Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-18, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Kim Larsen og Erik Clausen sjarmera seg ígjøgnum seinasta filmin, sum Erik Balling leikstjórnaðu Teir báðir hava leiklutirnar sum teir báðir, Benny og Arnold. Teir eru gamlir vinmenn, og millum annað hava teir verið við til at stovnsett frístaðin, Haveeje. Bodil-virðislønta Birgitte Raaberg hevur leiklutin sum Susan Himmelblå, sum við sínum bláu eygum fær mannfólkahjørtuni í filminum at brána. Tað var Kim Larsen sjálvur, sum – við íblástri av Christiania - skrivaði søguna um alternativa umhvørvið, sum varð borið í heim saman við BZ- arunum. Og hóast talan ikki bara er um sólskinssøgur, so kann tilveran hjá Benny og Arnold í longum løtum tykjast lukkulig og sorgar- leys. Tá filmurin í 1984 kom á løriftið, var hann so væl og virðiliga dýrasta produk- tión, sum hevði verið í Danmark. Og hyggjararnir vóru eisini væl nøgdir. Filmurin gjørdist ein brak- andi succés, har Kim Lar- sen veruliga fekk eitt gjøg- numbrot sum filmssjón- leikari. Men hóast hetta, so hevur hann ikki verið at sæð í filmsheiminum síð- ani. Ístaðin hevur hann øll árini – bæði fyri og eftir Midt om natten – gjørt um seg í tónleikaheiminum, og tann parturin verður á ongan hátt gloymdur í filminum. Fleiri av stóru hittunum hjá Larsen eru ein sjálvsagdur partur av film- inum. Eitt nú kunnu nevn- ast Midt om natten, Susan Himmelblå og Haveeje, sum øll fyri eftirtíðina hava verið roknaðar sum landa- plágur í Danmark. Nr. 54 - 18. mars 2005 Á DR1 leygarkvøldið kl. 19.30 Sum 12 ára gamal finnur Alan Parrish eitt spæl, sum gongur fyri seg á eini plátu. Spældið nevnist Jumanji, og tá hann saman við vinkonuni, Sarah, fer í holt við spæla, henda brádliga undarlig ting av ymsum slag. Tað løgnasta av øllum er, at Alan sjálvur hvørvur inn í spælið, og hóast nógv verður roynt, so finst hann ikki aftur. Men søgan endar ikki við hesum. Tíðin gongur, og hóast plátan við Jumanji spælinum verður krógvað burtur, so verður hon ikki burturbeind, og tíðin hevur eisini tann eginleika, at allir lutir einaferð koma fyri dagsins ljós. Og soleiðis er eisini við Jumanji. 25 ár eftir, at Alan hvarv, finna tvey systkin spælið. Judy og Peter seta seg eisini at spæla, og brád- liga – eftir at terningurin er kastaður – trínur Alan fram. Nú er hann ein vaksin maður, og tað er ikki bara at siga tað, nú hann hevur flutt seg fjórðings øld fram. Talan er um eina ævintýr- líknandi film fyri alla fa- miljuna, har Robin Willi- ams hevur høvuðsleiklutin sum tann vaksni Alan Parrish. Aðrir leikarar í filminum eru Kirsten Dunst, Bradley Pierce, Bonnie Hunt, Patricia Clarkson og David Alan Grier. Midt om natten Jumanji vinmenn, og millum annað hava teir verið við til at stovnsett frístaðin, Haveeje. Bodil-virðislønta Birgitte Raaberg hevur leiklutin sum Susan Himmelblå, sum við sínum bláu eygum fær mannfólkahjørtuni í filminum at brána Fleiri av stóru landaplágunum hjá Kim Larsen eru sjálvsagdur partur av filminum Á TV3 hóskvøldið kl. 20.00 Robin Williams hevur høvuðsleiklutin sum Alan Parrish, sum umvegis eitt plátu- spæl verður fluttur 25 ár fram í tíðina Talan er um ævintýrkendan familjufilm, sum kann síggjast av øllum húskinum