týsdagur 22. mars 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 22. mars 2005
9
Gulltíð í Sørvági
Skúlasamstarv undirskrivað
Sørvágs Ítróttarfelag
fylti 100 ár hósdagin,
og leygarkvøldið varð
skipað fyri stórum
hátíðarhaldi í sam-
band við dagin
HÁTÍÐARHALD
Edvard Joensen
Sørvági:
Sørvingar hátíðarhildu 100
ára stovningardagin hjá
Sørvágs Ítróttarfelag við
manér leygarkvøldið. Eini
400 folk vóru savnað til
veitsluhald og dans. Stór
myndafrásøgn frá tiltakin-
um kemur í komandi blað.
Fyri
fullum
útblástri
hildu sørvingar burturi og
heima saman við innbodn-
um gestum leygarkvøldið
100 ára føðingardagsveitslu
fyri Sørvágs Ítróttarfelag.
Til borðhaldið, har eini
400 fólk luttóku, varð
mangt tikið fram bæði til
gamans og álvara.
Og so sera væl høvdu
sørvingar »timað« gildið,
nú teir júst hendan dagin
høvdu spælt seinastu dyst-
irnar í flogbóltskappingini
hjá monnum, har meistara-
deildarliðið hjá SÍ, sum fyrr
í vár hevurvunnið steypa-
kappingina, eisini hevur
vunnið meitaraheitið. Flog-
bóltssambandið valdi sera
passandi at handa teimum
steyp og heiðursmerki á
sjálvari jubileumsveitsluni.
Men eisini kvinnuunglar-
nir hjá SÍ eru meistarar í ár,
og tað fekk onkran av røð-
arunum at halda, at Sør-
vágur nú gongur eini snnari
gulltíð á møti.
Men tað helt ein av und-
irhaldarunum ikki vera
heilt satt. Tí í Sørvági hevði
verið gulltíð, líka síðan
Elephant ølið varð for-
boðið.
Miðvág og Sandavágs
kommunur skrivaðu
fríggjadagin undir
avtalu, sum staðfestir
44 ára gamla skúla-
samstarvið millum
kommunurnar
SKÚLASAMSTARV
Edvard Joensen
Miðvági:
Formliga avtalan um skúla-
samstarv millum Miðvágs
og Sandavágs kommunur
varð undirskrivað fríggja-
dagin, hóast komunurnar í
44 ár hava havt felags skúla
á Giljanesi. Skúlin á Gilja-
nesi varð vígdur í 1961.
Fríggjadagin hittist fel-
ags Hallar- og skúlanevnd-
in hjá teimum báðum
kommununum, sum mynda
skúalsamstarvið í Vágum,
til at skriva undir avtaluna,
sum formliga staðfestir
skjótt hálva øld gamla sam-
starvið.
Fimm limir eru í nevnd-
ini, og borgarstjórarnir í
báðum kommununum eru
fastir limir. Tað merkir tó
ikki, at annar teirra er for-
maður. Formaður í fyrstu
nevndini er Georg Hansen,
bygdarráðslimur í Miðvági.
Nýggja skúlaavtalan stað-
festir, at navnið á skúlanum
er Miðvágs- Sandavágs
Skúli, sum skúlin altíð al-
ment hevur verið nevndur.
Býtið av ymsu skyld-
unum verður gjørt eftir
barnatalinum, har Miðvágs
í løtuni hevur meiriluta.
Av teimum fimm nevnd-
arlimunum hevur Miðvágs
Kommuna í løtuni teir
tríggjar, og hinir báðir eru
so úr Sandavági.
Fíggjarliga býtið er so-
leiðis, at Miðvágs Komm-
una í løtuni ber 55 prosent
av kostnaðinum, og Sanda-
vágs Komman hini 45 pro-
sentini.
Í sáttmálanum stendur, at
gjørt verður upp á hvørjum
ári. Avtalan verður endur-
skoðað annaðhvørt ár, og
um broytigar vera í býtis-
lutfallinum, verður nýggj
avtala gjørd tilsvarandi tí.
Um aðrar kommunur,
sum ikki eru við í sam-
starvinum, ynskja at fáa
næmingar í skúlan, verður
tað avroknað eftir sama lut-
fallið, sum avtalað er mill-
um tær báðar kommunur-
nar, sum nú hava gjørt
samstarvsavtaluna.
Avtalan, sum nú er
undirskrivað, er galdandi í
tíggju ár. Um avtalan ikki
er søgd upp innan 1. januar
2013, heldur hon fram og
kann tá sigast upp við trý
ára uppsagnarfreist.
Neyðug útbygging
Georg Hansen, formaður í
Hallar- og skúlanevndini
hjá Miðvágs og Sandavágs
kommunum, sigur, at tey
nú mugu fara at viðgera,
hvussu verða skal við
komandi skúlaútbygging,
ella um byggjast skal nýtt.
Sum er ganga tey smæstu
børnini í skúla í Sandavági.
Men har er í løtuni bara
pláss fyri einum flokki í
Gamla Skúla. Fýra flokkar
ganga í skúla í bygdarskúl-
anum í Miðvági, og flokk-
arnir frá sætta til tíggjunda
ganga so á Giljanesi.
Georg Hansen heldur
ikki, at hetta er ein haldbar
loysn, tí tað fer við ov
nógvari tíð, at lærarar skulu
noyðast ferðast imillum.
Men enn er ikki gjørt av,
hvussu hetta skal loysast,
sigur Georg Hansen. Um
byggjast skal nýtt í Sanda-
vági, ella byggjast skal út í
Miðvági. Ella at ein heilt
nýggjur bygningur, sum
hýsir øllum teimum yngru
næmingunum,
sum
nú
ganga í Miðvági og Sanda-
vági, skal byggjast aftur at
verandi skúla á Giljanesi.
Hetta fer nevndin at við-
gera í næstu framtíð, sigur
nevndarformaðurin.
Eitt annað rættiliga átrok-
andi mál, sum nevndin
noyðist at taka støðu til
nakað skjótt, er takið á
ítróttarhøllini á Giljanesi.
Tað hevur seinastu tíðina
ikki verið í nóg góðum
standi, og sum nevndarfor-
maðurin sigur seg hava
skilt, er tað avgerandi neyð-
ugt at fáa tað skift nú. Tí tað
klárar neyvan ein ringan
vetur afturat, sigur hann.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri íSandavágs Kommunu, og Napolion Magnussen, borgarstjóri í Miðvágs Kommunu, skrivaðu
fríggjadagin undir skúlaavtaluna
Mynd: Edvard Joensen
Magnus Tausen, formaður í
Flogbóltssambandi Føroya,
handaði meistaradeildar-
liðnum hjá Sørvágs Ítróttar-
felag heiðursmerki og steyp á
100 ára veitsluni
leygarkvøldið
Mynd: Edvard Joensen