týsdagur 22. mars 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 56 - 22. mars 2005
So hendir helst tað, sum so mong hava borið ótta
fyri – í kjalarvørrinum á afturvalinum av ameri-
kanska forsetanum George Bush – at bara konserva-
tivir dómarar verða valdir í Hægstarætt. Veljast
skulu nevniliga fleiri nýggir dómarar til Hægstarætt,
og Bush og hansara fólk vilja hava bara konserva-
tivar dómarar at manna henda so týdningarmikla
almenna stovn. Ikki minst týdningarmiklan fyri
varðveitslu og menning av tí amerikanska demo-
kratiinum.
Tað kann gerast ein vanlukku fyri øll tey í ameri-
kanska samfelagnum, sum standa fyri meira
liberalum og tolerantum sjónarmiðjum. Og hesi eru
mong. Fær Bush sín vilja kunnu vit gloyma alt um
ábøtur á amerikonsku rættarskipanina og frambrot á
mongum økjum, har hesi eru neyðug. Dómararnir í
Hægstarætti eru teir, sum koma at gera av, hvussu
framtíðar samfelagið í USA kann og skal mennast.
Bush sjálvur varðveitir bara vald sítt í enn eitt skeið,
meðan dómararnir í Hægstarætti verða valdir fyri
lívið.
Fær Bush sín vilja, so fer tað at gera meira ilt enn
nakað annað og tað fer at gera kluftina millum
flokkarnar og samfelagsløg sum heild størri og
størri. Tað fer at birta uppundir hatur og stríð, sum
vit ikki hava sæð áður í amerikanska samfelagnum.
Tað fer at dálka amerikanskan politikk og tað ameri-
kanska samfelagið so nógv, at tað fer ikki at vera
liviligt í framtíðar samfelagnum fyri mong, eitt nú
minnilutabólkar og ikki minst tey framskygnu, sum
vilja eitt USA, ið hyggur frameftir saman við eitt nú
demokratisku londunum í Europa. Fær Bush sín
vilja, so verður hetta ein stórsigur fyri øll tey, sum
ongar broytingar ynskja, fyri tey, sum ikki virða
mannarættindini og at øll í samfelagnum hava krav
uppá somu viðferð - fyri tey, sum vilja at miðaldar-
siðir og lógir skulu varðveitast.
Fyri tey mongu, sum vilja deyðarevsingini til lívs,
eru tíðindini um Bushdómararnar at meta sum myrk
skíggj á himmalinum. Tí við ikki bert einum lítil
meiriluta av konservativum dómarum men við
einum framtíðar stórum meiriluta, fer tað heldur at
ganga hinvegin. Mong trúðu, at eitt lot var ávegis, tá
Hægstirættur herfyri gjørdi av at banna deyðarevs-
ing av ungdómum. Tað bendi á, at ein uppbloyting
var á veg. Við at velja sínar egnu konservativu
dómstrúðarfelagar í Hægstarætt kunnu vit rokna
við, at henda uppbloytingin er søga longu. Vit kunnu
bara vóna, at tað eydnast demokratunum og teimum
liberalu at forða fyri, at alt ov nógvir av nýggju
dómarunum vera konservativir. Tað var einki minni
enn ein vanlukka fyri USA, at Bush varð aftur-
valdur. Hetta fer vanligi amerikanarin at merkja
sviðan av, tá og um Bush fær fríar hendur til at velja
út sínar egnu konservativu dómarar til Hægstarætt.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vandi á ferð
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Schandorff Vang
Skjótisamband Føroya
Nú verður stórt sligið upp
við ætlanum um fótbólts-
høll har Klaksvíkar komm-
una, Sunda kommuna og
kommunurnar í Eystur-
oynni eru við. Man hevur
hug at siga fótbóltur-fót-
bóltur-fótbóltur - enn eina-
ferð!
Tað eru aðrar ítróttar-
greinar til eisini!
Tá allar hesar kommun-
urnar hava tikið stig til
samstarv um so stóra ætlan,
hví eru borgarstjórarnar so
stutt skygdir? Hevur eingin
teirra gjørt kanning um,
hvør tørvur veruliga er
norður/eystur økið?
Í seinastu 3-2 sending í
SvF kærdu flogbóltsfeløg-
ini Mjølnir og SÍ sína neyð,
tí umstøðurnar vóru so
ringar. Frælsur ítróttur,
svimjing
og
fimleikur
skríggja eftir betri umstøð-
um í økinum. Hetta eru tær
stóru ítróttargreinarnar. Fer
m.a. bogaskjótingin ikki
betri umstøður heilt skjótt,
er vandi fyri, at virksemi í
økinum heldur uppat. Er
tað tað hesar kommunur
vilja?
