Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 53 - 17. mars 2005 – Taka suðuroyingar av tilboðnum frá Landsstýrinum, verður beinanvegin farið undir at byggja skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági. Bara á røktarheimin- um verða eini 100 almenn arbeiðspláss SUÐUROYAPAKKI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Almenn arbeiðspláss til eini 100 fólk! Tað er tilboðið, sum landsstýrið hevði við sær í skjáttuni til Suðuroyar týs- dagin. Løgmaður og landsstýr- ismaðurin í skúlamálum og landsstýrismaðurin í al- mannamálum vóru týsdag- in í Suðuroy og høvdu fund við øll bý- og bygdaráðini í oynni um framtíðina. Ætlanin hevur verið at byggja miðnámsskúla í Vági nú og at byggja heilsuskúla á Tvøroyri seinni. Men tað sum lands- stýrið nú roynir at sannføra suðuroyingar um, er, at tað er klókari at byggja ein skúladepil í Hovi við bæði miðnámsskúla og heilsu- skúla. Afturfyri er lands- stýrið sinnað at byggja eitt røktarheim á stykkinum, sum er grivið út fyri stu- dentaskúlanum í Vági. Og týsdagin vóru Hans Pauli Strøm, landsstýris- maður í almannamálum, Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismaður í skúlamálum og Jóannes Eidesgaard, løg- maður í Suðuroy og greiddu frá tilboðnum. Landsstýrið hevur ongan- tíð dult fyri, at talan er um eitt samlað tilboð til suður- oyingar, ein suðuroyar- pakka, sum hevur tvey endamál: Í fyrru atløgu er endamálið at nøkta tørvin á skúlum og tørvin á røktar- heimsplássum. Men endamálið er eisini at skapa nøkur almenn ar- beiðspláss í Suðuroy, sum allir serfrøðingar hava stað- fest at tað er stórur tørvur á – helst størv til konufólk. 100 almenn arbeiðspláss Landstýrið greiddi suður- oyingum frá, at tørvur er á 49 stovnsplássum til eldri og sjúk í Suðuroy. Higartil hevur talan verið um at byggja eitt røktar- heim í Vági til 35 fólk, men á fundinum týsdagin fingu suðuroyingar at vita, at landsstýrið er sinnað at byggja ein samansettan stovn við røktarheimi, um- framt við plássum til minn- isveik og til sinnisveik við tilsamans 49 plássum. Á einum slíkum stovni verða 65 heil størv. Men av tí, at hetta er ein vinnu- grein, har tað er heilt van- ligt at arbeiða hálva tíð og 3/4 tíð, verður mett, at talan sostatt verðum um eini 100 arbeiðspláss. Tilsamans fer ein slíkur stovnur at betala starvsfólki einar 20 milliónir krónur í lønum um árið. Men harafturat kemur so alt tað avleidda virksemi í ein slíkur stovnur kastar av sær, tí hann hevur stóran tørv á vørum og tænastum av øllum handa slagi, sum eisini verða keyptar úr nærumhvørvinum. Tann stóri spurningurin hevur verið, hvussu komm- unurnar skulu megna at fíggja sín part av eini slík- ari byggining. Kommunurnar skulu betala helvtina av byggi- kostnaðinum og landið betalir hina helvtina.Hinvegin betalir landið allan raksturin. Landsstýrið er ikki sinnað at víkja frá regluni um, at kommunurnar skulu betala hlevtina. Men Landsstýrið er sinnað at finna eitt fíggingarmynstur so at allar kommunurnar kunnu vera við. Eitt nú kann talan vera um avdráttarskáa og longda avdráttartíð. Við sær til Suðuroyar hevði landsstýrið eisini eitt modell av, hvussu eitt røktarheim kann koma at síggja út á stykkinum, sum er grivið út í Vági til miðnámsskúlan. Annars hevur verið ført fram, at skúlin í Vági hevur so serligt byggisnið, at ongin annar bygningur kann