leygardagur 19. mars 2005síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 19. mars 2005
47
Frítíðarløn 2. mai 2005
Frítíðarlønin verður útgoldin 2. mai 2005.
Eigur tú frítíðarløn, fært tú eina fráboðan.
Býrt tú í Føroyum
Ert tú flutt/-ur, síðani tú boðaði fólkayvirlitinum frá, fer fráboðanin retur til
Frítíðargrunnin.
Fyri at sleppa undan hesum skalt tú boða fólkayvirlitinum frá nýggja
bústaðnum.
Býrt tú uttanlands
Býrt tú uttanlands, og ert tú flutt/-ur, síðani tú boðaði fólkayvirlitinum frá, fer
peningurin eisini retur til frítíðargrunnin.
Fyri at sleppa undan hesum skalt tú boða Toll- og Skattstovuni frá nýggja
bústaðnum.
Kontunummar
Frítíðarlønin fyri 2005 fer á somu kontu sum í fjør. Vilt tú broyta
kontunummarið, verður tú biðin um at boða okkum frá nýggja
kontunummarinum.
Hetta kanst tú gera við at útfylla fráboðanina niðanfyri og senda okkum hana
áðrenn 20. apríl 2005. Ella tú kanst útfylla fráboðanina á heimasíðuni
www.tollskatt.fo.
Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til okkum á telefon 37 10 51.
Vit svara mán. - hós. kl. 9.00 - 15.30, og frí. kl. 9.00 – 15.00
P-tal:
Navn:
Bústaður:
Postnr. og bygd/býur:
Peningastovnur:
(bert føroyskur)
Kontunummar:
_____________ ,
/
2005
______________________
Undirskrift
Fráboðanin skal sendast:
Toll- og Skattstovu Føroya
Suðuroyar Øki
Postsmoga 69
FO-800 Tvøroyri
Lesið
internet
Sosialin !