týsdagur 22. mars 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 22. mars 2005
33
Sosialráðgevi
Eitt starv sum avloysari fyri sosialrágeva í farloyvi
er leyst at seta skjótast gjørligt og inntil 4.
november 2005.
Á økisdeildini í Havn arbeiða 14 fólk: 8 sosialráð-
gevar, 5 málsviðgerar og deildarleiðari.
Økið hjá deildini er Streymoy, Vágar, Mykines,
Nólsoy, Hestur, Skúvoy og Sandoy. Starvið kann
innibera ferðing.
Arbeiðs- og ábyrgdarøki
• at ráðgeva og vegleiða borgarum í økinum um
rættindi og skyldur í sambandi við almanna-
spurningar
• at
seta
í
verk
fyriskipanir
sambært
almannalóggávuni
• í serligum førum vísa áheitanum til landsum-
fatandi deildirnar hjá Almannastovuni
Tær sosialu fyriskipanirnar, ið økisdeildin
serliga tekur sær av, eru
• ymiskar fyriskipanir sambært forsorgarlógini,
herundir uppihaldshjálp og stuðul til heilivág
og smærri hjálpartól
• persónliga viðbót til fyritíðar- og fólkapensión-
istar sambært pensiónslógini
• samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum
heima
• tilráðingar í sambandi við umsóknir um fyritíð-
arpensiónir
Førleikakrøv
• sosialráðgevaraútbúgving
• góður kunnleiki til EDV á brúkarastøði
• góður málburður, bæði munnliga og skrivliga
• góð samstarvsevni
• evni til umstilling og at tola stórt arbeiðstrýst til
tíðir
• evni og vilja til at arbeiða tvørfakligt og í
heildarloysnum
Lønar- og setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sátt-
mála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmanna-
felagið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Eyðvør Mortensen, deildarleiðara á tlf. 353570.
Umsóknir við avriti av prógvum o.ø. skulu send-
ast Almannnastovuni, J. Broncksgøta 27, post-
smoga 3096, 110 Tórshavn, í seinasta lagi 2. apríl
2005.
________________________________________
Um Almannastovuna
Almannastovan er skipað við almannamiðstøðum í
Tórshavn, í Suðuroy, í Eysturoy og í Norðoyggjum, har
fleiri tænastur eru lagdar út á økini, soleiðis at viðskifta-
fólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar. Har-
umframt eru Hjálpartólamiðstøðin og aðrar lands-
dekkandi serdeildir partar av Almannastovuni.
Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva
almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært
almannalóggávuni eins og at taka avgerðir.
Almannastovan hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjar-
ligu ábyrgdina av veitingum,fyriskipaðar eftir pensjóns-,
dagpeninga- og forsorgarøkinum v.m.
Stovnurin umsitur 800 mill. kr. og vit eru íalt 90 fólk í
starvi.
Fróðaskaparsetri
søkir eftir telduvørði
Telduvørður
Av tí at telduvørðurin hjá okkum fer víðari til aðrar
avbjóðingar, søkja vit eftir telduvørði at byrja
skjótast til ber.
Telduvørðurin hevur ábyrgdina av, at teldurnar
virka nøktandi í dagliga arbeiðinum, og at data
verða goymd og brúkt á skilabesta hátt. Vit rokna
við, at tú hevur royndir við teimum vanligastu KT-
forritunum og ert vanur at vegleiða brúkarar í nýtsl-
uni av teimum. Tú hevur viðkomandi útbúgving
ella starvsroyndir, ert íðin og hevur áræði og góð
samstarvsevnir.
Dagliga arbeiðið hjá telduvørðinum fevnir millum
annað um at
• seta upp og innleggja Windows og Linux stýri-
skipanir á brúkarateldir
• innleggja nýtsluforrit (Office pakkan, Novell
Netware klient og Novell GroupWise klient)
• taka trygdaravrit og at endurskapa dáta á lokal-
um ambætarum og teldum
• innleggja brúkaraskipanir á deildunum
• viðlíkahalda brúkarateldur, so at frammanfyri
nevndu forrit virka
Ein stórur partur av arbeiðinum verður framt á
teimum ymsu deildunum á Fróðskaparsetrinum.
KT-økið
KT-økið fevnir um Windows- og Linuxskipanir á
brúkarateldum, Novell Netware netskipan og
Novell GroupWise postskipan. Umsøkjarar við holl-
um kunnleika til hesar skipanir hava fyrimun. Høv-
uðsbrúkarabólkarnir eru granskarar, undirvísarar,
fyrisitarar og studentar.
Treytir og umsóknir
Lønar- og setanarviðurskifti verða sambært avtalu
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið og um arbeiðsupp-
gávurnar kunnu fáast við at venda sær til Hans
Birgir Højgaard, KT-leiðara á telefon 352570 ella
teldupost: birgirh@setur.fo
Umsóknir við prógvum, ævisøgu (CV) og møgulig-
um viðmælum skulu stílast til Setursskrivstovuna í
seinasta lagi 30. mars 2005. Starvið verður sett
skjótast til ber.
Seturskrivstovan
J.C. Svabosgøta 14
Postrúm 272
FO-100 Tórshavn
Eysturoyar Eystara
Bjargingarfelag
Aðalfundur felagsins verður mánadagin 4. apríl.
Tíð og stað verður lýst seinni.
Nevndin
Søkt verður
eftir fólki
til bygdarhúsið á Strondum at byrja sum skjótast.
Tann,ið settur verður,skal taka sær av rakstrinum
av húsinum, m.a. matstovuni, reingerð og útleig-
an av hølum.
Løn samb. avtalu.
Møguligar umsóknir skulu vera kommunu-
skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 1. apríl 2005
Kommustýrið tilskilar sær rætt til at velja millum
umsøkjarnar ella ongan at seta.
Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490 Strendur