hósdagur 17. mars 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 17. mars 2005
7
Ein fongur fyri Suðuroy
Jógvan á Lakjuni sigur,
at ein skúladepil í
Suðuroy hevði verið
ein sannur fongur fyri
Suðuroynna
SUÐUROYARPAKKIN
Áki Bertholdsen
– Taka suðuroyingar av til-
boðnum frá landsstýrinum,
fáa teir tveir skúlar í einum.
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður í skúlamálum,
sigur, at tað er stór framtíð-
armenning í ætlanini at
byggja ein skúladepil í Hovi
við
miðnámsskúla
og
heilsuskúla.
Tí heldur hann, at ein
slíkur skúladepil hevði ver-
ið ein sannur fongur fyri
Suðuroynna.
Hann heldur annars, at
talan var um ein góðan
fund í Øravík týsdagin og
hann hevur eisini varhugan
av, at onkur sjónarmið
vórðu flutt til frama fyri
ætlanina.
Hann sigur, at verða skúl-
arnir bygdir saman, verður
byggingin
bíligari
og
raksturin
verður
eisini
bíligari, tí báðir skúlarnir
hava nógvar lærugreinar fel-
ags, eitt nú samfelagsfak,
føroyskt, enskt, lívfrøði og
kanska annað við, umframt
at annað kann vera felags.
– Tí er tað sjálvsagt, at
skúlarnir
verða
lagdir
saman.
Landsstýrismaðurin vís-
ur eisini á, at framtíðin er,
at heilsuskúlin verður eitt
slag av miðnámsskúla, har
tað ber til at fáa eina
útbúgving
sum
síðani
gevur atgongd til víðari
útbúgving,
eitt
nú
til
sjúkrarøktarfrøðing.
Hann sær eisini fyri sær,
at fleiri útbúgvingar afturat
kunnu verða lagdur í ein
skúladepil í Hovi, eitt nú
handilsútbúgvingar.
Tí heldur hann, at ein
skúladepil í Hovi eisini
verður nógv betri hjá vág-
bingum, tí við fleiri út-
búgvingum, fæst eisini eitt
betri og størri undirvís-
ingarumhvørvi, eins og tað
er lættari at marknaðarføra
ein skúladepil við fleiri
útbúgvingum.
Kortini ásannar hann, at
tað er ein vansi við at
skúladepilin liggur í Hovi.
Men hann heldur at
fyrimunirnir eru størri.
Somuleiðis kemur skúlin
at vera mitt í oynni, so at tað
verður líka langt í skúla hjá
øllum suðuroyingum.
– Og tað er heilt óhugs-
andi, at báðir skúlarnir
verða lagdir antin í Vági
ella á Tvøroyri, tí tað er
ómøguligt at fáa politiska
semja um.
– Tann møguleikan dugi
eg als ikki at síggja, sigur
Jógvan á Lakjuni.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at endar tað við, at
skúladepilin verður lagdur í
Hovi, verður farið undir
ætlanina beinanvegin.
– Ein byggiteknisk meting
sigur, at farast kann undir
byggingina í ár, so at skúlin
verður liðugur um hálvt-
triðja ár, sigur Jógvan á
Lakjuni.
Landsstýrismaðurin
í heilsumálum er
kunnaður um um-
leggingarnar á føði-
deildini og hjá hon-
um er onki himpr
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg havi fult álit á leiðsl-
uni á Landssjúkrahúsin-
um Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður í heilsu-
málum, himprast ikki við
at lata leiðsluna á Lands-
sjúkrahúsinum seta ætl-
aðu umleggingarnar á
føðideildini í verk.
Hann sigur í eini stutt-
ari viðmerking til málið,
at hann er kunnaður um
umleggingarnar framm-
anundan.
Hann sigur, at Lands-
sjúkrahúsið hevur havt
trupulleikar við at halda
játtanini og í eini roynd at
fáa betri samsvar ímillum
útreiðslur og játtan, hevur
leiðslan á Landssjúkrahús-
inum gjørt nakrar broyt-
ingar,
eitt
nú
á
føðideildini.
