hon
ikki longur taka ábyrgd av
nøkrum, hon ikki sjálv
kann standa inni fyri, sum
hon tekur til.
– Eg og Bjørghild, sum
hevur drúgvar royndir í
fakfelagsarbeiði, hava ar-
beitt væl saman, og vit hava
staðið ógvuliga væl saman.
Vit eru samdar um tað ar-
beiði, sum vit halda skal
gerast í felagnum, men eru
ikki í nóg stóran mun
hoyrdar.
Sum Sosialurin skilir, er
tað ónøgdin við arbeiðs-
gongdina í felagnum, sum
hevur fingið allar tríggjar at
taka seg úr nevndini.
Ann-Elisabeth Joensen
sigur, at tað skal nógv til,
áðrenn nevndarlimir taka
seg úr tí arbeiði, tey á aðal-
fundi eru vald at gera.
– Hetta er ein drastisk
avgerð, sum ikki verður
tikin til stuttleikar, men eg
føli veruliga, at vit koma
ikki víðari, soleiðis sum
støðan í felagnum er, sigur
hon.
Stríð í Føroya Pedagogfelag:
Tríggir nevndarlimir tikið seg úr nevndini
Formaðurin í Føroya Pedagogfelag:
– Eg leggi ikki frá mær sum er
Líkt var til, at samstarvið millum formannin og næstformannin í Føroya Pedagogfelag, Jarvin F. Hansen og Ann-Elisabeth Joensen,
fór at ganga væl, eftir at arbeiðsdagurin hjá nýggja formanninum var byrjaður. Men nú er vátt komið í reiðrið, og tríggir av fimm
nevndarlimum hava tikið seg úr nevndini
– Eg taki tað róligt fram til
aðalfundin sum verður um
hálvan annan mánaða.
Sum er, leggi eg ikki frá
mær, men annars havi eg
ongar viðmerkingar til
framtíð mína sum
formaður í felagnum, sigur
Jarvin F. Hansen, sum
varð valdur til formann í
Føroya Pedagogfelag á
seinasta aðalfundi