mikudagur 23. mars 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 57 - 23. mars 2005
Skrivstovunæmingur
SPEKT statsaut.
revisorar Sp/f.
spekt@spekt.fo
www.spekt.fo
Staravegur 17
Postboks 3258
FO-110 Tórshavn
Telefon 34 34 34
Telefax 34 34 35
Heiðavegur 15
Postboks 190
FO-600 Saltangará
Telefon 34 34 54
Telefax
Correspondent Firm of
International
a Swiss Cooperation
KPMG
Fyri ein av kundum okkara,
eitt størri reiðaravirksemi í
Eysturoynni, verður søkt eftir
skrivstovunæmingi innan
fyrisiting.
Starvið fevnir um alt vanligt
skrivstovuarbeiði við serligum
atliti til bókhald.
Útbúgvingin fer fram eftir
galdandi reglum.
Lærutíðin er treytað av
hvørjar útbúgvingar
umsøkjarin hevur. Lærutíðin
byrjar skjótast gjørligt.
Dentur verður lagdur á, at
umsøkjarin hevur kunnleika
Starvið
Umsøkjarin
til bókhald og roknskap, er
vanur at arbeiða við teldu
umframt at viðkomandi
hevur góð samstarvsevni og
dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
Lønarviðurskifti verða sam-
bært lærusáttmála.
Umsókn við upplýsingum um
útbúgving og royndir verður
at senda okkum skjótast
gjørligt ella í seinasta lagi
5. apríl 2005.
Nærri fæst at vita við at
venda sær til Árna Ellefsen,
statsaut. revisor, á telefon
34 34 34.
Umsóknin
Sangløta í
kirkjuni
Kunoy: Tey, ið hava hug
at hoyra eitt barnakór
syngja í Kunoyar kirkju,
fáa eitt gylt høvi til hetta
skírisdag.
Tá skipa nevniliga fólk
úr KFUM & K í Klaks-
vík, saman við fólki úr
bygdini, fyri sangløtu í
kirkjuni við ymiskum á
skránni.
Umframt tað at barna-
kóri fer at syngja, verður
eisini bíbliusøga og nógv-
ur sangur á skránni til
hesa sangløtuna, sum
byrjar kl. 15.
sb.
Broyta reglugerð
fyri virðisløn
Havn: Nú skulu bóka-
vørðarnir við skúlarnar í
Havn velja ein lim í
nevndina, sum avgerð
hvør skal hava Barna-
bókaheiðurslønina hjá bý-
ráðnum.
Hetta samtykti býráðið
á fundi hóskvøldið, nú
felagslærararáðið við teir
kommunalu skúlarnar í
Havn er avtikið. Hetta ráð
hevur havt ein lim í hesi
nevndini, men nú er
reglugerðin broytt, so-
leiðis at henda fimm-
mannanevndin
verður
vald øðrvísi.
Hereftir verður nevndin
so mannað við hesum lim-
inum sum skúlabókavørð-
arnir velja, barnabóka-
vørðinum á Býarbóka-
savninum í Havn, tveim-
um limum sum býráðið
sjálvt hevur valt og for-
manninum í mentamála-
nevndini í býráðnum, sum
eisini er formaður.
sb.
Stevnudagar í
summar
Runavík: Hóast tað so
smátt er byrjað at vára,
eru fyrireikingarnar til
stevnurnar
í
summar
longu farnar í gongd.
Á tveimum støðum við
Skálafjørðin hava fólk
longu fingið at vita, nær
tvær av teimum lokalu
stevnunum verða.
Fólk í Runavík kunnu
longu nú byrja at gleða
seg til Eystanstevnuna,
sum verður í Runavík í
døgunum 17. til 19. juni.
Og fólkið hinumegin
fjørðin, kunnu gleða seg til
mánaðin eftir, tá bygda-
stevnan á Skála og Strond-
um verður á skránni.
sb.
AÐALFUNDUR
tíðindaskriv
Leygardagin
19.
Mars
høvdu Føroya Ellisakfør
aðalfund. Tríggir nevndar-
limir, Heini á Borg, Hans
Jørn Nielsen og Eirikur
Lindenskov, bóru seg und-
an afturvali, og í teirra stað
vóru valdir Páll Danielsen,
Julian Eliasen og John
Allan Midjord.
Á nevndarfundi mána-
dagin
skipaði
nýggja
nevndin seg soleiðis: John
Allan Midjord, formaður,
John William Old, næstfor-
maður,
Julian
Eliasen,
kassameistari, Páll Daniel-
sen, skrivari, Petur Johann-
essen, nevndarlimur Vara-
limir eru: Eyðun Joensen
og Hans Jákup Michelsen
Føroya Ellisakfør hava
nú góðar 160 limir. Felagið
varð stovnað í 1992, og er
endamálið at varðveita ell-
isakfør í uppruna sniði, at
veita limum hjálp og veg-
leiðing, at skapa limunum
góðar umstøður at varð-
veita ellisakfør og at skipa
fyri tiltøkum, sum kunnu
nøra um virksemi felagsins.
Felagið hevur til húsa
yviri við Strond 22 í Havn.
Felagið hevur eisini til húsa
í gamla vatnbrunninum
undir Gráasteini, sum er
settur í stand at hýsa ellis-
akførum. Har er avfukt-
ingarskipan sett upp, so tey
30-40
ellisakførini
har
standa í góðum, tryggum
og turrum umstøðum.
Næsta tiltakið hjá felag-
um verður árliga flaggdags-
koyringin í sambandi við
flaggdagshaldið í Havn
flaggdagin 25. Apríl. Vik-
una frammanundan verða
Føroya Ellisakfør á torgin-
um í SMS við einhvørjari
forkunnugari framsýning.
John Allan formaður í
Ellisakførum
Eini 30 limir vóru møttir á aðalfundinum hjá Føroya Ellisakførum leygardagin