fríggjadagur 18. mars 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 18. mars 2005
17
Teir vistu av ongum
Tríggir býráðslimir í Klaksvík siga seg ikki
vera kunnaðir um nakra íløgu í Phoenix.
FÍGGJARSKANDALA
Snorri Brend
Klaksvík: - Nei, eg minnist einki til nakra kunning
um Phoenix, sigur Karl Heri Joensen, fyrrverandi bý-
ráðslimur í Klaksvík við Norðlýsið.
Hetta sama siga tveir aðrir fyrrverandi býráðslimir,
Jógvan Lützen og Hilmar Danielsen eisini við blaðið.
Men teir avvísa tó ikki, at teir kunnu hava fingið
eina munnliga kunning um ætlanirnar hjá kommununi
at seta pening í Phoenix.
- Tá talan er um eina munnliga kunning, so verður
nevndin oftað kunnað um nógv ymiskt og tí kann vera
torført at minnast eitt einstakt mál, sigur Hilmar Dan-
ielsen við blaðið.
Í fíggjarnevndina
Hilmar Danielsen, sum m.a. sat í fíggjarnevndini í
Klaksvíkar kommunu sigur seg ikki minnast at vera
kunnaður um íløguna í týska felagið.
Hilmar Danielsen, sum er uttanlanda í løtuni, sigur
at hann ikki minnist um munnliga kunningin er farin
fram, meðan hann hevur verið á fundi í fíggjarnevnd-
ini.
Hann vísir til tíðindaskrivið frá býráðnum, har tað
stendur m.a.: "at málið varð lagt fyri fíggjarnevndina
sum ein munnlig kunning um, at kr. 160.000 blivu
fluttar til Phoenix....."
Men Hilmar Danielsen, sum hetta tíðarskeiðið sat í
fíggjarnevndini, sigur seg ikki minnast hesa kunning.
- Nú er tað soleiðis at tá talan er um eina munnliga
kunning, so verður nevndin oftað kunnað um nógv
ymiskt og tí kann vera torført at minnast eitt einstakt
mál.
- Eg kann eisini hava verið burturstaddur. Men eg
kann bara staðfesta, at eg ikki minnist meg verða
kunnaðan um at býráðið hevði ætlanir um at gera íløgu
í týska felagið.
- Tað er sjálvandi ikki neyðugt at draga fíggjar-
nevndina upp í eitt mál, tá talan er um at flyta pening
millum peningastovnar. Men tá talan er um at gera
íløgur átti hetta at verið lagt fyri fíggjarnevndina sum
eitt mál. So hevði málið fingið eina viðgerð í nevndini,
sigur Hilmar Danielsen.
Ikki upp á tungu
Hann fær eisini stuðul frá Jógvani Lutzen, sum sat í
býráðnum í 2004. Hann minnist heldur einki til nakra
kunning um íløguna í íløgufelagið Phoenix.
Jógvan Lutzen sigur, at hann kom í býráðið í februar
í 2004, sum varamaður fyri Jógvan við Keldu.
- Eg minnist onki til at vit eru kunnaðir um íløguna
í íløgufelagið Phoenix. Eg eg minnist heldur ikki, at
felagið nakrantíð hevur verið tikið upp á tungu í bý-
ráðnum, sigur hann.
Eingin kunning
- Eg minnist als einki til nakra kunning, sigur fyrrver-
andi fíggjarnevndarlimurin, Karl Heri Joensen, sum tó
ikki kann afturvísa at nevndin varð kunnað.
- Nevndin verður av og á kunnað um ymisk mál. Og
um vit eisini hava verið kunnaðir um íløguna í týska
felagið, kann eg ikki afturvísa.
- Men eg kann bara staðfesta, at sjálvur minnist eg
als einki til hesa kunning, sigur Karl Heri Joensen í
stuttari viðmerking.
Føroyska vinnan hev-
ur brúk fyri fólki við
millumleiðaraútbúgv
in, og tí fer Tekniski
Skúlin í Havn aftur
undir byggitøkninga-
útbúgvingina
ÚTBÚGVING
Jákup Mørk
At føroyska vinnan hevur
brúk fyri fleiri fólkum við
millumleiðaraútbúgving er
mangt, sum bendir á. Tað
vísur millum annað ein
spurnarkanning, sum Tekn-
iski Skúlin í Havn hevur
gjørt millum ymsar størri
og smærri vinnufyritøkur í
Føroyum.
Skúlin sigur, at fyritøkur-
nar lýstu sín tærv so mikið
greitt, at leiðslan á skúla-
num ivaðist ikki í aftur at
fara undir úbúgving av
byggitøkningum. Útbúgv-
ingin til bygitøkning er
tann sama, sum fyrstu tvey
árini av útbúgvingini til
byggifrøðing, og gevur hon
góðan førleika til størv inn-
an byggivinnuna, innan
framleiðsluvirkir av byggi-
tilfari ella hjá ráðgevandi
verkfrøðingum og arkitekt-
um.
