týsdagur 22. mars 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 56 - 22. mars 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Stillisliga fór hann, eins og hann
uttan háva ferðaðist millum okk-
ara. Bara, táið hann læt sang-
gávuna ljóma, tá slapp eingin
undan at lýða á og undrast á hesa
sermerktu barytonrøddina.
Hann var solosangari burturav.
Tó tók hann lut bæði í kórum ella
sangbólkum, og tá hevði hansara
rødd - umframt at geva eina eyka,
serstaka dimensión og klang -
eins og eina mørtiluppgávu.
Tí rødd Ólavs eins og stoypti
heildina og fylti millumrúmini
upp millum hinar stemmurnar,
soleiðis at eingin teirra skilti seg
burturúr, sum táið talan er um
steinsetta brúgv (Bridge over
trouble water), har Ólavur í roynd
og veru sjálvur var fasti læsingar-
steinin í miðjuni. Í hesum upp-
dragi verður ikki lætt at loysa
hann av.
Longu er nakað skrivað um
Ólav (26.08.1955 - 19.02.2005),
og skulu vit her dvølja eitt sindur
við ættarslóð og kringumstøður.
Úr ættini
Langabbi Ólavs varð nevndur
Jósup Niclasen úti á Bø í Svínoy,
føddur u.1860 og var ættaður úr
Køk í Havn. Hann hevði eina
framúr sterka rødd. Sagt verður,
at tað hoyrdist fleiri fjórðingar,
táið hann og manningin aftur av
útróðri sungu skaparanum takkar-
sang fyri veiðina. Serliga táið
fongurin var munandi (!).
Tann hittinorðaði og harðmælti
Viðareiðis-Líggjas, sum eisini
eina tíð var húskallur í Hoyvík og
Lamba, hevði eitt árið verið úti í
Svínoy um nýárshaldið og vitjað
skyldfólk. Lambamenn - sum
haðani høvdu frætt, at Líggjas og
Jósup høvdu kappsungið Kingo í
kirkjuni um halguna - spurdu
Líggjas um hvør teirra, ið hevði
yvirvág í bergmælta "kingo-
kampinum". Tá segði Líggjas
sáttliga: "Jú, síggja tit, eftirsum
eg vær fremmindir, so fór eg ikki
upp um Jósup, men eg la dygst
uppi undir honum (!)". (Sagt
varð, at teir næstan høvdu rivið
takið omanav, sum teir kýttu seg -
.)
Ein subkulturur verður til
Eliesar Poulsen, ættaður úr Gøtu,
kom nakað eftir lokið lærara-
prógv til Klaksvíkar at arbeiða á
kontórinum hjá P/f J.F.Kjølbro.
Hann fór í oktober 1926 undir at
øva eitt sangkór í "Betesda".
Nøkur ár seinni tók tann blaðungi
og evnaligi Theodor (Samuelsen
úr Lorvík) við Keldu yvir og
leiddi kórið í yvir 20 ár. Nú hevur
sonur hansara Jógvan stjórnað
kórinum í yvir 40 ár. Líka leingi
sum Dávid var kongur í Ísrael.
Men enn hevur eingin "Absalom"
tikið "kongaríkið" frá honum,
hóast fleiri hava stuðlað og stjórn-
að í styttri og longri tíðarskeiðum
innímillum.
Raddarligu gávurnar hjá Jósupi
úti á Bø spurdust vituliga aftur í
ættini. Millum bestu stuðlar í
kórinum í Betesda vórðu abba-
synir hansara: Jósup Jacobsen
(1914-70), sum byrjaði sum bass-
ur, men endaði sum framúr tenor-
ur. Og Líggjas (Elias Hansen) á
Váli (1922-82) við síni breiðu og
ljómfyltu bassrødd, ið, sum ein
fylling, beint fram kundi skola
eitthvørt kór ella samkomu
framman fyri sær.
Líggjas
Jógvan Gerðalíð, sum eisini eitt
skifti stjórnaði kórinum, líknaði
Líggjas við, táið Jógvan og bróð-
urin, Jákup, sum dreingir róðu
aftur av fiskileið millum Nesjar-
nar, meðan pápin, Sterki-Jakku,
kruvdi. Komnir inn fyri Taravík-
ina var kryvjingin vanliga liðug,
og tók pápin tá eina ár í hvørja
hond. "Tá tóktist tað ongan mun
at gera longur, um vit róðu við
ella ikki. Soleiðis kendist tað, táið
Líggjas sang við í kórinum!",
segði Jógvan.
Jógvan bóndi, sum enn er eitt
ótrúligt arbeiðsgrev, musikalskur
og við góðari sangrødd, umframt
ein semingsmaður um ein háls,
gjørdist vinmaður við Líggjas og
Theodor fyri lívið. Jógvan bleiv
88 ár líradagin (26. aug.) seinast,
og sært tú hann ikki sita uppi í
einhvørjari gravimaskinu ella
sláimaskinu, so hongur hann uppi
yvir heimatelduni, sum hann
lærdi seg at ambæta á búnum
aldri. Jógvan og vinmenn hansara
fingu m.a. í lag fyrstu fram-
leiðsluna av grammofonplátum í
landinum.
