Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

torroyndir hjá felagnum Force sum ein týðandi part av grundarlagnum, men Ørvur Thomassen heldur, at óvissan um slíkar simu- latorroyndir er nógv størri, en Skipaeftirlitið vil verða við. Skipaeftirlitið vil vera við, at vissan við simulator- royndunum er 98 prosent, men Ørvur Thomasen vísir í fyrsta lagi á, at sambært upplýsingum frá felagnum Force verður eisini staðfest, at hetta kann verða +/- 2 prosent í tí førinum, sum Force hevur brúkt veruliga skala-modell fyri Royal Navy. Hesar royndir kunnu ikki samanberast við mate- matisku modellini, sum tað verður sagt plagar at hava eina óvissu upp í 10 pro- sent. Sløktu simulatorin Ørvur Thomassen vigar eisini niðurstøðurnar í kanningini hjá Skipaeftir- litinum, sum snúgva seg um manøvruna hjá skipar- anum, og hann heldur, at tá ið skipið dreiv ímóti Viðar- nesboyuni valdi skiparin einastu røttu loysnina, sum var at bakka við bak-borðs- skrúvu og koyra fram við stýriborðsskrúvu og trýst fult til stýriborð við bóg- skrúvunum. – Somuleiðis meti eg, at sama manøvra var røtt, tá ið skipið lá ímóti grótkast- inum ella hellingini, og var tað eisini tá rætt at trýsta við bógskrúvunum til bak- borð fyri at minka um vandan fyri at skrúvurnar tóku í. Í hesi sambandi kann spurningurin reisast, um skipið hevur nóg mikið av kraft at bakka við. Tað er sjálvandi ein treyt fyri, at manøvran virkar eftir ætlan, skrivar Ørvur Thom- assen, sum tekur fult undir við manøvrunum hjá skip- aranum, tá ið hann kom í truplu støðuna. Ørvur Thomasen vísir á, at tá ið skiparin á Norrønu gjørdu av at sigla inn um molan var vindferðin 17 m/sek, men vindferðin vaks púra óvæntað upp í 20 m/sek, tá ið Norrøna kom inn um molan, og tað er ikki ráðiligt at fara inn, um vindmegin kemur upp á 19,3 m/sek. – Ert tú komin í slíka keðiliga støðu er ikki nógv at gera. Skipaeftirlitið loysti trupulleikan í sínum simulatorroyndum við at sløkkja simulatorin, tá ið komið var inn í hylin, sigur Ørvur Thomassen. Ongar upplýsingar av brúnni Ørvur Thomassen finnist at Skipaeftirlitinum fyri ikki at hava tryggja sær upp- lýsingarnar um siglingina hjá Norrønu, sum vóru goymdar í tveimum skip- anum á brúnni. ECDIS er ein telduskip- an, sum skrásetir og goymir ta sigldu rutuna, men hví hevur Skipaeftirlitið ikki fingið hesar upplýsingar til høldar, spyr hann. Data í ECDIS-skipanin vóru tøk í 12 ella 24 tímar, og Ørvur Thomassen held- ur, at bæði Skipaeftirlitið og reiðaríið áttu at havt førleika og skyldu til at fáa uplýsingarnar úr ECDIS- skipanini til vega og ikki bara geva skiparnum skyld- ina fyri ikki at hava latið hesar upplýsingar. Hin skipanin, sum goym- ir upplýsingar um sigling- ina, er tann sonevndi svarti kassin – VDR-skipanin. Heldur ikki upplýsing-ar- nar úr hesari skipan komu til høldar, og Ørvur Thomassen heldur, at reiðaríið og Skipaeftirlitið eisini í hesum føri misrøktu sínar skyldur. – Skipaeftirlitiið hevði tveir møguleikar fyri at skaffa sær prógv fyri inn- siglingini hendan dagin, men brúkti hvørgan, stað- festir Ørvur Thomassen. Av tí at data av brúnni ikki vóru tók til kanningar- arbeiðið, varð neyðugt at gera simulatorroyndir, og hesar royndir fáa harðar ákoyringar frá Ørvi Thom- assen, tí tær eru óneyvar og byggja á skeivar upplýsing- ar. Brúka skeivt orð og bíleggja orðing Í frágreiðingini hjá Skipa- eftirlitinum verður í trimum førum tosað um ásigling, tá ið Norrøna var fyri óhapp- inum í Havn, men hetta heldur Ørvur Thomassen er misvísandi. – Tá ið vindkraftin er størri enn maskinorkan, rekur skipið. Vindkraftin í fyrsta parti av hesi hending var størri enn maskinorkan á bógskrúvunum, tí brast bakborðsbógvur. Í ongum føri hevur skipið siglt beinleiðis á, tí eri eg sann- førdur um, at annað orð átti at verið nýtt, sigur Ørvur Thomassen í sínari kann- ing. Hann heldur eisini, at samskiftið millum Skipa- eftirlitið og felagið Force, sum gjørdi simulatorroynd- irnar fyri Skipaeftirlitið, vísir, at Skipaeftirlitið bí- legði eina orðing um skeiva manøvru hjá skiparanum, og at hendan orðing byggir á gitingar – Við øllum teimum rangu upplýsingunum, sum nýttar eru, geva royndirnar skeivt grundarlag at gera niðurstøður á, sigur Ørvur Thomassen í eini endaligari niðurstøðu í sínari frágreið- ing, sum er ein setralur partur í einari kæru, sum Skipara- og Navigatørfe- lagið hevur sent Fiskamála- ráðnum. Nr. 53 - 17. mars 2005 9 Fiskimálaráðið umhugsar avgerð Fiskimálaráðið fekk nú um dagarnar ein kæru frá Skipara- og Navigatørfelagnum um niðurstøðurnar hjá Skipaeftirlitinum um óhappið hjá Norrønu. Men tað er ivasamt, um Fiskimálaráðið vil gera nakað við kann- ingina hjá Skipaeftir- litinum. - Niðurstøðan í frá- greiðingini er ikki ein avgerð, og tí er iva- samt, um hon kann kærast, sigur Sólja í Ólavsstovu, deildar- stjóri í Fiskimálaráð- num, við Útvarpið. Skipara- og Naviga- tørfelagið hevur eisini kært onkra manna- gongd í sambandi við málið – millum annað um skjalainnlit – og hendan partin av kær- uni verður støða tikin til. ek u verður sáplað niður Skipsførarin Ørvur Thomassen fer í einari nýggjari frágreiðing harðliga við frágreiðingini hjá Skipa- eftirlitinum um óhappið hjá Norrønu í Havn í fjør. Niðurstøðurnar í frágreiðingini kunnu ikki brúkast, tí tær byggja á skeivleikar, gitingar, misvísandi upplýsingar og vantandi dugnaskap við at skaffa sær neyðugar upplýsingar umborð á Norrønu, heldur Ørvur Thomassen Myndir: Jens Kr. Vang Hol kom á síðuna á Norrønu, tá ið hon í tveimum førum bar við land í Havn fyri einum góðum ári síðani