Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 56 - 22. mars 2005 Smærri mál fyri tað mesta Løgreglan í Havn upplýsir at vikuskiftið hevur verið stak friðaligt. Teir hava ver- ið sjónligir hetta vikuskift- ið, og hava lourt nógv úti. Onkur tilkalling hevur tó verið, men vakthavandi sig- ur, at tað bert hava verið smærri mál. Konufólkabardagi Fríggjakvøldið fekk løg- reglan boð um, at ein bar- dagi var uttanfyri Ebenezer. Tá løgreglan kom á staðið sóu teir, at tað vóru tvær yngri kvinnur, ið bardust. Onnur hevði fingið ein fingur í eygað, og tískil tók løgreglan hana við út á skaðastovuna. Eingin teirra varð meldað í málinum, men løgreglan bað um frágreiðing, um so er, at onnur teirra meldar seinni, og sak verður. Rúsdrekkakoyring í Havn Leygarnáttina um hálvgum trý tíðina varð ein maður tikin fyri rúsdrekkakoyring i Havn. Maðurin hevði sera høga promillu. Vaktahav- andi sigur, at løgreglan hevur eyguni væl eftir bil- førarum vikuskiftisnætur, og at teir ofta steðga bilum fyri at kanna, um førarin er ávirkaður. Húsaófriður Leygarmorgunin vórðu boð send eftir løgregluni, um at koma at loysa eitt mál um húsaófrið. Løgreglan fekk tosað partarnar til rættis, og eingin varð handtikin í málinum. Báðir partar vóru verandi eftir í húsunum. Harðskapur Sunnunáttina fekk løg- reglan eina fráboðan um eitt harðskapsmál í Klubba- garðinum. Ein maður varð blivin skallaður í andlitið, og hann fekk skaða í nøs- ina. Løgreglan fekk fatur í gerningamannin, og av- hoyrdi hann. Mál er skriv- að, og tí verður tað avgjørt í rættinum. Herverk á Stórheyggi Sunnudagin kom ein frá- boðan um herverk á høllina á Stórheyggi. Tveir stórir rútar vóru knústir, tí onkur hevði tveitt grót inn ígjøgnum teir. Ilt er at gera nakað við tílík mál, og framvegis er eingin skuld- settur í málinum. Rúsdrekkakoyring í Kollafirði Sunnukvøldið varð ein maður tikin í Kollafirði fyri at koyra ávirkaður av rús- drekka. Vakthavandi veit ikki at siga hvussu høg pro- millan var, men hon var í ællum førum hægri enn loyvt. -eys POLITIKKUR Tíðindaskriv Løgmaður, Jóannes Eides- gaard, skal eftir ætlan 12. apríl hitta aðalskrivaran í NATO, Jaap de Hoop Scheffer, á NATO- høvuðs- borgini í Brússel. Jaap de Hoop Scheffer er ættaður úr Niðurlondum, og hann hevur røkt uppgávuna sum NATO-aðalskrivari síðan 2003. Jóannes Eidesgaard verð- ur annar løgmaður í røðini, ið fær høvið til at hitta ein NATO-aðalskrivara. Á sumri í 2003 vitjaði fyrr- verandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, táverandi NATO-aðalskrivaran, George Robertsson, á NATO-høvuðsborgini í Brússel. Fundurin millum løg- manni og NATO-aðalskriv- aran er komin í lag í sam- band við vitjanina hjá løg- manni í Evropasamveldin- um í døgunum 10. til 13. apríl. Umframt at hitta ES- myndugleikar og NATO- aðalskrivaran, er eisini greitt, at løgmaður fer at hitta aðalskrivaran í EFTA, William Rossier á síni vitjan í Brússel í komandi mánaði. Løgmaður skal hitta aðalstjóran í NATO Løgmaður skal í apríl hitta aðalskrivaran hjá Nato