Merkiligt at slíkir undangongu-
menn ikki finnast sannari lýstir í
okkara heimligu bókmentum.
Har eru tílík álvarsfólk í átrúnað-
armálum, bæði menn og kvinnur,
aloftast avmarkað sum myrk av
lyndi, tóm og óglað. Og so er
støðan helst tann øvuta. Tú finnur
valla meiri vitbornar skemtarar
enn eitt nú Jógvan, Símun hjá
Póli, Hans Erik á Seglhúsinum
o.fl. (fyri so ikki at tala um
komersarnar Jákup og Erland - -).
Jóannes á Váli
Abbi Ólavs, Johannes Fr. Hansen,
úti á Váli, var føddur forsangari
og hevði framúr gott mál. 41 ára
gamal sjólótust hann og tríggir
aðrir menn við Havsbøll í Svín-
oyarfirði ein myrkan desember-
dag í 1937. Hesin sorgarleikur
skakaði alt landið, og inspireraði
tá Petur W. Háberg (23 ár) til at
yrkja troystar- og sárkasangin, og
Jens Guttesen (21 ár) at seta lag
til, hetta fyrsta hugnemandi av-
rikið í lívslanga samstarvi teirra á
hesum øki:
Á tú sorgbundna sál, tú hvørs leið
varð so løgd,
at hon ber gjøgnum skýmligan
dal,
er títt vónloysi ómált, tín pína
ósøgd,
brostin strongur, sum eitt sinn til
spæl var uppspentur ...
Einkjan, Birgitha Maria, sat tá
eftir við 4 børnum, harav Líggjas
var elstur og bert 15 ára gamal,
(tann yngra sonin misti hon longu
sum 2 ára gamlan), Hanna (Tell-
ing), Anna Katrina ( Dinna Poul-
sen) og Masa (Tróndheim).
Eisini systraranar hjá Líggjasi
hava sera góðar sangrøddir. Tann,
sum einaferð hevur hoyrt Hannu
Telling syngja við síni eyðkendu
Kathleen-Ferrier-kolkjallara-
djúpu-altrødd,
gloymir
hana
ongantíð aftur! Hesar rúmfyltu,
djúpu og ljómandi klangfarvurnar
í røddunum ganga vituliga aftur í
slektini, eitt nú hjá Ólavi og
systkinabarninum Jóannesi Poul-
sen.
Anna
Eftir seinna kríggið kom til
Klaksvíkar ein ung kvinna, Anna
Reinert úr Norðadali, við sera
góðari sopranrødd: ljós, høg og
vøkur, eins og gentan sjálv. Líggj-
as og hon funnu saman í seinnu
helvt av tjúgunum og giftust um
30 ára leitið. Tey fluttu inn í hús
teirra undir Selheyggi og bygdu
saman eitt fyrimyndarligt heim.
Eitt heim har børnini trivust væl í,
og Ólavur, sum varð ógiftur, fór
ongantíð rættiliga heiman.
Anna og Líggjas fingu børnini:
Jóannes, Charlottu (Olsen), Ólav
og Britu (Smith), sum øll nú um
landið kenna sum systkinini:" á
Váli". Ættarnavn teirra er nú
vorðið kent á havnarmáli, hóast
tey øll eru fødd í Klaksvík, har
Váli-navnið hevur ein heldur
flatari framburð, men tó ikki so
flatan sum í Svínoy, har staðar-
navnið av røttum er komið, og
sum nokk ber meiri brá av út-
taluni " a Vaæle", og alt gott um
tað.
So fer og sama ger, tí tey syngja
líka væl fyri tað. Nú hava tey øll
síðani 1972 búð í Havn, haðani
langabbin var ættaður. Soleiðis er
ein ringur aftur runnin saman, og
her hevur teirra partur heldur ikki
ligið eftir við litríkum sangi og
tónleiki, og í næsta ættarliðnum
spríkja longu hesir somu egin-
leikar.
Sangur og tónleikur
Eyðsæð er, at sangur Betesta-
kórsins fyrst og fremst hevur havt
ein ávísan evangeliskan boðskap.
Øll byrjan kennist eftirsíðan sum
amatørkend - tó í bestu merking,
ein amatørur er ein sum elskar,
eitt nú sang. Eliesar Poulsen var
sera musikalskur, sum ungur
læraralesandi loysti hann ofta
gerðamannin Jógvan Waagstein
av sum ongulspælara í Havnar
kirkju, táið honum barst frá.
Sum frá hevur liðið er støðið
við sangi og tónleiki vorðið hægri
og munandi meiri fjøltáttað um
alt landið. Serliga seinnu árini eru
eisini stór teknisk framstig hend
um alla leið og menningin heldur
støðugt fram í margfaldum jørð-
ildi.
