týsdagur 22. mars 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 22. mars 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
80 ára føðingardagur
Hósdagin 24 mars fyllir Elly Magnussen Tvøroyri
80 ár.
Hon er burturstødd føðingardagin
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 22. mars hava hjúnini Turid og Benno
Drangá silvurbrúdleyp.
Brúdleypsadressan er: Brønbjerg 11, Østerild,
7700 Thisted, tlf. 004525612261.
Tordis Mohr og Arni Gunnarsson hava silvurbrúd-
leyp týsdagin 22. mars.
Tey eru burturstødd.
Dagurin
22. mars. Páll biskupur, deyður umleið ár 250.
Talan er ikki um ápostulin, men um ein biskup í
Narbonne í Fraklandi við sama navni. Er eitt av
teimum fyrstu dømunum um ein biskup, sum ikki
doyði blóðvitnisdeyðan.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði
maður, pápi, verfaðir og abbi
Kjartan Hansen
í Garðinum
fór heim til Harran.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til Akurin
og øll tit, sum fylgdu honum.
Heilsan við 1.Tess., 4, 16-18.
Vegna familjuna
Ranvá
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum
mintust okkum á gullbrúðleypsdegnum
tann 19. februar 2005.
Tøkk fyri gávur, telegrammir og
uppringingar, bæði her í Føroyum og úr
útlandinum eins og av skipi.
Tøkk til tykkum mongu, sum stukku inn á
gólvið og settu tykkara serstaka dám á
dagin og gjørdu hann ógloymandi fyri
okkum. Eisini ein tøkk til tykkum mongu,
sum á ymiskan hátt rættu eina hjálpandi
hond í samband við gullbrúðleyp okkara.
Ein serlig tøkk til børn, svigarbørn og
ommu- og abbabørn fyri at tit gjørdu tað
møguligt at halda dagin á ein slíkan
hátíðarliga hátt.
Gleðiligar páskir øll somul.
Bestu heilsanir
Margretha og Jóhan Jákup Gullaksen
Klaksvík
Fríggjadagin 18. mars 2005 fingu seks bygningssnikkarar prógv á Tekniska Skúlanum í Havn, f.v.: Allan Djurhuus, Streymnes,
Bjarni á Hólalagi, Hvalba, Frits Eið, Hellur, Janus á Húsagarði, Skálavík, Ólavur Guttesen, Sandavágur, Oluf Reinert Djurhuus,
innan Glyvur.
Mynd: Jens Kristian Vang
Saman við sjey
øðrum listafólkum er
Øssur Mohr listamað-
ur í Fuglafirði við á
eini páskaframsýning
á Fussingsø Slot í
Randers
Undir heitinum "Fra syd til
nord" hevur Fussingsø-
gruppen boðið átta kendum
listafólkum frá Fraklandi,
Danmark, Føroyum og Ís-
landi við á eina listafram-
sýning á Fussingsø Slot í
sambandi við at hetta er 10.
árið á rað at framsýningin
er á páskum. Talan er so-
statt um eina jubilemsfram-
sýning.
Á framsýningini eru t.d.
oljumálningar,
vatnlits-
myndir, og skurðmyndir úr
keramik og bronsu. Lista-
fólkini hava øll hvørt fyri
seg fyrr havt ymiskar fram-
sýningar bæði í Danmark
og uttanlands.
Umframt
listamannin
Øssur Mohr úr Fuglafirði
luttaka listafólkini: Lise
Blaabjerg, Frakland, Ingrid
Hamburger, Danmark, Ulla
Bille,
Danmark,
Helle
Bang, Danmark, Ole Bade,
Danmark, Hanne Højfeldt,
og Bjarni Sigurdsson, Dan-
mark (føddur í Íslandi).
Ferniseringin var leygar-
dagin 19. mars 2005. Fram-
sýningin er annars opin
soleiðis: Hósdagin 24. mars
til mánadagin 28. mars, og
leygardagin 2. og sunnu-
dagin 3. apríl, allar dagar
frá kl. 10-16. Adressan er:
Fussingsø Slot, Vasevej 9,
Fussingsø ved Ålum, DK-
8900 Randers.
Tekniski Skúlin í Tórshavn:
Seks bygningssnikkarar fingið prógv
Øssur Mohr við á páskaframsýning