týsdagur 22. mars 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 22. mars 2005
5
Føroya Bjór hevur
ikki somu áskoðan
um lønsemi í fram-
leiðsluni av sodavatni
sum Restorff’s
Bryggjarí hevur. - Vit
halda avgjørt, at hetta
er ein framleiðsla
sum loysir seg, sigur
Einar Waag, stjóri
SODAVATN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Viðhvørt hendir tað, sum tú
ikki rættiliga roknar við; at
kappingarneytar á ymisk-
um økjum keypa hvønn
annan – ella partar av
hvørjum øðrum.
Ikki so sjáldan hava
bryggjaríini,
Restorff’s
Bryggjarí í Havn og Føroya
Bjór í Klaksvík, verið í
hornatøkum í fjølmiðlun-
um um ymisk viðurskifti av
felags áhuga.
Men síðsta fríggjadag
hendi so tað, at Restorff’s
Bryggjarí avgjørdi at selja
Føroya Bjór øll rættindi
síni til framleiðslu av teim-
um sløgum av sodavatni,
sum bryggjarríið í Havn
hevur.
- Vit vórðu uppringdir av
Restorff’s Bryggjaríi, sum
segði, at teir 1. apríl í ár
fóru at gevast við at
bryggja sodavatn, tí hetta
loysir seg ikki hjá teimum.
Teir spurdu, um vit høvdu
áhuga fyri merkjunum hjá
teimum. Eg segði, at eg
kortini fór til Havnar
seinnapartin fríggjadagin.
Vit høvdu ein fund við
Restorff’s Bryggjarí um
málið henda seinnapartin
og avgjørdu at keypa rætt-
indini til tey sløg av soda-
vatni, sum felagið hevur.
Soleiðis greiðir stjórin á
Føroya Bjór, Einar Waag,
frá gongdini í hesum máli.
- Vit hava soleiðis keypt
rættindini at tappa tey sløg
av sodavatni hjá Restorff’s
Bryggjaríi, sum vit halda,
at potentialið er í.
Sisu úr Klaksvík
Einar Waag sigur, at høv-
uðsmerkið hjá Restorff’s
Bryggjaríi er Sisu, og hann
sigur, at hetta merkið fer
Føroya Bjór í hvussu er at
framleiða.
- Vit fara eisini at hyggja
eftir, um tað kanska loysir
seg hjá okkum at framleiða
eitt ella tvey onnur sløg av
sodavatni, sum Restorff’s
Bryggjarí hevur havt.
Stjórin sigur, at enn hava
tey á Føroya Bjór ikki gjørt
sær nakrar niðurstøður um,
hvørji onnur sløg av soda-
vatni kundu verið áhuga-
verd, men hann nevnir eitt
nú Peru-sodavatnið, sum
kanska eisini hevur eitt
potentialið.
- Vit fara so ikki at fram-
leiða reyða og grøna slagið,
sum Restorff’s Bryggjarí
hevur havt, tí hesi sløgini
hava vit frammanundan,
sigur hann.
Einar Waag sigur, at tað
nýtist ikki at taka langa tíð
hjá Føroya Bjór at fáa nøk-
ur av teimum sodavatns-
sløgum, sum tey nú hava
keypt
frá
Restorff’s
Bryggjaríi, út á marknaðin.
- Hetta kann gerast heilt
skjótt, sigur hann.
Helmingurin
sodavatn
Spurdur, hvussu stórur
partur av samlaðu fram-
leiðsluni hjá Føroya Bjór,
sodavatnið er, sigur stjórin:
- Eg vil meta, at sølan av
sodavatni er umleið ein
helmingur av samlaða um-
setninginum hjá okkum.
Einar Waag vísir á, at tað
slagið av sodavatni hjá
Føroya Bjór, sum selir nógv
best, er Jolly – hálvur litur
og hálvur annar litur.
- Parturin av sodavatni í
glasfløskum er lutfalsliga
lítil í dag, kanska eini 10%,
men her er tað aftur Jolly-
glasfløskan, sum selir best.
Føroya Bjór hevur ikki
somu áskoðan um lønsemi í
framleiðsluni av sodavatni
sum Restorff’s Bryggjarí
hevur.
- Vit halda avgjørt, at
hetta er ein framleiðsla sum
loysir seg, sigur Einar
Waag, stjóri, at enda.
Á Føroya Bjór í Klaksvík
og kring landið annars eru
eini 40 ársverk tilsamans.
Stjórin á Restorff’s
Bryggjaríi, Óla Svend
Nolsøe, heldur, at
Føroya Bjór við Jolly
og Sisu nú hevur tveir
rættiligar "tungvekt-
arar" á marknaðinum
– í kapping við út-
lendska sodavatnið
SODAVATN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Óla Svend Nolsøe, stjóri á
Restorff’s Bryggjaríi, sigur,
at tey hava havt eini 15
ymisk sløg av sodavatni,
harav Sisu hevur staðið fyri
umleið 40% av samlaða
umsetninginum av soda-
vatni.
