Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 22. mars 2005 11 VIÐMERKINGAR Høgni Hoydal Havi seinastu mánaðir- nar spurt landsstýris- menn, løgmann og sam- gongutinglimir um, hví teir hava lagt upp til slíkt stríð í Suðuroynni við at støðga Miðnámsskúlan- um í Vági og at seta hetta upp ímóti ætlanun- um um at byggja eitt ellis- og røktarheim. Havi ikki fingið nakra haldgóða grundgeving. Tað tykist sum roynt verður at kveikja okkurt gamalt agg millum per- sónar ella millum bygd- ir, og tað haldi eg vera sera harmiligt í einum slíkum álvarsmáli. Verkætlanin fyri Mið- námsskúlan í Vági varð einmælt samtykt av Løgtinginum. Ein frá- gera góð verkætlan, ið kann geva bæði ung- dómi, tilkomnum, vinnulívi og øðrum í Suðuroynni karmarnar til ein mentanar- og skúladepil. Ein íløga í framtíðina við stórum vakstrar- og menningar- møguleikum. At landsstýrið síðani tekur málið upp um at gera eina størri íløgu í eitt ellis- og røktarheim í Suðuroynni, er at fegn- ast um. Og har eru ov mikið av møguleikum og plássum at gera hesa íløgu. Men hví verða tvær góðar ætlanir settar upp ímóti hvørji aðrari? Hví skulu pengar og góðar verkætlanir spillast burtur í einum óneyðug- um stríði? Ikki antin-ella Hví verður tað sett upp sum eitt antin-ella? Hví verður Vágs Býrað sett í eina støðu, har tey eins og verða tikin gíslar og verða løgd undir at forða fyri nøkrum? Tey halda seg bert til løgtings- samtyktir og vóninar um at fáa ungdóm og skúla- skap at trívast og menn- ast og hava ikki lagt upp til nakað stríð yvirhøvur. Tað eggjar ikki til samanhald í Suðuroynni at gera ein miðnáms- skúla til loysigjald fyri aðrar neyðugar íløgur í Suðuroynni. Og tað tæn- ir løgmanni og lands- stýrismonnum til lítlan sóma at fara fram á slíkan hátt. Seinastu árini hevur verið breið semja um stórar íløgur í Suður- oynni, sum kunnu binda oynna og fólkið í oynni saman. Vit hava ikki havt nakað stríð millum bygdir og fólk, um tær íløgur, sum eru gjørdar. Verður farið rætt fram, kann Suðuroyggin uttan iva skjótt standa sum ein eind, ið samstarvar. Ikki eitt spæl um svartaper Mín áheitan skal tí vera á landsstýrið: Byggið miðnámsskúlan sum ætlað. Hugsið um, hvussu gransking og menning, eftirútbúgv- ing, kvøldskúli, mentan- artiltøk o.a. kunnu skip- ast um miðnámsskúlan. Hugsið um, hvussu vinnulívið í Suðuroynni kann gagnnýta Mið- námsskúlan. Hugsið um, at Miðnámsskúlin kundi verið komin væl áleiðis, um byggingin ikki varð støðgað — og tað gevur rúmd fyri øðrum íløgum á fíggjarlógini. Haldið fram við ætl- anunum um at byggja ellis- og røktarheim á hóskandi plássi umframt heim til sinnisveik, skúlatilboð til ung við atferðartrupulleikum og annað, sum varð stungið út i kortið í undanfarnu samgongu. Vit vilja stuðla lands- stýrinum í øllum, sum kann skapa framburð. Men gevist við at royna at gera eitt so týdningarmikið mál til eitt spæl um, hvør skal sita eftir við svartaperi. Gíslatøkur og loysigjald skapa ikki samanhald Landstýrismálanevndin hevur úr at gera, við (smá) málum, ið ongantíð áttu at verið reist, men heldur, beinanvegin, av- greidd umsitingarliga. Bjarki Mohr Í Sjónvarp Føroya 18. mars 2005, var kunngjørt, at