Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 56 - 22. mars 2005 Stúra fyri atsóknum Løgreglan og fregnartænastan í Bretlandi ávara nú um, at írskir yvirgangsmenn kunnu hava lagt ætlanir um eina bumbuherferð í London. Fríggjadagin sendi tann serliga yvirgangsdeildin hjá Scotland Yard vinnufyritøkum og skrivstovum í London eitt teldubræv við ávaring um, at víðgongdir bólkar av IRA hava verið sera virknir í seinastuni, og sambært blaðnum The Observer hava bólkarnir ætlanir um at søkja at málum í Bretlandi. Seinni váttaði ein talsmaður hjá løgregluni, at vandin fyri yvirgangs- atsóknum í London er størri nú, enn hann hevur verið í seinastuni. Samstundis er tað ein sannroynd, at friðartilgongdin í Norðurírlandi er um at fara fyri bakka, eftir at IRA er lagdur undir at hava skipað fyri, tá Robert McCarnney bleiv myrdur á einum vertshúsi í Belfast tann 30. januar. Takkað verði systrum hansara hevur umheim- urin fingið kunnleika til morðið, og tað hevur lagt stórt trýst á leiðsluna í IRA og politiska vongi hansara, Sinn Fein. Myrdu 350 kvinnur Seinastu tólv árini eru umleið 350 kvinnur funnar myrdar í oyðimørkini uttan fyri meksikanska býin Juarez. Kanningar vístu, at fleiri av kvinnunum vórðu neyðtiknar fyrst, men sjálvt um myndugleikarnir fingu hjálp frá serfrøðingum hjá ST, hevur tað víst seg at vera vónleyst at avdúka, hvør beindi fyri kvinnunum. Men nú halda teir meksikosnku myndugleikarnir seg hava loyst gátuna, og seinastu vikurnar hevur løgreglan tikið fimm menn, sigur Sky News. Teir eru skuldsettir fyri at hava myrt fleiri kvinnur í árunum 1997, 1999 og í 2001, og teir eru eisini undir illgruna fyri at hava beint fyri átta kvinnum, sum eru horvnar higartil í ár. ST hevur leingi funnist hvassliga at myndug- leikunum í Meksiko, tí teir hava ikki lagt nóg stóra orku í at finna drápsmenninar. ST-serfrøðingurin Tavara da Silva segði herfyri, at nógvastaðni í Meksiko fáa kvinnur ringa viðferð, og at myndugleikarnir ofta sita hendur í favn og hyggja at. Dýra oljan kemur væl við Í Noregi verður roknað við, at í ár fær ríkiskassin einar 60 milliardir norskar krónur meiri burtur úr oljuni, enn stjórnin hevði mett frammanundan. Treytin er, at oljuprísurin fer at liggja um einar 50 dollarar fyri tunnuna í ár, og at dollaravirðið verður á leið tað sama sum nú, skrivar Aftenposten. Men tann góði oljuprísurin fer eisini at økja íløgurnar í Noregi. Hagstovan í Oslo væntar, at í ár fara oljufeløgini at brúka einar 90 milliardir norskar krónur til oljuleiting og flutning, og tað eru 18 milliardir krónur meiri enn í fjør. Norsk feløg eiga ikki allar íløgurnar, men tann stóri íløguvøksturin fer kortini at gera, at eftirspurningurin eftir norskum vørum fer at veksa, sigur hagstovan. Hóast Noreg er vorðið eitt av teimum stóru oljulondunum, er tað dýrt hjá fólki har at keypa olju og bensin. Harafturímóti kunnu norðmenn ugga seg við, at pengarnir renna í tann almenna oljugrunnin, og at komandi ættarlið tí kunnu kenna seg viss í at fáa pensjón frá tí almenna, skrivar Aftenposten. Selja kirkjur Síðani staturin og kirkjan í Svøríki vórðu skild sundur fyri fimm árum síðani, eru tær árligu inntøkurnar hjá kirkjuni minkaðar næstan eina milliard krónur, og nú fer at sansa at, skrivar Dagens Nyheter. Fleiri svenskar kirkjur eru gamlar og treingja til ábøtur, men tær minkandi inntøkurnar gera, at eingir pengar eru til viðlíkahald, og tí eru fleiri kirkjur lýstar til sølu. Eitt nú er ein kirkja í syðra parti av Stockhólm lýst til sølu, og í Uppsala er eisini ein kirkja sett á sølulista. Har var ein onnur kirkja