Ein byggitøkingur kann
m.a. taka sær av leiðslu-
uppgávum á arbeiðspláss-
um, at arbeiða sum millum-
leiðari, verkførari, at fram-
leiða bygningslutir og at
hava goymsluleiðslu og
stýring. Somuleiðis gevur
hetta førleika til at hava
byggiumsiting um hendi
fyri eitt nú kommunur og
land, og at projektera í sam-
bandi við útbjóðing av arb-
eiði.
Talan er um tvey ára út-
búgving, sum byrjar beint
eftir summarfrítíðina. Upp-
tøkukrøvini eru, at umsøkj-
ari hevur eina handverksút-
búgving innan byggivinn-
una ella eina miðnámsút-
búgvin.
Til spurningin, um fyri-
tøkan vildi mæla Tekniska
Skúla til at fara undir út-
búgving av byggitøkingum,
svaraðu flestu fyritøkurnar
í spurnarkanningini játt-
andi. Og í fleiri førum var
talan eisini um viðmerking-
ar, sum sera greitt góvu boð
um, at útbúgvingin varð til-
trongd.
Eisini fram-
leiðslutøkningar
Fyri fýra árum síðani fór
Tekniski Skúlin annars
undir at útbúgva fram-
leiðslutøkningar. Hendan
útbúgvingin heldur eisini
fram, og somuleiðis byrjar
nýtt skúlaskeið her eftir
summarfrítíðina. Talan er
eisini um tvey-ára útbúgv-
ing, og eru upptøkutreytir-
nar tær somu, sum eru
galdandi til byggitøkninga
útbúgvingina.
Framleiðslutøkningurin
verður útbúgvin til størv
innan ídnaðin. Tað kann
vera innan maskintøkni ella
rakstur. Útbúgvingin gevur
førleika til arbeiði sum m.a.
millumleiðari, verkførari,
arbeiði
á
teknistovu,
goymslustýring, flutnings-
virksemi og annað.
Báðar
útbúgvingarnar
eru at rokna sum sjálvstøð-
ugar yrkisakademiskar út-
búgvingar, men samstundis
geva hesar eisini góðan
møguleika til framhaldandi
útbúgvingar innan yrkið,
verður sagt í tíðindaskrivi
frá Tekniska Skúla.
Freistin at søkja um upp-
tøku til útbúgvingarnar eru
25. apríl.
Tøkningar til bygging og framleiðslu
Ørvur kannar frágreiðing
Arbeiðið, sum skipsførarin Ørvur Thomassen hevur
gjørt í málinum um óhappið hjá Norrønu, er ikki ein
nýggj frágreiðing um óhappið. Hann hevur gjøgnum-
gingið og kannað niðurstøðurnar í frágreiðingini hjá
Skipaeftirlitinum, og tí kann tað vera misvísandi at
kalla viðmerkingarnar hjá Ørvi Thomassen fyri eina
nýggja frágreiðing, um tað verður misskilt við eina
nýggja kanning av sjálvum óhappinum.
Blaðm.
Fíggjarsvik
Jan Müller
Sera torført er at fáa upp-
lýsingar um, hvat føroying-
ar hava mist í íløgufelag-
num Phoenix. Keldur Sosi-
alurin hevur tosað við og
sum hava sett pengar í fel-
agið vilja vera við, at rætta
milliónaupphæddin, sum
føroyingar hava havt í
felagnum, er nærri teimum
300 mió kr. enn teimum
100, sum er komið fram
higartil. –Rætta talið liggur
kanska millum 250 og 300
mió kr. Tað er helst rætt, at
talan er um einar 130 før-
oyingar, sum hava sett
pengar í Phoenix, men
meginparturin hevur átt
upphæddir, sum liggja væl
omanfyri milliónina sigur
keldan, sum sjálv hevur átt
nógvar pengar har men
hevur tikið teir út í fjør.
–Mannagongdin hevur ver-
ið tann, at átti tú meira enn
hálvaaðru millión kr. í fel-
agnum, so slapst tú undan
kostnaðinum, og tað hevur
havt við sær, at nógvir før-
oyingar hava sett meira enn
1,5 mió kr. í felagið. Eg
veit um, at tað eisini eru
mong, sum hava sett nakrar
100.000 kr. í felagið og at
tað so aftur í hinum enda-
num eru fólk ella fyritøkur,
sum kanska hava sett upp í
15 mió kr. í felagið sigur
ónavngivna
keldan
við
blaðið.