Hví verður eingin lang-
tíðarætlan gjørt, har allur
ítróttur verður tikin upp á
ráð? Hetta serliga tí vit
framhaldandi royna at fáa
olympiska viðurkenning.
Hava vit karmarnar, kundi
tað hjálpt til - og hava vit
teir ikki, so verður tørvurin
enn meiri átrokandi, tá vit
hava fingið viðurkenning.
Vit hava stóran tørv á
einari ítróttarmiðstøð har
hugsað er um allar verandi
ítróttir, og eisini um ítrótt,
sum møguleiki er fyri at
fara undir.
Vit hava tørv á eini
ítróttarmiðstøð til tey feløg,
sum eru skrásett undir ÍSF
við hesum ítróttargreinum í
avvarðandi
kommunum:
fótbólt, hondbólt, flogbólt,
svimjing, frælsan ítrótt,
fimleik, badminton, judo,
borðtennis, bogaskjóting
og kurvabólt.
Harumframt kunnu vit
seta í gongd aðrar ítróttir,
so sum bowling, riflu-/
pistólskjóting,
tennis,
squash,
kropsvenjingar-
miðstøð og annars tað, sum
áhugi kann vera fyri at fara
undir.
Tað er ikki rætt, at allir
hesir ítróttir skulu fara av
landinum í vikuvís á venj-
ingarlegur, tí vit framhald-
andi hava sera vánaligar
umstøður. Hví ikki gera
umstøðurnar so góðar, at
vit kunnu fáa aðrar tjóðir at
komu higar á venjingar-
legu? Hví ikki gera um-
støðurnar so góðar, at vit
kunnu fáa møguleika fyri at
fyriskipa alheims kapping-
ar við umstøðum, sum lúka
øll krøv?
Mítt hugskot er - ítróttar-
miðstøð heldur enn bara
fótbóltshøll.
Finnbogi Ísakson
Í fleiri ár hevur Marianna
Debes Dahl havt sendingar
í Útvarpinum sunnudag við
heitinum "Meðan løtur
líða". Hon hevur savnað ein
hóp av góðum tilfari frá
mongum fólkum víða um
land og hevur skipað send-
ingarnar soleiðis, at hesi
fólkini umrøða eitt ávíst
evni í einari ella fleiri send-
ingum. Avgjørt áhugaverd-
ar sendingar.
Mær tykir tó, at tað er ein
stórur veikleiki, at nøvnini
á teimum, vit hoyra, einans
verða nevnd fyrst og síðst í
sendingini. Heima hjá okk-
um verður sendingin nógv
órógvað av, at vit sita og
gita, hvør tað nú er, sum
hevur orðið. Serliga argur
eri eg, tí eg dugi so illa at
gita.
Nú er Elin Winther
Poulsen farin undir eina
áhugaverda sendirøð um
NATO í Føroyum. Tann
fyrsta fór í luftina pálma-
sunnudag og var um mót-
mælisfundin
í
komm-
unuskúlagarðinum í Havn
og síðani á Havnarkei, tá
Petur Mohr Dam løgmaður
kom heim við Tjaldrinum
pálmasunnudag fyri 46
árum síðani.
Eisini Elin hevur - eftir
hesi fyrstu sendingini at
døma - savnað nógv og gott
tilfar frá mongum. Veik-
leikin við nøvnum er tó
eisini í hennara sending.
Ein segði, at Sigfried
Skaale var pápi sín, og tí
kundi eg gita, at eg hoyrdi
vinmannin Annfinn í Skála
og fekk at vita, at tað var
hann, sum øll hesi mongu
ár hevur verið lagdur undir
at hava roynt at framt
morðroynd
móti
Petur
Mohr Dam, sum tað onkun-
tíð hevur staðið í Sosialin-
um.
Í sendingunum hjá Mari-
onnu er tað vist bara for-
vitni, sum ger, at eg og
fleiri við mær vilja hava
nøvnini. Hjá Elini haraftur-
ímóti hevur tað týdning við
nøvnunum. Alt hatta við
NATO hevur verið eitt sera
viðkvæmt evni. Fyri mær
og helst øðrum við hevur
tað stóran týdning at fáa at
vita, hvør tað er, sum sigur
hvat, tí mær tykir, at virðið
í tí sagda er nógv heft at
persónunum.
Latið okkum fáa nøvnini
í báðum sendingunum.
Hvørja ferð, onkur hevur
orðið. Kanska vera send-
ingarnar ikki líka smartar
tá. Men tær verða betri.
Ítróttarmiðstøð - fótbóltshøll?
Navnaleysar sendingar