eisini til sølu, men hana hevur Frelsunarherurin nú leigað. Har suðuri í Skåne er ein kirkja til sølu fyri eina krónu, men enn er einki boð komið upp á hana. Tað kemst ivaleyst av, at tað fer at kosta enar 30 milliónir krónur at seta hana í stand. Tað er ikki bara í Svøríki, at kirkjur eru til sølu. Í Bretlandi og Niðurlondum eru fleiri kirkjur seldar tey seinastu árini. Ísraelsku myndug- leikarnir ætla at byggja 3.500 hús á Vestara Áarbakka tætt við Jerusalem. Tað hevur fingið øði í palestinar ÍSRAEL Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann nýggja bygdin, sum Ísrael ætlar at byggja, skal binda jødisku niðursetu- bygdina Maaleh Adumim saman við tann arabiska partin av Jerusalem. Sam- bært blaðnum Yedioth Ahronoth er byggingin liður í avgerðini hjá Ariel Sharon, forsætisráðharra at staðfesta, at Jerusalem verður ikki býttur sundur. Sum eitt plástur á sárið hevur ísraelska stjórnin gjørt av at gera tveir nýggj- ar vegir ímillum tann arab- iska partin av Jerusalem og palestinsku býirnar Ra- mallah og Betlehem, men tað góðtaka palestinar ikki. – Ætlanin hjá ísraelsku stjórnini gevur okkum eina uppfatan av, at ísraelsmenn ætla at lata okkum fáa Gaza-geiran aftur, men at teir skulu hava eitt størri Ísrael afturfyri, segði pale- stinski ráðharrin Ghassan al-Khatib við Reuters í gjár. Hann legði afturat, at Ísrael má átaka sær ábyrgdina av avleiðingunum, sum kunnu standast av, at landið støð- ugt brýtur friðarætlanina hjá ST, ES, USA og Russ- landi. Í síðstu viku lótu ísraels- menn palestinar fáa eftir- litið við býnum Jeriko, og í gjár skuldu teir eisini fáa eftirlitið við Tulkarm. Tað hevur verið rættiliga friðar- ligt í teimum hersettu økj- unum, síðani palestinar valdu Mahmoud Abbas til forseta tann 9. januar, men í gjár ávaraðu palestinskar keldur um, at ísraelska ætlanin um at byggja eina bygd við Jerusalem kann hótta friðin og friðartil- gongdina, skrivar Reuters. UTTAN ÚR HEIMI Ísraelsk byggiætlan hóttir friðartilgongdina Fyri trimum árum síðani stóðu stór øki í Evropa undir í vatni, og nú er tað sama í ferð við at henda VATNFLÓÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Lýggjari veður hevur gjørt, at kavin í teimum eystur- evropeisku fjøllunum er farin at tiðna. Samstundis hevur tað regnað illa nógvastaðni, og úrslitið er, at fleiri áir í Pólandi, Kekkia og Týsklandi eru farnar upp um áarbakkar- nar. Í Pólandi hava myndug- leikarnir sent umleið 3.000 arbeiðsmenn og hermenn at pumpa vatn úr húsum, sum standa undir í vatni, eftir at áin Wisla fór upp um áar- bakkarnar um vikuskiftið. Sambært myndugleikunum stóðu umleið 1.200 hús og umleið 10.000 hektarar av landbúnaðarjørð undir í vatni sunnudagin. Í gjár góvust polsku myndugleikarnir at leita eftir tveimum 13 og 18 ára gomlum dreingjum, sum eftir øllum at døma eru druknaðir í ánni Kaczawa. Sum skilst bleiv tann 13 ára gamli drongurin tikin við streyminum, tá hann fór eftir einum bólti. Tann 18 ára gamli leið somu lagnu, tá hann royndi at bjarga tí yngra. Í týska býnum Dresden ávaraðu myndugleikarnir um vatnflóð sunnudagin, tí áin Elben var vaksin nógv. Tá var vatnsstøðan næstan seks metrar oman fyri tað vanliga. Bæði í Pólandi og Kekkia hava myndugleikarnir flutt fólk burtur frá teimum stóru áunum, og fleiri stúra fyri, at økið verður líka meint rakt sum í 2002, tá stórir partar av Eystur- og Miðevropa stóðu undir í vatni. Tá druknaðu 70 fólk, og fleiri tíggjutúsund máttu flytast burtur. Vatnflóð í Evropa Ein palestinskur drongur og nakrir ísraelskir hermenn á markinum ímillum Ísrael og Vestara Áarbakka Mynd: Reuters