Keldan sigur víðari, at
veruliga nógvir pengar
hava verið at tjent hjá
íløgufelagnum í mong ár.
Okkurt árið hevur avkastið
verið uppí 25%, meðan tað
ímeðal kanska hevur verið
um tey 10%. –Nógvir før-
oyingar, sum hava plaserað
pengar í Phoenix, hava tjent
nógvar pengar sigur keld-
an, sum eisini vísir á, at
tragedian í hesum er so
tann, at flestu av føroysku
íleggjarunum hava ikki tik-
ið rentuna út sohvørt men
hava latið hana staðið, so
grundfæið er vaksið og har-
við aftur rentuinntøkurnar.
Nú er so alt mist.
Sum skilst so hava mong
fólk í Føroyum, ið hava átt
og spart sær nakað uppá á
kistubotninum, heldur enn
at lata pengarnar standa í
føroyskum fíggingarstovn-
um við lágari rentu, tikið av
góða tilboðnum frá Phoe-
nix, og hava plaserað peng-
ar har fyri at byggja sær
uppá eina eftirløn ella pen-
sión.
Phoenix-skandalan:
Føroyingar helst mist 250 til 300 mió kr.
-og vita, um Klaksvík-
ar Kommuna hevur
gjørt nakað skeivt í
sambandi við at seta
pengar uppá spæl í
íløgufelag
FÍGGJARSVIK
Jan Müller,
Jan@sosialurin.fo
Roknast kann við at Inn-
lendismálaráðið, sum tekur
sær av eftirlitinum av før-
oyskum kommunum, fer at
hyggja nærri at tilgongdini
í Klaksvíkar Kommunu,
sum hevur sett pengar í út-
lendskt íløgufelag. Hilmar
Høgenni, deildarleiðari í
Innlendismálaráðnum sigur
við Sosialin, at hann júst
hevur frætt um málið, og
tað er greitt, at man fer at
hyggja at tí. Tað er grein 42
í kommunufyrisitingarlóg-
ini, sum umrøður slík mál.
Hon sigur nakað um,
hvussu man skal umsita
peningaognir hjá kommun-
unum. Har stendur m.a. at
tær skulu umsitast sum
peningur hjá ómyndugum
verður umsitin og í tí ligg-
ur, at tær skulu umsitast
trygt og eisini soleiðis at
sum mest fæst burtur úr.
-Hevur kommunan fylgt
hesi áseting?
-Um hon hevur verið inn-
an fyri ella uttan fyri lógar-
innar karm má ein ítøkilig
meting til at gera av. Málið
í okkara verð er so nýtt, at
vit ikki fáa sagt nakað
ítøkiligt.
Hilmar Høgenni sigur, at
sjálvt um pengarnir í hes-
um førinum ikki vóru mist-
ir, so er spurningurin aktu-
ellur at viðgera, um hetta er
nakað,sum
kommunur
kunnu
seta
pengar
í.
–Kommunur eiga sum prin-
sipp at hugsa um váðan, tá
tær seta pengar í eitt nú eitt
slíkt íløgufelag.
-Er tað vanligt, at komm-
unur seta pengar í íløgufel-
øg?
-Tað hava vit ikki nakra
fatan av, men tað kundi ver-
ið rætt at kanna hetta, nú
eitt aktuelt málið hevur
stungið seg upp.
Eftirlitið fer at kanna Phoenix
ÍLØGUFELØG
Jan Müller
-Vit í umsitingini hava
ikki verið nóg umhugsnir
í hesum førinum. Tað eru
so nógv mál, sum fara um
hendurnar á okkum, og í
hesum førinum kann ein
aftaná iðra seg um, at ein
kanska
ikki
steðgaði
málinum, segði Stein-
bjørn Jacobsen, borgar-
stjóri í Klakvík við Rás 2
á middegi í gjár, tá út-
varpsrásin setti honum
spurningar um aktuella
Phoenix málið. Hann
vísti eisini á, at kommun-
an fór at vera meira varin
framyvir.
Uppá fyrispurning um
teir hava verið ov blá-
oygdir og latið tykkum
lumpað helt borgarstjórin
fyri, at tað er altíð ringt
at verja seg fyri sviki og
skjalafalsan. –Tað hava
vit so ikki mett tá, tá vit
tóku hesa støðuna. Men
tað var óheppið, at tað
skuldi enda so.
Um málið fær avleið-
ingar sigur borgarstjórin
við Rás 2, at hann hevur
fult álit á sínum leiðar-
um, sum geva sær og pol-
itikarum ráð. Hetta fær
ongar avleiðingar.
Borgarstjórin í Klaksvík við Rás 2:
Óhugsað av okkum