Broytingar, sum ætlanin
er at gera á Landssjúkra-
húsinum, eisini broyting-
arnar á føðideildini eru
lagdar fyri landsstýris-
mannin.
– Broytingarnar á føði-
deildini eru væl og virði-
liga viðgjørdar á fundi
ímillum leiðsluna á lands-
sjúkrahúsinum og meg
sum landsstýrismann og
eg kenni meg tryggan við
teirri umlegging, sum ætl-
anin er at seta í verk.
Hann vísir á, at leiðslan
á
Landssjúkrahúsinum
umfatar bæði eina lækna-
fakliga leiðslu og eina
røktarfakliga leiðslu og
tað, sum hendan leiðslan
mælir til at seta í verk,
følir hann seg tryggan við.
Fult álit á leiðsluni
á Lands-
sjúkrahúsinum
Fyribils eru ongi tek-
in um, at meirilutin í
Vágs Býráði er til at
vika, sigur Kirstin
Strøm bech, borgar-
stjóri
SUÐUROYARPAKKIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
–Eg havi ikki varhugan av,
at fundurin ímillum lands-
stýrið og kommunurnar í
Suðuroy,
hevur
fingið
meirilutan í Vágs Býráð at
broyta støðu.
Kirstin
Strøm
Bech,
borgarstjóri í Vági hevur
ikki kensluna av at tað, sum
landsstýrið hevði at bera
fram, hevur fingið meiri-
lutan í býráðnum at vikast.
– Sostatt er støðan hjá
Vágs Býráði óbroytt og tann
støðan er, at býráðið heldur
fast um, at miðnámsskúlin
skal byggjast í Vági.
Vágs Býráð hevði fund
mánakvøldið sum lands-
stýrið kom suður týsdagin
og har staðfesti meirilutin í
býráðnum enn einaferð at
tað stendur fast við, at mið-
námsskúlin skal byggjast í
Vági.
Borgarstjórin sigur kort-
ini, at Landsstýrið hevur
boðað frá, at kommunurnar
nú skulu fáa skriv frá lands-
stýrinum um ætlanina við
eini tíðarætlan og tað má
býráðið sjálvsagt at taka
støðu til.
Annars er tað onki duls-
mál, at sjálv hoyrir Kirstin
Strøm Bech til tann minni-
luta í Vágs Býráð, sum
tekur undir við ætlanini og
hon hevur ikki broytt støðu.
– Eg standi fast við, eg
taki undir við ætlanini, tí eg
haldi, at vit hava stórliga
brúk fyri almennum ar-
beiðsplássum í Vági.
Hon sigur, at eitt er tað
arbeiðið, sum eitt slíkt
røktarheim skapar, men tað
er heldur ikki smávegis,
hvat eitt slíkt røktarheim
kastar av sær í nærum-
hvørvinum til avleiddar
vinnur, tí eitt slíkt røktar-
heim hevur brúk fyri nógv-
um vørum og tænastum.
Borgarstjórin ásannar, at
í hesum máli stendur Vágs
Býráð reiðiliga einsamalt
við síni mótstøðu ímóti
ætlanini.
– Tað einasta, sum stend-
ur eftir við greiðari mót-
støðu ímóti ætlanini er Vágs
Býráð.Tað kann føra til, at
vágbingar koma at standa
einsamallir í Suðuroy. Men
tað má so vera, tí býráðið
hevur tikið eina avgerð og
tað má býráðið eisini taka
avleiðingarnar av, sigur
Kirstin Strøm Bech.
Í Tvøroyrar Býráð
ivast tey í tilboðnum
frá Landsstýrinum,
men nú fara tey at
umhugsa støðuna
SUÐUROYARPAKKI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tvøroyrar Kommuna fer nú
at umhugsa tilboðið frá
Landsstýrinum um at gera
ein skúladepil í Hovi og at
byggja røktarheim í Vági.
– Vit hava hoyrt, hvat
landsstýrið hevur at siga og
nú fara vit at viðgera
støðuna,
sigur
Kristin
Michelsen, borgarstjóri á
Tvøroyri.