Landstýrismálanevndin hevði úr at gerða, av øllum teim málum, ið seinastu tíðina eru løgd fyri nevndina at taka støðu til. Tað ljóðaði av sonnum áhugavert, men tá eg skilti hvørji mál talan var um, gjørdist eg bæði vreiður og harmur. Av teim klagum, ið eru framløgd fyri Landstýris- málanevndina - hvørs enda- mál er, sambært stýris- skipanarlógini § 38 at hava eftirlit við, at landsstýrið heldur seg innan fyri teir karmar, lóggávan setir - er, eftir míni bestu sannføring, eittans mál ið er heimiðla at leggja fyri nevndina, og er tað málið um hendingina viðvíkjandi tilbúgvingar- ætlanina tá Jøkulefelli sakk í føroyskum sjóøki, og mannalív gingu burtur. Orsøkin til, at eg haldi at júst hetta mál skal leggjast fyri Landstýrismálanevnd- ina er, at talan er um eina grundreglu, ið kann raka alt føroyska fólkið, og at ongin yvi skal valda, hvørs talan er um sjómenn úr øðrum londum, ella føroyingar. Bjargingarskipanin á før- oyskum sjóøki, skal virka til fulnar. Ger hon ikki tað, eru mannalív í váða. Lat meg her skoyta uppí, at landstýrismaðurin ið varðar av økinum, Bjørn Kalsø, hevur tikið - einastu røttu - avgerð, at seta eina óhefta nevnd at kanna málið til fulnar. Tí kunnu vit bert bíða eftir úrskurð- inum. Av øðrum málum, ið eru løgd fyri nevndina er talan um, Millumbylgisendarin hjá ÚF, Miðnámsskúlan í Suðuroy, og eitt Byggimál í Klaksvík. Álvaratos, er tað ongin ið hevur virðing fyri hvat Føroya Løgting, nevndirnar undir Løgting- inum - og Føroya Landstýri - nýta sína tíð til. Uttan mun til hvønn politiskan lit vit hava, og uttan mun til, hvørt vit í longdini eru samd við avvarandi Landstýrismenn í teirra politisku embætis- førslu, so eiga vit - sum fólk - at seta okkum uppum hesi smámál. Sum tjóð vilja vit røkka størri málum, um vit megna at skina millum gerandis- trupulleikar - ið skulu avgreiðast umsitingarliga - og stórpolitisk mál, ið krevja orku av okkara kosna fólkið. Skulu vit lata okkum lynda, at einhvør møguleiki verður nýttur til at leggja fótonglar, soleiðis at valdu menn og kvinnur á Føroya Løgtingi, ikki kunnu ar- beiða miðvíst við teim stór- málum, ið gagna føroysku tjóðini ? Tað má - alt annað líka - verða eyðsæð fyri flestu føroyingar, at landstýris- maðurin í Vinnumálum ikki hevur hóming av, um eykalutir til ein millum- bylgjusendara liggur á goymslu, samstundis sum vit ikki kunnu krevja av Føroya Landstýri, tað veri seg Føroya Løgmanni, at hesin veit um eitt einstakt byggimál í Klaksvík. Síðst - men ikki minst - kunnu vit ikki av røttum, lasta Føroya Landstýri fyri, at teir gerða eitt skitsu- projekt fyri eina møguliga nýggja ætlan í Suðuroy, hvørs endamál er at skapa eitt størri virksemið í økin- um, og sum tískil vil tæna allari føroysku tjóðini at frama. Er talan í veruleikanum ikki um, ein framfarðarhátt, ið eitthvørt smápartafelag í Føroyðum vildi nýtt, um tey hava eitt vet av sjálvs- virðing ? Tað er framvegis - hátt- virda - Føroya Løgting, ið situr við avgerðarrættinum. Vit hava politiskt, onnur og týdningarmiklari mál at arbeiða við, herundir Fram- tíð Føroya, teim sosialu- og vinnuligu karmunum. Gerist uppgávuna vaksnir, soleiðis at tit tæna tjóðini til