týsdagur 22. mars 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 • týsdagur • 22. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Mourinho:
Maðurin
í brenni-
deplinum
síða 26-27
VB er heilt nær gullinum
síða 18-19
Henrik vann FM
síða 28-29
Alonso vann í Malaysia
síða 16
Øll nevndin skift út
Herfyri hevði NSÍ
aðalfund, og á fund-
inum var øll nevndin
skift út. Keldur vila
vera við, at hallið
annað árið á rað er
400.000 kr
FELAGSARBEIÐI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Runavíkingar hava fingið
nýggja leiðslu í ítróttarfel-
agnum hjá sær. Fyri sløkum
tveimum
vikum
síðani
hevði NSÍ aðalfund, og tá
var øll nevndin skift út.
Tungt fíggjarliga
Tað hevur leingi ljóðað, at
NSÍ er í fíggjarligum brota-
sjógvi, og at hetta skuldi
verið høvuðsorsøkin til, at
øll nevndin var skift út á
aðalfundinum.
Men nývaldi formaðurin
í NSÍ, Andrias Lamhauge
vísir hesum aftur. - Gamla
nevndin hevði ikki áhuga í
at halda fram, tí hon hevur
sitið í umleið 10 ár, og orka
var ikki til at halda fram,
sigur Andrias Lamhauge.
Spurdur um fíggjarligu
støðuna hjá NSÍ sigur
nývaldi
formaðurin:
-
Fíggjarliga støðan hevur
verið betur, men eg vil siga,
at hon er hampulig. Tað er
eisini ymiskt farið av
bakkastokki, sum skal út-
vega felagnum meiri pen-
ing, sigur Andrias Lam-
hauge.
Spurdur um tað er rætt, at
NSÍ í fjør annað árið á rað
hevði góðar 400.000 krón-
ur í halli, sigur Andrias
Lamhauge, at tað vil hann
ikki gera nakrar viðmerk-
ingar til.
- Tað er rætt, at felagið
hevði eitt hall í fjør, men
hvussu stórt hallið var, havi
eg onga viðmerking til. Vit
fara tó at leggja størri dent
á peningaskapandi tiltøk,
soleiðis at vit ikki hava
reyð tøl á botnlinjuni í ár,
sigur nývaldi formaðurin.
Andrias Lamhauge sigur,
at nýggja nevndin er farin
til verka, og at tað eru nógv
ting, ið nevndin skal seta
seg inn í. Fyrrverandi for-
maðurin, Jákup Mortensen,
hevur tó játtað at verða
nevndini til hjálpar og
ráðgeva, tá ið tørvur er á tí,
og tað verður tað ivaleyst,
sigur Andrias Lamhauge.
NSÍ hevur seinnu árini lagt
nógv fyri í royndunum at
náa føroysku
fótbóltstindunum. Úrslitið
higartil eru tó fyri tað mesta
reyð tøl á botnlinjuni