At sangurin hevur veingir,
verður mangan tikið til. Og so er.
Sannur sangur bæði hugtekur,
hevur og gevur innihald, um hann
so hoyrist í glitrandi marglætis-
hallum stórbýarins ella á ein-
semisvakt á havinum undir
stjørnuglampan ella í brennisól
afturvið svíðandi pískasløgum á
bummullarmarkum í Virginia,
teir sonevndu "negro spirituals",
eitt nú hesir: "We shall overcome"
ella "Where you there when they
crucified my Lord ?"
Leiðir og mørk tónleikans
tykjast eisini ótømandi, og funnið
varð í tøkum tíma fram til okkara
klettar. Tað var eisini ein fram-úr-
skarandi løta fyri ein føroying og
fyri landið alt, táið Sunnleif
Rasmussen fekk - og virðiliga í
finska operahúsinum takkaði fyri
- heiðursgávu Norðurlandaráð-
sins fyri hansara tónlistaligu
avrik.
Aftur til Ólavs
Mangan verður víst til Hávamál,
táið metast skal um ein persón, ið
farin er. Hóast tað vituliga ikki
altíð kennist líka lætt.
Ólavur hevði eitt nú nakað av
hesum talenti, sum Ingálvur av
Reyni einaferð segði frá, ið var
eitt sereyðkenni fyri svenska
tenorin Jussi Bjørling, at hesin
tóktist at hava líka breiða rødd,
sjálvt um sungið varð við høgum
tónalag.
Tó Ólavur sjálvur kundi við-
hvørt smílandi taka til:" Eg sleppi
ikki so høgt ella so lágt við
røddini, sum eg vildi, og tí má eg
bara royna sum frægast, har til
ber".
Erpinskap átti Ólavur ikki part
í. Hann var líka við øll og var
góðsligheitin sjálv. Ein boðskapur
um ein betri heim.
Kjølfesti
Kristindómurin hevur í øldir sett
sítt sermerkta árin á land og fólk
okkara. Í ymiskum sporum og
slóðum, men tó eyðsæddar. (Jú,
rætt hevur tú, mín tolni lesari,
árinið kundi verið munandi
meiri.)
Tó øll her á landi hava frá
lidnum øldum kent frásagnirnar
úr Skriftini, sum ein virðismiklan
part av mentan og arvagóðsi land-
sins. Har sleppur eingin undan
frásøgunnar sublima suði. Fyri
ella ímóti. Hóast at Skriftin, sum
so, ikki fekk fótin fastan á
heimligari grund á hjartans máli
okkara fyrrenn í fyrru helvt av
síðstu øld.
Henda ófatuliga upphavsmegi,
sum veitir eitt eksistentiligt svar
til tilverunnar djúpastu: "Hví,
Hvussu og Hvar?". Og sum eing-
in onnur læra megnar, skapt av
hegni og heila manna. Eini gleði-
boð og søgumeingi, sum veit væl
við, uttan treytir um næmi ella
evni. Heldur ikki dárin skal fara
villur.
Inspiratiónin
Eisini tær størstu persónsmensk-
urnar um okkara leiðir hava kent
til og latið seg inspirerað av søg-
uni um "tann einsama Galilear-
an", og ofta er søgan fyrstu ferð
hoyrd á móðurfangi.
Tak eitt nú í stýriborði gigant-
arnar Dostojevski og Tolstoj,
hóast báðir befongdir við feilir og
føll og menniskjansliga avmark-
an. Umframt øll tey markleysu
talentini á europeiska miðjum-
dekkinum, og heilt yvir í nýgga
heimin í bakborði fyri vestan.
Uttan mun til um talan er um
tónleik, skaldskap ella heimspeki.
Søgan um Menniskjasonin kom
eisini
til
okkara
fjarskotnu
oyggjar úti í tí ráliga Atlants-
havinum. Lýsingarnar av persón-
unum í Skriftini virka ektaðar og
sannar. Mangar lagnur eru lýstar
við miskunn og várkunn, meðan
aðrar ikki verða avmyndaðar við
mýkindum, tak t.d. Dávid kong.
Ella ta ódeyðiligu søguna um
Jósef - heimsins fyrstu novellu,
siga tey kønu - við øllum sínum
fasettum og aspektum um dreym-
ar, øvund, trælir, høvdingar, svik,
sorg, sakn, longsil og kærleika -
og so mangt, mangt annað.
Enok
Tó tann lýsingin, sum í sínum
einfaldni minnir mest um Ólav á
Váli, er søgan um Enok. Tað
stendur hvussu gamal Enok varð.
Ólavur bleiv bara 49 ár. Og síðani
stendur: "- Enok livdi við Gudi; og
hann var ikki longur; tí Gud tók
hann." (1.Mós. 5.24).
Soleiðis kendist løtan, táið tað
spurdist um landið og í Íslandi
við, at Ólavur á Váli var farin um
leitið.
Arnstein Niclasen
12.03.2004.
Nakað um Ólav á Váli og tey