Tað eru serliga tvey iva-
mál, sum gera seg galdandi
í Tvøroyrar Býráð.
Í fyrra lagi er tað heilsu-
skúlin á Tvøroyri, sum
Tvøroyrar
Býráð
hevur
brúkt millióna upphædd
upp á fyri at geva skúlanum
toluligar
umstøður
á
Tvøroyri at virka undir.
Tað er ein spurningur,
sum Kommunan vil hava
greiði á í hesum sambandi.
Í øðrum lagi staðfestir
borgarstjórin, at eldraøkið
er framvegis eitt landsmál
burturav, sum landið nú
ætlar at skáka sær undan
við at lata kommunurnar
betala 50% av byggingini.
– Ein serlig lóg varð
gjørd fyri røktarheimið í
Norðurstreymoy fyri nøkr-
um árum síðani og ta ser-
lógina ætlar Landsstýrið nú
at seta í verk allastaðni.
Men tað reingir ikki tann
veruleika, at eldraøkið er eitt
landsmál burturav.
Kommunurnar
koma
eisini at fáa ein annan
trupulleika og tað er, at eftir
lógini kunnu tær ikki taka
meiri enn eina álíkning í
láni.
Kristin Michelsen sigur tí,
at skal kommunan kortini
átaka sær ein part av
útreiðslunum til eitt røkt-
arheim í Suðuroy, skal tað
fáast ein rættiliga góð avtala
við
Landsstýrið
um
afturgjalding, tí hann góð-
tekur ikki, at ein útreiðsla,
sum landið eigur, skal
smyrjast upp í kommununa
og tyngja raksturin ov nógv,
so
at
frælsið
hjá
kommununi at virka, verður
skert ov nógv.
Hann vísir eisini á, at á
Sandi hevur landið einsa-
malt bygt alt eldraøkið upp,
uttan at kommunurnar hava
betalt nakað.
Somuleiðis vil Landstýrið
ikki yvirtaka flogvøllin,
fyrrenn hann er dagførdur
og nútímansgjørdur.
– Men eldraøkið vil
landið hava kommunurnar
at yvirtaka, hóast tað er
afturúrsiglt so tað munar.
– Talan er tí sostatt um
ein rættiliga prinsipiellan
spurning hjá Tvøroyrar
Kommunu.
Og tí ivast hann eisini í,
hvussu gott tilboðið frá
Landsstýrinum er í veru-
leikanum.
Hann ásannar, at tær
smærru kommunurnar taka
undir við ætlanini, men
hann metir, at tað fer at fáa
avgerðandi týdning, hvørja
støðu tær báðar stóru
kommunurnar, Tvøroyri og
Vágur, hava.
Men
borgarstjórin
á
Tvøroyri sær eisini eitt
annað fyri sær í sambandi
við Suðuroyarætlanina hjá
Landsstýrinum og tí hevur
eisini hug at tengja hetta
saman við eini kommunu-
samanlegging í Suðuroy.
– Kunnu kommunurnar í
Suðuroy ikki boða greitt
frá, at tær vilja leggja alla
oynna í eina kommunu,
verður úrslitið, at Tvøroyr-
ar kommuna missur ein
skúla,
sum
kommunan
hevur brúkt nógvan pening
uppá- og so verða tey 100
arbeiðsplássini á einum
røktarheimi
í
Vági,
burturav eitt kommunalt
arbeiðspláss í Vági.
Men Kristin Michelsen
leggur tó afturat, at nú fer
býráðið at viðgera málið í
næstu framtíð, so fæst at
síggja, hvat úrslitið er.
Vágbingar ikki til at vika
Aftur týsmorgunin vóru mótmæli at síggja í Vági frá teimum sum krevja, at miðnámsskúlin
skal byggjast í Vági. Hendan plakatin varð hongd upp við innkoyringina til Vág týsmorgunin.
Myndina tók Erik Christensen
Umhugsa støðuna á Tvøroyri