hósdagur 17. mars 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 53 - 17. mars 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
– Vit halda, at prísur-
in á óinnspældum
fløgum er alt ov høg-
ur. Tað ætlaðu vit at
gera nakað við, siga
teir báðir føroysku
tannáringarnir, Emil
J. Larsen og Kjartan F.
Andreasen, sum nú
hava latið upp ein
nýggjan online-
handil
HANDLAR
Snorri Brend
– Endamálið við handlin-
um er at fólk skulu kunna
keypa ta bíligastu CD’ina
og bíligasta DVD’in hjá
okkum, siga Emil og Kjart-
an.
Sambært teimum báðum
eru hesir prísirnir í Føroy-
um ikki veruleikakendir,
men alt ov høgir. Men tað
ætla teir nú at bøta um.
Teir hava tí stovnsett
online-handilin við heitin-
um flogan.net, har úrval og
prísir eru at síggja, eins og
møguleiki er at bíleggja sær
fleiri av hesum vørum.
– Vit vóna, at nógv fara
at taka undir við ætlan okk-
ara, siga teir báðir spentu
tannáringarnir.
Íløgu í vørur
Kjartan er vaksin upp og
býr í Føroyum, og dugir tí
væl føroyska málið, meðan
Kjartan er hálvur føroying-
ur. Hann er føddur í Dan-
mark, og skrivar og tosar tí
bara danskt.
Emil flutti úr Danmark til
Føroyar fyri at ganga í 10.
flokki, og skal aftur til
Danmarkar í summar.
Í Føroyum hevði hann
ikki altíð so nógv at gera í
frítíðini, so hann avgjørdi tí
at fara undir vinnuligt virk-
semi.
– Eg setti allan sparipen-
ingin í vørur. Síðani gjørdi
eg mær eina heimasíðu, og
nú er handilin so smátt
farin í gongd, sigur Emil.
Eftir skúlatíð
Talan er her um ein inter-
net-handil, og tí verður bara
selt gjøgnum internetið. Av
hesi orsøk er einki stað ella
bústaður, har ein kann fara
og hyggja eftir vørunum.
Teir miða kortini eftir at
hava fasta telefontíð mill-
um kl. 16 og 20, har teir
fegnir svara spurningum
um tær vørurnar, teir bjóða
fólki.
Tá ein hevur bílagt vør-
urnar hjá handlinum kann
ein kann avheinta tær á
einum bústaði í Føgrulíð í
Havn eftir kl. 17 á degi.
– Vit hava verið noyddir
at gera tað soleiðis, tí at vit
jú ganga í skúla gerandis-
dagar, siga teir báðir Emil
Jákup og Kjartan.
Í grannalagnum inni á
Gøtu í Hoyvík komu
herfyri
tríggir
nýggir
Skoda Octavia bilar. Hetta
hendi, tá Jóhan Joensen,
Jóhannes
Guttesen
og
Magnus Hentze keyptu
hvør hvør sín bil av sama
slagi.
Grannar inni á Gøtu við
hvør sínum nýggja Skoda
Octavia - f.v: Jóhan Joensen,
Jóhannes Guttesen og
Magnus Hentze. Á myndini
eru eisini Frits og Birgir
Dam Jacobsen frá Norðbil.
Mynd: Jens Kristian Vang
Octavia-grannar inni á Gøtu
Ungir menn við góðum hugskoti
Teir báðir ungu menninir, sum nú bjóða bíligar fløgur til
føroyska marknaðin gjøgnum internetið - vm. Kjartan
Andreasen og Emil Larsen høgrumegin
Dagurin
17. mars. Geirtrúð, deyð 659.
Dóttir Pippin eldra og abbasystir Karlamagnus. Fór ung í kleystrið Nivelles í Belgia og gjørdist eisini abbadissa
har. Millum annað var hon verndari hjá ferðandi fólki, og við vegirnar nógvastaðni í Europu vórðu bygd
sanktugeirtrúðtilhald, har tey ferðandi og tey fátækastu kundu fáa hjálp. Við hesi tilhald vórðu sett upp vakurt
málaðar træmyndir av Sanktu Geirtrúð við gyltari krúnu. Av veðri og vindi fóru málingin og gyllingin av hesum
myndum, og av tí kemur tiltakið, at ljómin er farin av Sanktu Geirtrúð. Undir hesum býr kanska eisini tað, at teir
gomlu søgdu, at var regn geirtrúðardag, fór at vera regnsummar.
Navnið er týskt, samansett av orðunum spjót og styrki.
Hesin dagurin verður í Mykinesi nevndur pátriksmessa. Pátrikur var áspostul Írlands. Tá ið hann doyði í 461,
hevði hann bygt nógvar kirkjur og stovnað kleystur, og tað var frá hesum kleystrum, at írskir munkar hava leitað
higar og fingið sær tilhald – eitt nú í Mykinesi, har pátriksmessa hevur verið hildin. Men tað er líkt til, at eisini
aðrastaðni í Føroyum hava teir tikið til Pátrik. Pátriksmessudagur var dagur, sum teir gomlu ikki høvdu álit á til
veður. Hann var eisini ein av gandadøgunum, sum vóru sjey í tali, og tosað kundi eisini verða um íragand.
Latínska navnið patricius merkir aðalsmaður.
Talið av fulltíðararbeiðs-
leysum er framvegis vaks-
andi. Í januar varð tað upp-
gjørt til 1.163 fólk, ið svar-
ar til 4,3% av arbeiðsfjøld-
ini. Tey flestu árini er ein
vøkstur í arbeiðsloysistøl-
unum frá desember til jan-
uar. Fyri betri at kunna
meta um tað veruliga ar-
beiðsloysið, verður lagt
upp fyri tílíkum afturvend-
andi fyribrigdum við at
árstíðarjavna tølini.
Fyri januar í ár var tað
árstíðarjavnaða
arbeiðs-
loysisprosentið uppá 4.
Hetta er tað størsta talið, vit
hava havt í Føroyum í eini
fýra ár. Verður sammett við
grannalond okkara, eru tað
bert Ísland og Noreg, ið
hava lægri arbeiðsloysi enn
Føroyar. Í Íslandi var ar-
beiðsloysið í 4. ársfjórðingi
í fjør 2,5 prosent, og í
Norra 3,6 prosent í de-
sember í fjør.
Fýra prosent eru arbeiðsleys