Hinvegin, sigur hann, at
samlaða sølan av sodavatni
hjá Restorff’s Bryggjaríi
snýr seg um eini 15% av
øllum umsetninginum hjá
felagnum. Tískil er parturin
av
umsetninginum
hjá
Restorff’s Bryggjaríi, sum
stendst av sodavatni, mun-
andi minni enn hjá Føroya
Bjór, har hesin parturin
liggur um ein helming.
- Kappingin er hørð, og
vit hava verið noyddir at
framleitt tær stóru fløskur-
nar uttanlands, meðan Før-
oya Bjór framleiðir sínar
fløskur her heima. Sostatt
hava okkara fløskur verið
nógv dýrari at keypa enn
fløskurnar hjá kappingar-
neytanum.
Loysir seg ikki
Óla Svend sigur, at sam-
bært teimum tølum, sum
Restorff’s Bryggjarí hevur
á borðinum, hevur soda-
vatnið lítið og einki kastað
av sær, og tí avgjørdi
felagið nú at selja hendan
partin av rættindunum til
Føroya Bjór, tá ið hesir
vóru sinnaðir at keypa.
-
Við
hesum
hevur
bryggjaríið í Klaksvík nú
eisini uppaftur betri møgu-
leikar at standa seg í kapp-
ingini við útlendska soda-
vatnið, sum verður selt í
Føroyum.
Stjórin
á
Restorff’s
Bryggjaríi sigur, at Føroya
Bjór við Jolly og Sisu nú
hevur tveir rættiligar "tung-
vektarar" á marknaðinum.
Spurdur, hvørji onnur
sløg av sodavatni, sum
Restorff’s Bryggjarí hevur,
hann heldur kundu verið
áhugaverd hjá bryggjarí-
num í Klaksvík, vísir hann
eitt nú á Peru, Assu og
Hawaii-sodavatnið.
- Føroya Bjór hevur einki
"produkt", sum minnir um
Sisu. Hinvegin eru útlendsk
sløg, sum kappast við Sisu í
Føroyum, eitt nú Faxe
Kondi.
Óla Svend sigur, at Før-
oya Bjór í fyrstu syfti fer at
marknaðarføra tey sløg av
sodavatni, sum felagið fer
at framleiða og selja, við
somu
etikettum,
sum
Restorff’s Bryggjarí hevur
havt á fløskunum.
Stuttar samráðingar
Vit spurdu eisini Óla
Svend, hví hann í telefonini
seinasta fríggjamorgun av-
sannaði,
at
Restorff’s
Bryggjarí fór at selja hesi
rættindi til Føroya Bjór, tá
ið hann í Degi og Viku sama
kvøld váttaði, at feløgini
høvdu gjørt hesa avtalu.
- Tað var tí, at vit fríggja-
morgunin ikki høvdu gjørt
nakra avtalu um sølu av
rættindum. Avtalan varð
nevniliga ikki gjørd fyrr
enn seinnapartin fríggja-
dagin.
Hann sigur, at tá ið leysa-
tíðindi fóru at ganga um
søluna uppundir endan av
seinastu viku – og fjølmiðl-
arnir byrjaðu at spyrja og
vóru í holt við at skriva um
hesi viðurskifti – samdust
partarnir um hesa avtalu
seinnapartin fríggjadagin
og avgjørdu samstundis at
almannakunngera hana.
- Vit føldu, at vit vórðu
noyddir at handla skjótt,
um vit skuldu handla, sigur
hann.
Eingin søla
Óla Svend Nolsø sigur, at
leiðslan
á
Restorff’s
Bryggjaríi er nógv betur
"gearað" til øl-framleiðsl-
una enn til sodavatnið.
- Nú framleiðslan av
sodavatni verður løgd á
hillina, hava vit betri
møguleikar at gera uppaftur
meira burtur úr ølinum.
Spurdur, um tað kann
hugsast, at tað næsta, sum
hendir, er, at Restorff’s
Bryggjarí verður selt Før-
oya Bjór, sigur stjórin, Óla
Svend Nolsøe, at enda:
- Nei, hetta hevur slett
ikki verið upp á tal, og tað
er einki aktuelt um hetta,
sigur hann.
– Vit eru nógv betur »gearaðir« til ølið
Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór:
– Vit fara í øllum førum
at framleiða Sisu
Á Føroya Bjór í Klaksvík og kring landið annars eru eini 40
ársverk tilsamans
- Tað er ikki upp á tal at
selja Restorff’s Bryggjarí til
Føroya Bjór, sigur Óla Svend
Nolsøe, stjóri
Framleiðsla av sodavatni verður nú søga á Restorff’s
Bryggjaríi