Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 19. mars 2005 53 EITT LJÓS Á GØTU MÍNI Hin góða gerðin móti Jesusi »Hon hevur frammanundan salvað likam mítt til jarðarferðina.« (Mark. 14,8) Pálmasunnudagur er dagurin, tá ið Jesus reið inn í Jerúsalem undir fagnaðarrópum fólksins. Vit hava longu einaferð í kirkjuárinum hildið hesa hending. Tað var hin fyrsta sunnu- dagin í advent. Hvør ótrúligur munur er ikki millum tann dagin og Pálmasunnudag! Tá vóru vit lærusveinar, sum heils- aðu Harra okkara vælkomnan við fagnaðar-rópum. Kristus kom ríðandi sum kongur inn okkara millum fyri at byrja eitt náðinnar ár. Nú hava vit fylgt Honum til Jerúsalem's og skulu til at byrja ta stillu vikuna, dymbildaga vikuna, tá ið Hann varð vrakaður, svikin, háðaður og sligin í hel. Tí syngja vit ikki Hosianna í dag. Vit fara undir hesa vik- una í einum hýri av skilnaði og fráfaring, savnað um Meistar- an í Betániu. Maria var tann, sum skilti tað best. Í kærleika sínum til Meistarans gav hon tað dýrasta, hon átti. Tað var oyðsl. Men tað finst eitt oyðsl, sum Guð elskar. Tað kemur frá einum hjarta, sum vil gera alt fyri Hann. Ein tílíkur kærleiki er meiri verdur enn eitt og hvørt slag av tilætlaðum klókskapi, sum fyrst og fremst hugsar um nyttuna. Judas umboðar vit og skil. Hann gjørdi tað gamaní av vánaligum orsøkum, men próv- grundir hansara hava verið nýttar av nógvum góðum kristn- um. Men Jesus gav Mariu rætt. Tað finst eitt kærleikans oyðsl, ein frøifull ovurnøgd, sum gevur tað besta, hon hevur, til Jesus, soleiðis sum Maria gjørdi tað, tá ið hon sat við føtur Hansara og lýddi á orð Hansara, sjálvt um tað var so nógv annað at gera heimi við hús. Vit hava rætt til at oyðsla við gávum okkara til Hansara. Tá ið hermenninir býttu klæði Jesu sínamillum á Golgata, gjørdust teir stórliga bilsnir, tá ið teir millum klæði Hansara, tí fátæka profetinum, funnu ein dýran kyrtil, vovin í einum stykki. Tað var ivaleyst ein gáva frá onkrum, sum hevði viljað givið Honum tað besta, sum var at fáa. Og hesa gávuna hevði Hann tikið ímóti. Tað slagið av gávum kann eisini verða givið í dag. Tað er alt í lagi, at vit prýða halgidómar okkara, tá ið tað er í sonnum kærleika til Jesus og við ynskinum um at heiðra Hann og lata menniskju kenna nakað av himnisku gleðini í guðstænastuni. Men tey fátæku hava vit altíð hjá okkum, segði Jesus. Kær- leikin til Hansara má, tá ið samanum kemur, verða til ein kærleika til teirra, sum líða her á jørðini. Og eisini her er tað í lagi við einum signaðum oyðsli, sum gevur uttan at telja og viga og uttan altíð at krevja trygd fyri, at tað kann loysa seg at hjálpa. Jesus tók ímóti gávuni hjá Mariu sum fyrireiking til jarðarferð sína. Eingin av hinum grunaði, hvussu nær ið hon var. Men Hann reistist fyri at fara inn í Jerúsalem, fullgreiður yvir, at tími Hansara var nær. Tá ið vit fylgja Honum, vita vit tað betur enn teir fyrstu lærusveinarnir. Vit hava ikki so lætt við at taka undir við fagnaðinum saman við mannamúgvun- um. Men vit skilja Mariu, sum gav tað besta, hon hevði, til Hansara, sum skuldi geva lív sítt fyri hana og fyri okkum øll. Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur Brúdleyp Leygardagin 19. mars kl. 16.00 giftast í Christianskirkj- uni í Klaksvík Ruth Baldvinsson og Pole Mikkelsen, bæði úr Klaksvík. Veitslan verður kl. 19.00 fyri innbod- num á Hotel Norð. Leygardagin 19. mars kl. 14.30 giftast í Berøa, Saltang- ará, Elin Kirke, Saltnes og Agnar Josephsen, Klaksvík. Aftaná vígsluna verður drekkamunnur í kjallaranum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Leygardagin 16. apríl kl. 17.00 giftast í Vesturkirkjuni Sanna Poulsen og Jóan Pauli Joensen, Tórshavn. Veitslan verður í HB-húsinum kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 322669, 223769 ella 223027, áðrenn 6. apríl. Leygardagin 16. apríl kl. 15.00 giftast í Skála kirkju Kristbjørg S. Petersen av Skála og Jóanes Brøðraberg úr Tórshavn. Veitslan verður á Hotel Føroyum kl. 19.30. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 213939, 214582 ella 314582 í seinasta lagi 1. apríl. Silvurbrúdleyp 29. mars kunnu hjúnini Annika og John Heinesen, Klaksvík, halda silvurbrúdleyp. Vælkomst verður frá kl. 17.00 í heiminum á Mylnugøtu 4. TILTØK Leygarkvøldið 19. mars í Tvøroyrar kirkju Í samband við tiltak hjá AA- felagsskapinum verður boðið til aftanbøn eftir keltiskari skipan í kirkjuni kl. 23.00. Pálmasunnudag Havnar kirkja: kl. 10, konfirmatión, Sonja Klein Havnar kirkja: kl. 12, konfirmatión, Jóannis Fonsdal Kaldbak: kl. 12 konfirmatión, Bjarni Bæk Vesturkirkjan: kl. 11, konfir- matión, Bergur D. Joensen Kirkjubøur: kl. 11, konfir- matión, Heri Joensen Bøur: kl. 12, altarg., David Johannesen Kollafjørður: kl. 11 Marjun Bæk Hvalvík: kl. 11, konfirmatión, Mogens Tilsted Christensen Leirvík: kl. 11, konfirmatión, Uni Næs Rituvík: kl. 11, Meinhard Bjartalíð Í Kollafirði verður nú farið í kirkju kl. 11.00 Norðskála: kl. 11.40 skriftamál, kl. 12 messa Emil Olsen Hvannasund: kl. 12, útv., Elsa Funding Christianskirkjan: Hans Eiler Hammer kl. 11, konfirmatión Klaksvíkar sjúkrahús: Niels Pauli Danielsen kl. 10 Norðoya Røktarheim: Elsa Funding kl. 14.30 (Talvan gongur í Klaksvík fyri Guðs orðs boðan) Gøta: kl. 12, Martin R. Jaocbsen (familjuguds- tænasta). Talvan gongur fyri sunnudagsskúlan Sjóvar kirkja: kl. 11, konfirmatión, Jógvan Fríðriksson Sandur: kl. 11 konfirmatión, Jákup R. Hansen Tvøroyrar kirkja: kl. 11, konfirmatión, Jónsvein Bech Sumba: kl. 12 konfirmatión, Patrick de Neergaard Pálmasunnudag gongur talvan í Vága prestagjaldi fyri »Breyð til heimin«. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Morgunmøti og samstundis barnaansing, kl. 12 Sunnu- dagsskúli og eisini møti. Virgar Hvidbro talar. www. hebron.fo Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Sunnudagin kl. 11 Gudstæn- asta, kl. 14 Sunnudagsskúli, kl. 14 Junior, kl. 18 Møti v/ teimum ungu. Samkoman við Marknagil Skúlaheiminum, Marknagilsv. 75. Møti: Sunnumorgun kl. 10.30: Breyðbróting. Barnaansing verður eisini. Mánakvøld kl. 20.00: Bønar- og uppbyggingarmøti. Missiónshúsið við Landavegin Sunnudagin kl. 14.00: Sunnu- dagsskúli á Norðasta Horni. Sunnukvøldið kl. 18.00: Møti í Missiónshúsinum. Fríkirkjan Oasan Uppi á Brekku 3 Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- møti. Mikumorgun kl. 7 Bøn. Verið øll hjartaliga vælkomin. Katólska Kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Orðsins tænasta v/ komm- unión í Kerit. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 Hámessa v/ Lars Messerschmidt prestur, í Mariukirkjuni, kl. 14 Sunnu- dagsskúli. Frelsunarherurin, Tórshavn Pálmasunnudag hava vit vitjan av major Niels Bern- hard Tappland úr Noreg. Hann syngur og talar á møtin- um kl. 11.00 og kl. 18.00. Sunnudagsskúli kl. 14.00. Øll eru vælkomin. Filadelfia Landavegur 22 Í dag kl. 17 Landsbøn. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti v/ Tummas Jacobsen, kl. 11.50 Sunnudagsskúli og ABC, evnið: »Foreldur og børn« (2. partur), kl. 18 Møti við Heina Lützen. Mánadagin kl. 20 Bønar- skúlin. Um tær tørvar persónliga samrøðu og/ella forbøn ring 211067. www.filadelfia.fo Lívdin í Hoyvíkar skúla Leygarkvøldið kl. 20.30 Ungdómsmøti við lovsangi, vitnisburði, Lív Clementsen talar. Sunnumorgunin kl. 10.30 Familjumøti har evnið er: »Eg eri breyð Lívsins«. Kl. 11.30 Samvera við drekka, kl. 12 tilbiðjanarmøti har evnið er »Tænasta Guds«, Jógvan Zachariassen talar á báðum møtunum. Barnaansing undir møtinum. Sunnudagsskúlin kl. 12. www.livdin.fo Frá Ebenezer Sunnudag kl. 10 Breyðbrót- ing, kl. 12 Sunnudagsskúli, kl. 18 Evangel. møti. Talarar: Poul Færø, Eyðfinn Reyðberg og Sámal Mikkelsen Mánadag kl. 17 Kvinnur koma saman til bøn í Sloans húsi. Øll eru vælkomin. www.ebenezer.fo Meinigheitshúsið Fríggjadagin kl. 19.30-21.30 Juniorhugni. