hósdagur 17. mars 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 53 - 17. mars 2005
Fartelefonruðuleiki á oyggjaleikunum
Tá ið oyggjaleikirnir
verða í Hetlandi
seinni í ár, er ikki
óhugsandi, at reinur
ruðuleiki verður á
fartelefonøkinum
OYGGJALEIKIR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í summar verða oyggjaleik-
irnir í Hetlandi. Talan verð-
ur um størsta einstaka til-
takið nakrantíð í Hetlandi,
og hetta fer óivað at seta
eitt veldugt trýst á avmark-
aða fartelefonnetið í oyggj-
unum.
Bert 90 samrøður
samstundis
Núverandi fartelefonnet í
Hetlandi er ógvuliga av-
markað, og netið rúmar ein-
ans 90 samrøður samstund-
is. Hetta hevur við sær, at
tað er púra vanligt í Het-
landi, at eitt nú á nýggjárin-
um og beint eftir skúlatíð
gerandisdagar kann tað
verða trupult at fáa tóna, tá
ið ein skal ringja við far-
telefonini.
Havandi í huga at tað
koma okkurt um 3.000 íðk-
arar og áskoðarar til Het-
lands
í
sambandi
við
oyggjaleikirnar, sum flest-
øll óivað hava fartelefon
við sær, er ikki torført at
ímynda sær, at talan kann
gerast um rættuligan far-
telefon ruðuleika, meðan
leikirnir eru.
Hetlendsku myndugleik-
arnir siga við Shetland
News, at arbeitt verður við
at loysa trupulleikan, og
stóra telefyritøkan Voda-
fone er farin at kanna, um
tað kann loysa seg hjá teim-
um at gera eina fyribils-
loysn, sum økir um kapasit-
etin á hetlendska fartele-
fonnetinum, meðan oyggja-
leikirnir eru.
Fyrireikararnir
av
oyggjaleikunum í Hetlandi
siga tó, at væntandi fartele-
fon-kapasiteturin ikki fer at
hava nakra ávirkan á leikir-
nar sum so, tí tað mesta av
samskiftinum í sambandi
við kappingar fer fram um-
vegis
walkietalkie
ella
fastnettelefon.
Í sambandi við fundin hjá
aðalstjórnini í oyggjaleika-
felagsskapinum
IGA
í
Hebridunum herfyri var
umrøtt, hvar leikirnir skulu
verða í 2009.
Bæði Áland og Ynys
Mon hava ligið framvið at
fáa leikirnar, men valið
fellur helst á bretsku oynna
Ynys Mon. Avgerðin um
vertsskapin í 2009 fellur tó
ikki enn, tí tað endalig
støða til málið verður ikki
tikin fyrr enn á aðalfund-
inum í IGA, sum verður í
sambandi við leikirnar í
Hetlandi í summar.
Formaðurin í IGA, Bo
Frykenstam, sigur tó við
Shetland News, at aðal-
stjórnin í IGA er av teirri
sannføring, at høvuðsenda-
málini hjá oyggjaleika-
felagsskapinum verða best
gingin á møti, um leikirnir í
2009 verða á Ynys Mon. Tí
fer aðalstjórnin í IGA helst
at mæla til, at Ynys Mon
verður vertur fyri leikunum
um fýra ár.
tn
Alt bendir á, at
spanska oyggin Men-
orca verður síðsti
limurin í IGA, sum er
felagsskapurin aftan
fyri oyggjaleikirnar
OYGGJALEIKIR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Herfyri hevði aðalstjórnin í
IGA fund í Hebridunum,
og har var ein umsókn frá
Menorca um limaskap í
IGA viðgjørd, og aðal-
stjórnin tóktist sinnað at
ganga umsóknini á møti.
Síðsti limurin
Menorca er ein kend frítíð-
aroyggj, og er nærmasti
granni hjá navnframa frí-
tíðarparadísinum Mallorca,
sum flestøll kenna.
Tá ið IGA hevur sín aðal-
fund
í
sambandi
við
oyggjaleikirnar í Hetlandi í
summar, verður endalig
støða tikið til, um Menorca
skal innlimast í IGA.
Um so er, at Menorca
verður innlimað í oyggja-
leikafelagsskapin, so er
spanska oyggin samstundis
seinasta oyggjasamfelagið,
ið verður innlimað í IGA.
Tað er nevnliga so, at ein
samtykt hjá IGA sigur, at
tað í mesta lagi er rúm fyri
25 limum í IGA, og Men-
orca verður limur nummar
25, um oyggin verður inn-
limað.
Hetta var samtykt fyri at
avmarka leikirnar, tí um so
er, at limatalið verður óav-
markað, fer luttakaratalið
eisini at vaksa óavmarkað,
og tað hevði havt við sær, at
færri og færri av oyggja-
samfeløgunum høvdu havt
møguleika fyri at verið
vertir fyri leikunum.
Menorca verður síðsti limurin
Leikirnir í 2009 verða helst á Ynys Mon
Tá ið oyggjaleikirnir verða í Hetlandi í summar, kann væntast sannur fartelefon ruðuleiki, tí netið hjá hetlendingum hevur bert
rúm fyri 90 samrøðum samstundis.
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað verður allarhelst á Ynys
Mon, at Bogi Lenvig og
onnur føroysk ítróttarfólk
skulu royna seg á
oyggjaleikunum í 2009
Mynd: Álvur Haraldsen
Meist-
ararnir
úti
Við einum 3-1 sigri á
Porto syrgdi Inter fyri,
at verjandi meistararnir
ikki longur eru partur av
Champions League
Eftir 1-1 í fyrra dyst-
inum, stóð greitt, at tað
var Inter, sum hevði
betru kortini á hondini
undan dystinum á San
Siro í kvøld.
Stóra hetjan í dystinum
í týskvøldið var brasili-
anski Adriano. Hann
skeyt øll trý málini hjá
Inter. Jorge Costa mink-
aði annars til 2-1 í
seinna hálvleiki, men
eftir triðja málið frá
Adriano - tríggjar min-
uttir fyri leiklok - var
eingin ivi um endaliga
vinnaran.
jm
Minstu-
krøv
Í fjør setti Fótbólts-
samband Føroya í verk
loyvisskipanina
hjá
UEFA fyri feløgini í
fremstu deildini í Før-
oyum. Í ár eru krøvini til
feløgini í 1. deild herd
nakað, og samstundis
eru minstukrøvini eisini
farin at galda fyri feløg-
ini í næstfremstu deild-
ini.
Grønt ljós til øll
Minstukrøvini snúgva
seg í høvuðsheitinum
um, at feløgini lúka
nakrar treytir á ítróttar-
liga-, rættarliga-, fíggja-
rliga-, infrastrukturella-
og starvsfólkaøkinum.
Feløgini sendur inn
síni próvskjøl síðst í
farna mánað, og síðani
tá hevur umsitingin hjá
FSF kannað eftir, um øll
próvskjølini vóru í lagi.
Tá ið hetta var gjørt, var
tilfarið sent víðari til
óheftu 3-manna loyvis-
nevndina hjá FSF, sum
gevur endaligu tilsøgn-
ina um loyvi til at taka
lut í ávíkavist 1. og 2.
deild, umframt kapping-
um hjá UEFA í 2005.
tn