sóma. Skulu vit ikki seta okkum fyri, at fáa viðgerðina á eitt hægri støðið? Á hægri støði – takk Sandoyggin undir Havnina Palli Dalsgaard Í Dimmalætting miku- kvøldið 18. mars stendur, at Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur havt aðalfund. Semja var um at samla allar polit- isku flokkarnar í oynni til at viðgera ætlanir um undir- sjóvartunnil. Hetta ljóðar alt sera væl, men tað keði- liga við okkum her í oynni er, at her er bert eitt einasta mál, vit kunnu semjast um, og tað er at vera ósamd um alt. Sjálvandi skal man ikki siga ja og amen til hvat sum helst, og sjálvandi skal ein og hvør hava sín fulla rætt til at hava sína meining um tingini. Men tá ein er komin í eitt bygdarráð, ella hvat fyri felagsskap tað skal vera, so er ein noyddur at verða liðiligur allar vegir og fáa sum frægast burtur úr teim ymisku meiningun- um, sum koma fyri dagin. Sandoyggin skuldi fyri langari tíð síðan verið løgd saman við eina kommunu. Men eftir teim meiningum, sum eru uppi í dag, verður hon tað ongantíð sum er nú. Helst verður løgtingið noytt til um nøkur ár at skera ígjøgnum, tá allar Føroyar eru samlaðar í størri kommunur. Tað er ein stór- ur spurningur, um ikki frægasta loysnin við Sand- oynni var at lagt hana saman við Havnini. Sum tað sær út í dag, verða tær samanløgdu kommunurnar so stórar, at Sandoyggin er ov lítil til eina kommunu. Krøvini til kommunurnar verða størri og størri sum frá líður, og tí svarar fólka- talið í Sandoynni ikki til. Áhugavert hevði verið at fingið at vitað, hvat nývaldi borgarstjórin í Havn segði til at fingið Sandoynna upp í Havnina afturat. Eitt eri eg vísur í og tað er, at kom Sandoyggin upp í Havnina, so hevði undirsjóvartunnil verið fyrsta málið, sum hevði verið loyst. Bjarti Thomsen Á Píkutanga, Nólsoy, 19. mars 2005 Vindurin í Føroyum kemur oftast úr ættum millum sunnan og vestan. Hetta ber í sær, at osin frá skipum, sum liggja í Nólsoyarfirði, ofta verður borin inn yvir Nólsoyar bygd. Osin frá diesel-maskin- um er ein av størstu keldum til luftdálking og verður hildin at økja um heilsu- vandan, eitt nú við krabba- meini í lungunum. Ein spildurnýggj kanning stað- festir, at mús, sum andar í seg osan frá diesel-maskin- um, fær ungar við broyttum arva-eginleikum (sí keldu niðanfyri). Sagt verður eisini, at slíkar genetiskar broytingar kunnu fáa patologiskar fylgir seinni í lívinum. Myndugleikarnir í Havn tykjast onki at svara til klagur um, at russisku skip- ini í Nólsoyarfirði í heilum fara avstað við goggurúsum hjá útróðrarmonnum, at niðastu húsini í Nólsoy standa og rysta av motor- duni, at fólk sunnudagar taka feil av kirkjuklokku og rustbankan, at klæðini á snórunum verða svørt av sóti og at fólk ganga bróst- sjúk av osi frá russisku skipunum. Kann vera, at nólsoyingar eiga at finna seg í øllum órógvinum frá russisku skipunum, tí nú fáa teir part í havnapeng- unum, men vælsignaðu menn, fáið kortini skipini burtur, so at mýsnar í Nólsoy ikki koma í vanda. Kelda: Reliene, R., et al. "Diesel exhaust particles cause increased levels of DNA deletions after transplacental exposure in mice." Mutat.Res. 570.2 (2005): 245-52. Mýsnar í Nólsoy í vanda