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Malmberg Olsen. Tórshavnar Hvítu- sunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti, kl. 18.00: Evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Saron, Vestmanna Sunnudagin verður samkomu- fundur kl. 18.00. Nátturði verður eftir fundin. Mánadagin 21. mars kl. 20.00: Opið hús fyri ung. Hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Sørvági Sunnudagin verður sunnu- dagsskúli kl. 14.30. Gentur syngja og dansa. Møti kl. 18.00. Jógvan tosar um tær boðandi náðigávurnar, annan part. Vælkomin. Fundarøð í skúlanum á Velbastað Er Gud ein veruleiki? Fríggjakvøldið byrjar fundar- røð í skúlanum á Velbastað við heitinum »Er Gud ein veruleiki«. Á fundunum luttaka Poul Færø, Eyðfinn Reyðberg, Sámal Mikkelsen og Jákup N. Olsen. Sangur og tónleikur við MC Restorff og Kvartettini í Betesda í Klaks- vík. Sunnudagin familjumøti fyri børn, ung og vaksin, har søga verður fyri børnini. Fríggja- og leygarkvøldið kl. 20 og sunnudagin kl. 14. Hjartaliga vælkomin. Missións- og Ungdóms- húsið á Glyvrum. Sunnudagin sunnudagsskúli kl. 14.00. Møti kl. 18.00. Rósalin Olsen talar. Páskastevnan byrjar skírisdag 24. mars kl. 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Leirvík Sunnudagin verður eingin sunnudagskúli, møti ella ung- dómsmøti vegna konfirma- tión. Gøta Ungdómsmøti verður í kirkju- kjallaranum leygarkvøldið kl. 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sjómanskvinnuringurin í Runavík kemur saman mánakvøldið 21. mars kl. 19.30 í Kvinnu- felagshúsinum á Glyvrum. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 Awake við Alice Frederiksberg o.fl. Sunnudagin kl. 17 Møti við Paula Høj. Barnamøti kl. 17. Páskastevnan verður í døgun- um 24.-28. mars. Les meira á www.keldan.fo Vælkomin í Kelduna. Samkoman Lívsins Orð Saltangará Sunnudagin kl. 10.30 Møti. Mánadagin kl. 20 Húsmøti fyri ung. Øll hjartaliga væl- komin. Karmel, Eiði Sunnukvøldið kl. 19 Møti v/ Sigurd Sørensen. Getsemane, Klaksvík Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu- dagsskúli og kl. 18 Møti. Tú ert hjartaliga vælkomin. KFUM & K, Klaksvík Sunnudagin kl. 14 sunnu- dagsskúli kl. 17.30 Bønarløta, kl. 18 Møti, kl. 21 Ungdóms- møti. Øll hjartaliga vælkomin. Soli Deo Gloria Sunnudagin kl. 14 sunnudags- skúli, kl. 18 Møti v/ Osvald Thomsen Aglow, Klaksvík Møti verður á Soli Deo Gloria leygarkvøldið kl. 20. Allar kvinnur eru vælkomnar. Missiónshúsið á Viðareiði Leygarkvøldið 17. mars kl 21.00 verður ungdómsmøti við Fimmboða Poulsen.Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin eingin sunnu- dagsskúli og einki møti vegna konfirmatión. Missiónshúsið í Hvalba Pálmasunnudag verður onki møti og ongin sunnudagsskúli vegna konfirmatión. Stýrið Missiónshúsið á Tvøroyri Eingin sunnudagsskúlin vegna konfirmatión og páskafrí. Møti sunnukvøldið kl. 18.00 er avlýst vegna konfirmatión. Frelsunarherurin í Vági Pálmasunnudag kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Evang. møti, Barnakórið v/ Jens og Mar- grethu syngur. Eyðun Christi- ansen talar. Øll eru vælkomin. Samuelskirkjan Pálmasunnudag, gudstænasta við altargangi. Páskadag, gudstænasta og vitjan av føroyskum tón- leikarum. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagin 21. mars: kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10.15-17 Seyma fýrkantar saman til teppir kl. 14-17 Kortspæl, landa- strok, telving o.o. spøl. Tilm. til døgurðan mikud. og fríggjadag tlf. 316491. Innsavnan av myndum, lutum o.ø. frá 1920-45 til ólavsøkuframsýningina. Týsdagin 22. mars: kl. 10.00–11.30: Sangur, Eyðun Sørensen. Øll eru hjartaliga vælkomin. kl. 15.00: Kunning um Tjarnagarð. Hensia Einarson. Mikudagin 23. mars: kl. 10.00–13.00: Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12.00: Páskadøgurði. Høvi er at koma sum gestur kl. 15.00: Vitja Tjarnagarð. Tilmelding tlf. 316491 mána- dagin Skírisdag og langa fríggjadag er stongt Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin.