fríggjadagur 18. mars 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 18. mars 2005
27
Klaksvíkar Sjúkrahús
FO-700 Klaksvík
Deild M - Medisinsk seingjardeild
Vegna barnsburðarfarloyvi søkja vit eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi
at arbeiða 0,9 tíð frá 15.05.05 til 31.12.05.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Førleikakrøv:
- prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøð-
ingur
- fakligan áhuga innan medisinska sjúkrarøkt
- góð samstarvsevnir
- Ynskiligt er við royndum innan øki.
Lønar-og setanartreytir sambært sáttmála mill-
um Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkra-
røktarfrøðingar.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til tlf.
455463,
Synnøva Hansen deildarleiðari, lokal
403, ella Jonu Nielsen, fyristøðukvinnu, lokal 106.
Umsókn við avriti av prógvi og autorisatión verða
at senda til Klaksvíkar Sjúkrahús, att: Umsjón-ar-
maðurin, FO-700 Klaksvík.
Umsóknarfreist 31. mars 2004 kl. 12.
Søkt verður eftir
Leiðara
til barnagarðin "Leikan" í Skálavík
Fyri leiðara í barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir
avloysara at arbeiða 30 tímar um vikuna í tíðar-
skeiðinum 15. apríl til 31. oktober 2005.
Í barnagarðinum, sum er 4 1/2 ára gamal og nor-
meraður til 15 børn, eru bæði vøggustovu- og
barnagarðsbørn og eisini skúlabørn í frítíðar-
ansingini.
Áhugaðir umsøkjarar, ið hava fyrispurningar, eru
vælkomnir at seta seg í samband við kommun-
una, tlf. 361031 ella 21 92 21.
Skrivlig umsókn við møguligum prógvum og
viðmælum verður at senda til Skálavíkar komm-
unu, 220 Skálavík, og skal verða okkum í hendi
seinast hósdagin 07. apríl 2005 kl. 12.00.
Lønar og setanartreytir sambært sáttmála mill-
um Føroya pedagogfelag og Kommunala ar-
beiðsgevarafelagið.
Skálavíkar Kommuna
Suðuroyar Ellis- & Røktarheim
800 Tvøroyri
Søkt verður eftir
Frítíðaravloysarum
í tíðarskeiðnum 1.juni til 30.september 2005 fyri:
• sjúkrarøktafrøðingar
• sjúkrahjálparar/heilsuatstøðingar
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við
ávíkavist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøð-
ingar/Almanna- & Heilsurøktarfelagið og Fíggjar-
málaráðið.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi størvunum fáast
við at venda sær til fyristøðukvinnuna Sunnevu
Petersen tlf. 37 16 66 lok. 147.
Umsóknir við avritið av prógvum v.m skulu send-
ast til:
Suðuroyar Ellis- & Røktarheim
Postsmoga 51
800 Tvøroyri
Umsóknarfreist: 1. apríl 2005.
Norðoya Røktarheim
700 Klaksvík
Søkt verður eftir
Summarfrítíðar-
avloysarum
til heimið frá 01. juni til 31. august 2005.Vit søkja
avloysarar fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sjúkrahjálp-
arar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar.
Heimið hevur 2 deildir við 18 búplássum á hvørj-
ari deild. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Lønar- og setunartreytir sambart sáttmála mill-
um Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag.
Umsókn, saman við avriti av prógvi og autorisa-
tion verður at senda til leiðaran fyri Norðoya
Røktarheim, FO-700 Klaksvík.
Umsóknarfreist 08.apríl 2005.
Suðuroyar Sjúkrahús
FO 800 Tvøroyri
Frítíðaravloysarar
fyri portørar
Søkt verður eftir frítíðaravloysarum fyri sjúkra-
húsarbeiðarar (portørar) frá 15. juni til 31. august
2005.
Umframt koyring av sjúkrabili umfatar starvið alt
fyrifallandi inni og úti arbeiði.
Tilkalluvakt heimanífrá.
Tað er ein fyrimunur at umsøkjarar havar fyrstu-
hjálparskeið.
Løn sambart sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Havnar Arbeiðsmannafelag.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og upp-
lýsingum um starvsroyndir skal sendast til:
Umsjónarmannin
Suðuroyar Sjúkrahús
Postsmoga 51
800 Tvøroyri
Umsóknarfreist: 1. apríl 2005.