týsdagur 22. mars 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 56 - 22. mars 2005
MARKNAÐARRÁK
Sum væntað var dollara-
kursurin í andgletti í farnu
viku. Amerikanski gjalds-
javnin fyri 4. ársfjórðing
2004 vísti eitt hall á 188
milliardir dollarar, og tað
var meir enn væntað. Tað
fekk dollaran at vikna upp
um 1,34 fyri hvørja evru.
Sum nevnt í síðsta Markn-
aðarráki er tó lagt upp til
enn størri hall hendan árs-
fjórðingin,
orsakað
av
hækkandi oljuprísinum.
OPEC hevði fund í farnu
viku, har staðfest varð, at
tey fara at økja framleiðsl-
una við 2%. Tað fekk tó
ikki oljuprísin at lækka,
marknaðirnir meta ikki,
hetta er nokk til at nøkta
tørvin. Ein orsøk til, at
prísurin er um 55 dollarar
fyri tunnuna er eisini, at
OPEC uppmetti prísbandið
til 40-50 dollarar, og harvið
signaleraði, at oljuprísurin
ikki lækkar av álvara við
bræði.
Lánsbrævarentur
sveiggja enn
Danska 10-ára rentan hevur
seinasta mánaðin sveiggjað
aftur og fram millum
3,70% og 3,90%. Tað, sum
setir
dagsskránna
fyri,
hvønn veg vit av álvara
skulu bróta út úr hesum
strekki, eru amerikonsku
lánsbrævarenturnar, olju-
prísurin og dollarakursurin.
Oljprísurin og amerikonsku
renturnar hála upp, veiki
dollarin niður.
Norrøn partabrøv
óstøðug
Norrøn
partabrøv
vóru
óstøðug í farnu viku, end-
aðu tó eitt sindur lægri enn
tey byrjaðu vikuna. Høgi
oljuprísurin, stálprísurin og
flutningskostnaðurin stuðl-
ar undir m.a. A. P. Møller-
Mærsk, Frontline og Statoil.
Tó eru kursirnir hækkaðir
nógv í ár soleiðis, at íleggj-
arar javnan nýta høga stigið
til at staðfesta vinning.
Hesa vikuna
Hesa vikuna setir USA
dagsskránna. Tjóðbankin,
Fed, hevur rentufund týs-
kvøldið. Lítil ivi er um, at
tey fara at hækka rentuna
0,25% aftrat, so hon kemur
upp á 2,75%. Tað áhuga-
verda verður tíðindaskrivið,
sum kemur út eftir fundin.
Íleggjarar fara at leita eftir
teknum um, at Fed tekur
prísvøksturin í so stórum
álvara, at tey kunnu hækka
rentuna meir enn 0,25%
næstu ferð. Júst amerik-
onsk prísvakstrartøl koma í
vikuni, og tey fara sera
sannlíkt at seta størsta dám
á marknaðirnar hesa vik-
una.
Útlit til ein veikan dollara
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
5,59
1,0%
Lánsbrøv í DKK
107,01
0,1%
JPY
5,34
0,3%
Evru Lánsbrøv
171,67
0,3%
GBP
10,74
0,8%
Norrøn Partabrøv
90,52
-0,8%
NOK
0,91
0,4%
Altjóða Vøkstur
59,97
-1,2%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan.
3,5%
4,0%
4,5%
2004
2005
700
800
900
2004
2005
Vika 12, 2005
www.kaupthing.fo
Vestmanna: Bygdarráðið í
Vestmanna skal á fundi í
kvøld taka støðu til tvey
uppskot sum hava við tað
virksemið innan ferðavinn-
una, sum bygdin er vorðin
heimskend fyri.
Á fundinum er nevniliga
eitt uppskot frá p/f Sea
Service um at loyvi at
leggja bátarnar hjá felagn-
um uttanfyri havnaskriv-
stovuna og at hava ferða-
vinnuvirksemi á hesum
staðnum. Hetta er felagið
sum eigur bátarnar Silju og
Fríðgerð, og sum í næstum
fær enn ein bát til flutning
av ferðafólkum.
Eitt annað uppskot skal
eisini til viðgerðar, og tað
er frá sp/f Skúvadal, sum
søkir um loyvi at leggja
eina bátabrúgv uttanfyri
bátahylin til ferðavinnu-
endamál. Hetta er uttanfyri
økið, har Vestmanna Tour-
istcentre í løtuni letur eina
ferðavinnubygning byggja.
Havnanevndin hjá Vest-
manna kommunu hevur
gjørt síni tilmæli til hesar
báðar umsóknirnar, og tað
eru tær, sum bygdarráðs-
limirnir skulu taka støðu til
á fundinum í kvøld.
sb.
Betra umstøðurnar til
flutningin sjóvegis
30% óvirkað
av landinum
Fiskivinna: Eins og fyri-
bils metingin hjá Hag-
stovuni vísti í januar, so er
nakað væl minni av feska
fiskinum farin óvirkaður
av landinum, bæði tá tal-
an er um nøgd og sum
prosentpartur.
Í 2004 fóru 30% av
toskinum, hýsuni og ups-
anum óvirkað av land-
inum, afturímóti 33% árið
frammanundan.
Tað er framvegis mest
hýsa, sum fer óvirkað av
landinum. Tað fóru so-
leiðis 12.000 tons ella
54% av fiskaðu nøgdun-
um óvirkað av landinum.
Av toski fóru 6.000 tons,
sum er 24%. Og av upsa
fóru sløk 9.000 tons, sum
er 21% av avreidda ups-
anum samanlagt.
Av hesum trimum sløg-
um fóru altso samanlagt
27.000 tons ella 30%
óvirkað av landinum.
sb.
Øðrvísi
sunnukvølds
møti
Argir: Sunnukvøldið 6.
mars var ikki vanligt møti
á skránni í Kirkju- og
Missiónshúsinum á Argj-
um.
Ístaðin
varð
filmurin
"Behind the Sun" vístur.
Eini 40 fólk vóru komin
saman fyri at síggja film-
in.
Filmurin var um ein
muslim, sum var blivin
umvendur, eftir at hann
hevði verið í USA og
fingið sær hægri lestur.
Hann fór síðani heim til
familjuna, og tá tey fingu
hetta at vita, var tað illa
dámt.
Í filminum sær ein,
hvussu hann verður við-
farin av sínum egnu, og
hvussu hann kemur í eina
undirgrunds-kirkju
í
býnum.
Hetta er fyrstu ferð at
filmur er sýndur á einum
sunnukvøldsmøti,
men
sum skilst verður tað ikki
seinastu ferð.
Eftir at filmurin var
liðugur, var náttverði á
skránni.
sb.
Ikki rætt
Klaksvík: Ikki óvæntað
eru flestu lesarar av Norð-
lýsinum ikki samdir við
ætlanini, at flyta Toll og
Skattstovuna til Gøtu.
Ein kanning á heima-
síðuni vísir, at 65 % hava
svarað noy og bert 35 %
ja til hesa ætlanina. 1193
greiddu atkvøðu.
sb.
Silja stevnir út av Vestmanna. Nú skulu umstøðurnar til ferðafólkini somuleiðis betrast á landi
(savnsmynd)