Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 56 - 22. mars 2005 Arbeiðið við at gera tann nýggja sameinda dagstovnin gongur væl. Teir hava verið seinkaðir av veðri, men tíðarætlanin skal halda, so at bygning- urin kann latast í juni mánaði sum ætlað BARNAGARÐUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Oyrarbakki: Enn sær hesin 1080 fermetra stóri bygningurin út sum so mangir aðrir, tá teir eru í gerð. Inni í bygninginum ar- beiða menn við fullari ferð, men uttanfyri líkist hetta so mongum øðrum byggiøkj- um: Har liggur byggitilfar og tílíkt, og ein lastbilur er júst komin við enn meiri tilfari. Men eftir summarfrítíð- ina sleppa børnini á Oyrar- bakka og har í nánd í ein spildurnýggjan dagstovn, ið tey helst munnu vera spent eftir at sleppa inn í. Innanveggja fer alt at verða gjørt fyri at geva teimum ein góðan og inni- haldsríkan dag, saman við hinum børnunum og starvs- fólkunum í vøggustovuni, barnagarðinum og frítíðar- skúlanum. Tað er fyritøkan hjá Jóan Petur Vang á Oyrarbakka, sum stendur fyri hesum ar- beiðinum, sum verður lið- ugt í summar. Hann er gjørdur í formi sum ein hestaskógvur, har ein í miðjuni hevur eina rættiliga stóra høll. Henda høllin saman- tvinnar stovnin í ein bygn- ing, og er hon eisini væl- egnað til samkomur av ym- iskum slagi, tí har kunnu rúmast eini 200 fólk. Bygningurin stendur om- an fyri vegin, og har er sera gott útsýni yvir sundið og Streymoyarlandið. Støðug arbeiðsmegi Hjá Jóan Peturi hevur talið av arbeiðsmonnum verið rættiliga støðugt undir byggingini – millum fýra og seks timburmenn, um- framt teir sum hava gjørt onnur arbeiðir, sum t.d. elektrisitetið, málaraarbeið- ið og hitan. Kostnaðurin av hesum nýggja barnagarðinum, tá bæði bygningur og parker- ingspláss er við, er 9.500 kr. fyri fermeturin. Hesin prísurin er sum ein formul, ið slík bygging verður útroknað eftir. Nevnast kann, at ein í Havnini roknar við 13.500 kr. fyri fermeturin. Orsøkin til hetta er helst tann, at støðið er hægri til slíkar byggingar, og tí verða teir enn dýrari. Tá Jóan Petur og hansara menn verða lidnir við ar- beiðið er kostnaðurin av teirra parti tí slakar 10 mió. kr. Við eftirliti og øðrum fer barnagarðurin tí helst at kosta út ímóti 11 mió. kr. 13 mánaðir Um stutta tíð kunnu børnini á Oyrarbakka fara í henda sameinda stovnin, við vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla. Arbeiðið uppá barna- garðin byrjaði í mai mánaði í fjør, og var arbeiðstíðin tá sett til 13 mánaðir. - Vit hava verið nakað seinkaðir av veðri, men vit ætla kortini at innheinta hesar seinkingarnar. So í juni er ætlanin at stovnurin skal vera liðugur, sigur Jóan Petur Vang við Sosial- in. Tað hevur verið ein spennandi uppgáva hjá monnunum at fara undir. Teir fingu eina skitsuætlan frá kommununi, har teir m.a. søgdu, hvussu stóran bygning teir ynsktu sær og hvat skuldi vera í. Eftir tað fóru teir undir at fyrireika sjálvt prosjektið saman við øðrum, og tað er henda ætlanin, sum nú er komin væl áleiðis. Í roynd og veru er her talan um eina pakkaloysn, har alt er íroknað, bæði tey stóru arbeiðini og tey smærru, so sum útgrevstur, stoyping, lyktapelar og kantsteinar. Uttanfyri