hósdagur 17. mars 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 17. mars 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
tá ið pápi, abbi og langabbi okkara
Karton Joensen
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til prest, sangarar og kirkjutænarar.
Tøkk til øll, ið á ymiskan hátt veittu hjálp.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir, vitjanir
og gávur.
Tøkk til alt starvsfólk á Suðuroyar sjúkrahúsi og
á Landssjúkrahúsinum, sum veittu honum
góða umsorgan.
Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Sigurður, Arni, Helgi, Kristi og
Amanda Joensen við familju
Hósdagin 24. mars fyllir Torkil við
Sandá, byggimeistari í Havn 55 ár.
Torkil er uppvaksin í Kaldbak
saman við foreldrunum Herborg og
Ingvard Petersen. Torkil er yngstur
av 9 systkjum.
Torkil byrjaði í skúlanum í Kald-
bak í 1957, men flutti til Havnar í
1961. Tann dagin, Torkil bleiv 14
ár, gavst hann í skúlanum. Longu
14 dagar seinni fór hann sín fyrsta
túr til skips við "Vesturhavið
Blíða".
Tá Torkil var 17 ára gamal, doyði
pápi hansara, Ingvard brádliga av
sjúku.
Torkil hitti damuna, Birgith
Jacobsen, dóttir Solveig og Óla
Christian Jacobsen á Dalavegnum,
sum hann seinni giftist við.
Torkil er føddur sum ein skap-
andi og virkin persónur. Hann vildi
gera okkurt handverk, og fór í læru
sum timburmaður í 1969, - sama
árið sum hann gjørdist pápi fyri
fyrstu ferð.
Í 1973 fór Torkil til Íslands, og
var við til uppbyggingararbeiðið á
Vestmannaoyggjunum har aftaná
gosfjallið.
Torkil smíðaði í Føroyum saman
við øðrum, og sum sjálvstøðugur
byggimeistari. Torkil situr ongantíð
í friði, men hevur altíð onkrar
góðar og áhugaverdar ætlanir.
Mong kvøld hevur hann sitið og
teknað ella bygt smá modell av
hansara dreymahúsum, og hava
hesi verið nógv í tali. Fleiri teirra
eru blivin til veruleika, og íalt
hevur hann bygt 5 hús til sín sjálv-
an, sum hann saman við familjuni
hevur búð í.
Hann hevur eisini roynt seg sum
seljara av ymsum, t.d hevur hann
selt plastvindeygu og camping-
vognar.
Eftir eitt ferðsluóhapp sum
kravdi mannalív, tá ein bilur fór á
sjógv, menti Torkil ein skutil sum
enn hongur runt í havnum og á
útsettum plássum. Skutilin verður
stungin ígjøgnum skrokkin á bilin-
um, og kann man so gerða ein enda
fastan á bilin fyri at halda honum
uppi, og harvið lætta um bjarging-
ararbeiðið.
Tokil og Birgith eiga 5 børn,
Beintu, John, Óla Christian, Her-
borg og Benny. Tað yngsta bleiv
føtt tá Torkil var 30 ár. Sama árið
hevði Torkil hug at royna okkurt
nýtt, og byrjaði sum portørur á
Landssjúkrahúsinum, har hann var
í 20 ár.
Torkil hevur smíðað hús til øll 4
børnini sum búgva í Føroyum.
At Torkil gjørdist portørur, gjørdi
ikki tað at hann helt seg vekk frá
byggiarbeiðinum. Í 80´unum bygdi
hann fleiri hús sum hann seldi.
Í ár 2000 segði hann starvið sum
portørur frá sær, og byrjaði uppá
fulla tíð við byggivirksemi sínum
aftur. Hann hevur síðani bygt mong
ymisk hús, bæði einkult, dupult í
rekkjum og íbúðarblokkar.
Barna og familjukærur er Torkil
sum fáur, og at hann hevur barna-
tekki kemur mangan til sjóndar.
Mangan er hann til dømis í føðing-
ardøgum umringaður av børnum
sum dáma væl at spæla við hann.
Føðingardagurin verður hildin í
felagshølinum í kolonihavanum í
Løjbjerg í Hirtshals.
Hjartaliga tillukku við degnum,
Torkil, og bestu ynski um nógv góð
og virkin ár frameftir.
D.T
Torkil við Sandá 55 ár
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri hjálp
og sýnda samkenslu við deyða og jarðarferð hjá
góða pápa, abba, langabba og verpápa okkara
Hans Jacob Guldbro
Leirvík
Ein serstøk tøkk til tykkum í Vesturstovu í Fuglafirði
og Giljagarði í Leirvík fyri tíðina, hann var hjá tykkum.
Og tøkk til tykkum, sum kokkaðust í bygdarhúsinum.
Heilsan
Osla, Mia, Lis, Sonja, Sakaris og Katrin
Gullbrúdleyp
19. mars kunnu hjúnini Hildigerð og Tróndur
Johannesen halda gullbrúdleyp.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Nýggj .FO nevnd
FO-ráðið er sjálvsognar-
stovnurin,
sum
hevur
ábyrgdina av umsiting og
nýtslu av teimum navna-
økjum, sum enda við .fo á
alnetinum.
Nýggj nevnd varð vald
fyri stuttum, og í hesi sita
nú: Ísak N. Jacobsen, for-
maður, Ranvá Sólheim,
næstformaður,
Ingunn
Eiriksdóttir og Óli Simon-
sen.
Tað er Vinnumálaráðið,
sum eftir tilmæli frá KT-
felagnum, ið setir nevnd-
ina.
-jm