setast á stykkið. Men nú hava arkitektarnir, sum teknaðu skúlan gjørt eitt modell, sum vísur, hvussu eitt røktarheim kann setast á sama stykki. SUÐUROYARPAKKI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Taka suðuroyingar av tilboðnum frá landsstýrin- um um at byggja Røktar- heim í Vági, verður farið til verka beinanvegin. Tað staðfestir Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanamálum. Hann sigur, at á fundin- um við suðuroyingar týs- dagin, fekk landsstýrið lýst málið fyri kommununum í Suðuroy. Eftir fundin skulu komm- unurnar so viðgera støðuna og koma til eina niður- støðu. Men av tí, at tað eru kommunurnar, sum skulu taka stig til at byggja røkt- arheim og sum skulu betala helvtina, verður neyðugt, at kommunurnar koma til eina felags niðurstøðu. Hans Pauli Strøm sigur eisini, at kommunurnar mugu bera hampiliga skjótt at so at landsstýrið kann taka støðu nakað skjótt, so at greiða fæst á um tað verður egg ella ungi. Í løtuni liggur bólturin sostatt hjá kommununum í Suðuroynni. Hans Pauli Strøm sigur, at summar kommunur boð- aðu beinanvegin frá, at tær tóku undir við ætlanini. Onkur kommuna var eitt sindur ivingarsom og onkur kommuna beinleiðis vísti málið frá sær. Landsstýrismaðurin vil ikki siga, hvørja støðu tær einstøku kommunurnar høvdu. Men tað, vit hava fingið upplýst frá fundar- fólki, er, at fýra av teimum smærru kommunurnar í oynni boðaðu greitt frá, at tær taka undir við ætlanini. Tann fimta lítla kommun- an, Fámjin, hevur ikki tikið støðu. Tvøroyrar Kommuna er meiri ivingarsom, men vágbingar vísa tilboðnum frá sær, tí teir halda fram- vegis fast við, at miðnáms- skúlin skal byggjast í Vági, soleiðis sum ætlað. Fíggingin er ikki trupulleikin Ein høvuðstrupulleiki er, hvussu eitt slíkt røktarheim skal fíggjast, tí summar kommunur í Suðuroy er rættiliga illa fyri. Men Hans Pauli Strøm sigur, at á fundinum týs- dagin fekk Landsstýrið greitt kommununum frá, at fíggingin skal ikki verða nakar trupulleiki. – Kommunurnar skulu betala 50% av byggingini og vit hava boðað komm- ununum frá, at landsstýrið er sinnað at finna ein fígg- ingarleist so at allar komm- unurnar kunnu vera við. Talan kann vera um at toyggja avdráttartíðina og at geva kommununum ein avdráttarskáa. – Fíggingin verður ikki ein trupulleiki. Trupulleikin hjá kommununum er heldur av prinsipiellum slagi og hann er um ætlanin, sum er skorin út í kortið við mið- námsskúla í Vági og heilsu- skúla á Tvøroyri, skal broytast. Eitt annað ivamál hevur verið, hvørjari tíðarætlan, landsstýrið arbeiðir eftir. – Har hava vit gjørt greitt, at taka kommunurn- ar undir við ætlanini, verður farið til verka bein- anvegin við at projektera og fyrireika byggingina. – Taka kommunurnar undir við ætlanini stendur røktarheimið liðugt um góð tvey ár, sigur Hans Pauli Strøm Tað hevur eisini fleiri ferðir verið reistur spurn- ingur við um hetta er eitt mál, sum øll samgongan stendur aftanfyri? Hans Pauli Strøm stað- festir, at hetta er eitt mál, sum samgongan stendur aftanfyri. Ella sum hann málber seg: – Tað er ikki í heimildar- loysi at vit eru farin til Suð- uroyar við hesum tilboðn- um. Sinnaðir at stovna eini 100 almenn arbeiðspláss í Suðuroy Fara til verka beinanveg – Soleiðis hugsa arkitektarnir sær at eitt røktarheim kann síggja út á stykkinum, sum er grivið út til miðnámsskúlan í Vági