skal eisini hampast um, eins og gerast skal eitt parkerings- pláss til fleiri bilar. Eitt er so uttandura, men innanveggja skulu børnini eisini fáa góðar umstøður og alt tað, ið annars hoyrir einum barnagarði til. Stovnurin eigur framm- anundan nógva útgerð til børnini, og verður henda tikin við yvir í tann nýggja bygningin. Okkurt nýtt verður sjálvandi eisini keypt til tann nýggja bygn- ingin. Børnini gleða seg til nýggja dagstovnin – Vit umhugsa at bjóða uppá arbeiðið við Felagsskúlan. Men tíðarætlanin er so stutt, at vit hava lítlan tjans, sigur Jóan Petur Vang BYGGIARBEIÐIÐ Snorri Brend Oyrarbakki: Hóast byggi- felagið hjá Jóan Peturi ikki telist millum tey størstu í landinum, so hava teir longu prógvað, at dugur er í monnum. Hesin barnagarðurin á Oyrarbakka er nevniliga bert eitt av teimum mongu verkunum, sum teir hava verið við í. Teir vóru m.a. saman við øðrum, tá tann stóri bygn- ingurin hjá Føroya Tele varð gjørdur í Havn. Tá tann nýggi IDE-bygning- urin varð gjørdur á Hálsi, vóru teir somuleiðis við har. Og í Kollafirði vóru teir við, tá tann stóri bygn- ingurin hjá Klooesterboer varð gjørdur. Tað næsta stóra pro- sjektið, sum teir vóna at sleppa at bjóða uppá er eitt rættiliga stórt arbeiði við Felagsskúlan á Oyrarbakka. Hesin skal eftir ætlanini bæði umbyggjast og um- vælast í næstum. Avskrivaðir uppá forhond Hetta arbeiðið er Jóan Petur sera eisini spentur uppá, men tað er bara eitt stórt MEN fyri hansara menn – og tað er arbeiðstíðin. Teir hava frammanundan bjóðað uppá og fingið ym- isk smærri arbeiðir í kommununi, men at fara undir felagsskúlan er helst ein alt ov stórur biti fyri lítlu fyritøkuna. – Eg sá, at tit í Sosialin- um skrivaðu um tann nýggja skúlan í Kvívík, men hetta arbeiðið er fýra ferðir størri enn skúlin í Kvívík. Og so hava teir bert sett eitt ár og tríggjar mán- aðir til arbeiðið, meðan teir í Kvívík høvdu tvey ár til 1000 fermetrar, sigur Jóan Petur. Við Felagsskúlanum á Oyrarbakka skulu 1000 fer- metrar byggjast uppí, eins og 1300 fermetrar skulu umvælast. Men Jóan Petur kann bara staðfesta, at hansara fyritøka er næstan avskriv- að uppá forhond: Við teirri alt ov strammu tíðarætl- anini sum er sett upp, eru tað bara tey stóru feløgini, sum hava nakran møgu- leikan at gera arbeiðið. – Eg havi roynt at tosa við borgarstjóran og aðrar í kommununi um hetta at brúka ta lokalu arbeiðs- megina. Hvat bilar tað, um tað tekur eitt hálvt ár longri? Tá kanst tú hava lokal fólk í arbeiði og kanst útnytta okkara royndir. Men teir hava svarað mær, at allir sleppa at bjóða. – Men tað er púra greitt fyri mær, at tíðarætlanin er so mikið knøpp, at tað eru bara nakrar heilt fáar fyri- tøkur sum kunnu gera tað - og so er enntá spurningurin um tey ikki mugu hava út- lendska arbeiðsmegi aftrat fyri at gera arbeiðið, sigur Jóan Petur. – Gott við lokalari arbeiðsmegi - Best er um ein kommuna brúkar ta lokalu arbeiðs- megina, sigur Jóan Petur Vang Nýggi barnagarðurin er snøggur á at líta uttan, og innan verður somuleiðis alt gjørt fyri at børnini skulu fáa bestu umstøður at vera í Teir hava verið eitt sindur seinkaðir orsakað av veðri, men arbeiðið verður kortini liðugt til tíðina