hósdagur 17. mars 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 53 - 17. mars 2005
Skeivar upplýsingar,
gitingar, óvissa, vána-
ligt kanningararbeiði
og bíløgd orðing eru
millum lemjandi
skotini, sum skipsfør-
arin Ørvur Thomas-
sen gevur kanningini
hjá Skipaeftirlitinum
av óhappinum hjá
Norrønu í Havn í fjør.
Skipara- og Naviga-
tørfelagið hevur kært
niðurstøðurnar hjá
Skipaeftirlitinum og
vil hava Fiskimála-
ráðið at taka tær
aftur. Kanningin hjá
Skipaeftirlitinum
hevði við sær, at
skiparin á Norrønu
var koyrdur í land
KANNING
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Skipsførarin Ørvur Thom-
assen fer í einari nýggjari
frágreiðing harðliga við
frágreiðingini hjá Skipa-
eftirlitinum um óhappið hjá
Norrønu í Havn í fjør.
Niðurstøðurnar í frá-
greiðingini
kunnu
ikki
brúkast, tí tær byggja á
skeivleikar, gitingar, mis-
vísandi upplýsingar og
vantandi dugnaskap við at
skaffa sær neyðugar upp-
lýsingar umborð á Nor-
rønu, heldur Ørvur Thom-
assen.
Hann
hevur
drúgvar
royndir sum skipari á líkn-
andi skipum sum Norrønu,
og hann hevur kannað nið-
urstøðurnar í frágreiðingini
hjá Skipaeftirlitinum.
Skipara- og Navigatør-
felagið, sum hevur biðið
um frágreiðingina frá Ørvi
Thomassen, krevur nú í eini
kæru til Fiskimálaráðið, at
niðurstøðurnar í frágreið-
ingini hjá Skipaeftirlitinum
verða tiknar aftur. Um tað
verður gjørt, má Smyril
Line finna aðrar og nýggjar
grundgevingar fyri at siga
skiparan úr starvi.
Ørvur Thomassen vísir á,
at skeivar upplýsingar um
vindferð, ferð á skipinum,
gitingar av ymsum slagi,
óvissa um simulatorroyndir
og vantandi data frá skipan-
um á brúnna gera, at niður-
støðurnar í frágreiðingin
hjá Skipaeftirlitinum kunnu
ikki takast fyri fult.
Harafturat leggur hann
Skipaeftirlitið undir at hava
bílagt eina orðing um
skeiva manøvru frá felag-
num Force.
Skiparin misti starvið
Tað var tann 15. januar í
fjør, at Norrøna kom illa
fyri, tá ið hon skuldi leggja
at í Havn. Nógvur vindur
var, og skipið bar við land.
Á veg út úr Havnini brast
skipið í endan á molanum
og stórt hol kom á síðuna á
skipinum.
Løtu
seinni
eydnaðist tað at koma inn
aftur og fáa lagt skipið at.
Síðani hevur nógv verið
tosað um hesa hending, og
Skipaeftirlitið stóð fyri
einari kanning av tilburð-
inum, sum síðani hevði við
sær, at skiparin á túrinum,
Ólavur
Hovsgarð,
var
koyrdur í land og fekk ann-
að starv hjá Smyril Line.
Men nú verður stórt
spurnartekin sett við niður-
støðurnar í frágreiðingini,
sum kostaðu skiparanum
starvið umborð á Norrønu.
Óvissa um simulator-
royndir
Skipaeftirlitið hevur í sínari
frágreiðing brúkt simula-
Kanning um Norrønu
Einki av ferðafólkunum fekk mein av tilburðinum, men tey fingu sálarliga kreppuhjálp í boði,
tá ið tey komu í land
Nógvi og óvæntaði vindurin var orsøkin til, at Norrøna fekk trupulleikar í Havn á nógv
umrødda túrinum í januar mánaði í fjør