Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 56 - 22. mars 2005 Søguligur dagur í Formel 1 Tá 23 ára gamli Fernando Alonso koyrdi fyrstur um málstrikuna sunnumorg- unin okkara tíð, skrivaði hann formel 1 søgu. Al- onso er fyrsti spaniumað- ur nakrantíð, sum hevur ligið á odda í kappingini um formel 1 meistara- heitið. Eisini Red Bull koyrarin David Coulthard skrivaði formel 1 søgu. Við sínum trimum stigum fyri sætta pláss, gjørdist hann tann bretin, sum hevur fingið flest stig í formel 1 nakrantíð við 483 stigum í 177 koyringum. Hann fór sostatt framvið fyrr- verandi heimsmeistaran- um Nigel Mansell sum fekk 482 stig í 187 koyr- ingum. -NuD Teir nýggju motorarnir fóru í luftina Nógv hevur verið tosað og skrivað um løgnu av- gerðina hjá BAR/Honda at steðga báðum bilunum, áðrenn teir komu á mál í Melbourne, soleiðis, at teir fingu møguleika at skifta motor áðrenn koyr- ingina í Sepang. Men meðan tey flestu liðini, sum brúktu sama motor sum seinastu koyr- ing, komu á mál, vóru tað BAR/Honda bilarnir hjá Jenson Button og Anth- ony Davidson sum vóru fyrstir at fáa motorbrek eftir bert tvær umferðir. Jenson Button var sera atfinningarsamur móti liðnum, og helt støðuna vera sera ónøktandi. Van- ligi royndarkoyrarin Anthony Davidson, sum avloysti tann sjúka Tak- uma Sato, var sum vera man keddur av at hann bert slapp at koyra tvær umferðir í síni fyrstu koyring, men segði seg ikki vera illan. -NuD Alonso vann í Malaysia Renault,Toyota og BMW/Williams á vinnaraskammilinum í Sepang, í eini kapp- koyring ið enn eina- ferð boðaði frá, at 2005 verður eitt her- ligt formel 1 ár FORMEL 1 Niels Uni Dam nudam@hotmail.com Renault koyrarin Fernando Alonso vann koyringina frammafyri Jarno Trulli í Toyota og Nick Heidfeld í BMW/Williams. Fyri teir báðar fremstu var koyringin rættuliga støðug. Teir byrj- aðu í fyrstu- og aðru byrj- unarstøðu og hildu hesar støður alla koyringina. Tað var ikki mín skyld Seinastu koyring fyri tveimum vikum síðan, var tað liðfelagin hjá Alonsu, Giancarlo Fissichella sum vann. Hesuferð lá Fissi- chella leingi á triðja plássi. Men hansara dagur endaði heldur keðiliga. Við einans 20 umferðum eftir á mál, rendi Fissichella saman við Mark Webber í BMW/- Williams. Báðir bilar brotn- aðu, og steðgaðu á staðn- um. Fissichella hevði trupul- leikar við dekkunum, og teir báðir BMW/Williams koyrarnir Webber og Heid- feld og Toyota koyrarin Ralf Schumacher fingu hann aftur. Hjá Webber eydnaðist tað at sleppa framvið Fissichella. Men Fissichella royndi at vinna plássið aftur í næsta sving- ið. Men hann gleið inn í bilin hjá Webber sum royndi at halda plássið. Hvørgin teirra vildi sunnudagin viðganga, at skuldin var teirra, men báðir mundu eiga fitt av skuldini. Fyri Nick Heidfeld var hetta ein gyltur møguleiki, hann stýrdi bilin gjøgnum rokið av brotnum bilum og tók triðjapláss, og seks stig, sum BMW/Williams iva- leyst eru sera glaðir um. Montoya endaði á fjórða plássi og gav McLaren/- Mercedes eitt sindur at gleðast um, ein dag har liðfelagin Kimi Räikkönen sá út til at endaði millum fremstu bilarnir, áðrenn hann punkteraði. Á fimta plássi endaði Ralf Schumacher, sum eis- ini var byrjaður í fimtu støðu. Dagurin var rættu- liga hendingarríkur fyri Ralf, sum millum annað rendi saman við, ja, ongum øðrum enn sama Webber. Fimta plássi gav Toyota tveir bilar í stigunum, og er eitt stórt herðaklapp til kanska mest skuffaða liðið í seinastu koyring. Red Bull Racing og Dav- id Coulthard fingu sætta pláss, og vístu at góðu úr- slitini fyri tveimum vikum síðan, ikki bert vóru hepni. Coulthard hevði ongan trupulleika við at halda heimsmeistaran Michael Schumacher aftanfyri seg á sjeynda plássi. Ferrari kreppa Ein klók kona segði eina- ferð: "Formel 1 er ein ítrótt- ur har 20 rasarabilar koyra runt og runt og so vinnur Michael Schumacher". Men nógv umbroytist á mansins ævi, og eisini hetta. Nú eru bert 18 bilar í formel 1, og Michael Schu- macher og alt Ferrari liði tykist alt annað enn kappingarført. Liðfelagin hjá Schu- macher; Rubens Barri- chello lá á ellinta plássið, tá hann vegna dekktrupulleik- ar gavst. Schumacher er ivaleyst glaður fyri síni fyrstu stig í ár. Men hann segði við fjølmiðlarnar, at hann sjálvandi var ivasamur um sínar møguleikar at verja heimsmeistaraheitið, og vinna tað sætta ár á rað. Ferrari brúka í løtuni eina tillagaða útgávu av 2004 bilinum. Ætlanin var at bíða við at brúka nýggja bilin til seinni í kappingar- árinum, men tað skilst, at Ferrari skulu royndarkoyra nýggja bilin í vikuni, við atliti til at brúka hann í næstu koyring í Bahrain um tvær vikur, tað bíðar formel 1 heimurin eftir í spenn- ingi. Malaysia 1 Fernando Alonso 2 Jarno Trulli 3 Nick Heidfeld 4 Juan Pablo Montoya 5 Ralf Schumacher 6 David Coulthard 7 Michael Schumacher 8 Christian Klien 9 Kimi Raikkonen 10 Felipe Massa 11 Narain Karthikeyan 12 Tiago Monteiro 13 Christian Albers ret Rubens Barrichello ret Giancarlo Fisichella ret Mark Webber ret Jacques Villeneuve ret Jenson Button ret Anthony Davidson ret Patrick Friesacher Støður, Formel 1 Koyrarar Navn Land Merki Stig Fernando Alonso Spania Renault 16 Giancarlo Fisichella Italia Renault 10 Rubens Barrichello Brasil Ferrari 8 Juan Pablo Montoya Kolumbia McLaren 8 David Coulthard Stórabretland Red Bull 8 Jarno Trulli Italia Toyota 8 Nick Heidfeld Týskland Williams 6 Ralf Schumacher Týskland Toyota 4 Mark Webber Australia Williams 4 Christian Klein Eysturríki Red Bull 3 Michael Schumacher Týskland Ferrari 2 Kimi Raikkonen Finnland McLaren 1 Bilar Merki stig Renault 26 Toyota 12 Red Bull 11 Ferrari 10 Wiliams 10 McLaren 9 Pit-stoppið gekk eftir ætlan, og Alonso megnaði at halda oddastøðuni allan vegin á Sepang-breytini Mynd: Reuters