Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 23. mars 2005 3 UTTAN ÚR HEIMI Hægstirættur segði nei Zacharias Moussaoui, ið er tann einasti, sum er dømd- ur fyri at hava verið uppi í atsóknini at USA tann 11. september í 2001, hevur kravt, at nakrir fongslaðir limir í felagsskapinum al-Qaeda skulu avhoyrast í rættinum, tí hann er sanførdur um, at avhoyringarnar høvdu komið honum til góðar. Men amerikanski hægstirættur kunngjørdi mána- dagin, at teir fongslaðu menninir skulu ikki avhoyrast í rættinum. Amerikanska ákæruvaldið hevur avhoyrt menninar, og hægstirættur sigur, at Moussaoui og verjar hansara mugu halda seg til tað, sum kom burtur úr teimum avhoyringunum, sjálvt um Moussaoui og verjarnir vilja vera við, at alt kemur ikki fram har. Nú hægstirættur hevur sagt sína hugsan, verður rætt- armálið ímóti Zacharias Moussaoui helst flutt til ein dómstól í statinum Virginia, sum so skal taka endaliga støðu tí málinum. Sjóránini byrjað aftur Aftan á ta ógvusligu flóðalduna í Indiska Havinum annan jóladag tóktist tað, sum at sjórænararnir har á leiðunum vóru givnir við virkseminum, tí leingi var einki at síggja til teirra. Summi hildu, at flóðaldan hevði oyðilagt bátarnar hjá sjórænarunum, meðan onnur hildu, at teir tordu ikki at søkja at skipum, nú so nógvir fremmandir hermenn vóru í økinum. Men nú eru sjóránini byrjað aftur. Fyrst bleiv eitt in- donesiskt tangaskip rænt í Malacca-sundinum ímillum Indonesia og Malaysia, og fyri nøkrum døgum síðani bleiv eitt japanskt farmaskip rænt. Skiparin og mask- inmeistarin, sum eru japanar, og ein sjómaður av Filipsoyggjunum eru ikki sæddir síðani, og eingin veit, um teir eru livandi ella deyðir. Árliga sigla umleið 50.000 skip ígjøgnum Malacca- sundið, og umleið helmingurin av allari oljuni í heimi- num verður flutt tann vegin. Fyri Japan hevur sundið stóran týdning, tí umleið 80 prosent av japanska olju- innflutninginum koma tann vegin. Japanska stjórnin heldur, at Indonesia og Malaysia gera slt ov lítið fyri at verja flutningin ígjøgnum sundið. Valúrslitið skal kannast Myndugleikarnir í gamla sovjetlýðveldinum Kirgisi- stan hava nú játtað at kanna úrslitið av tjóðartingsvali- num herfyri. Andstøðan vil vera við, at myndugleikarnir svikaðu, soleiðis at stjórnin skuldi verða sitandi, og seinastu dagarnar hava fleiri túsund fólk gingið kravgongu í fleiri av teimum stóru býunum. Í býnum Osh kring- settu fólk ráðhúsið og fleiri aðrar almennar bygningar. Løgreglan stóð á varðhaldi, men legði ikki uppí. Tvørturímóti fór løgregluovastin á ein røðarapall og boðaði frá, at løgreglan fór ikki at leggja seg út í til- tøkini hjá andstøðuni. Mánakvøldið kunngjørdi skrivstovan hjá Askar Akajev, forseta, at myndugleikarnir skulu kanna valúrslitið fyri at fáa staðfest, um alt fór rætt fram. Kinesarar keypa Kinesiski bilídnaðurin er av álvara farin at gera vart við seg, og sum lið í menningini ætla kinesararnir at keypa vesturlendskar bilverksmiðjur. Tann størsta kinesiska bilverksmiðjan hevur longu keypt bretsku Rover-verksmiðjuna, og í løtuni samráð- ast kinesarar um at keypa ta kreppuraktu italsku Fiat- fyritøkuna. Tann sama fyritøkan keypti fyri einum ári síðani suðurkoreonsku bilverksmiðjuna Ssangyong og hevur eisini fingið tætt samstarv við General Motors og Volkswagen. Tað ljóðar, at kinesararnir hava hug at yvirtaka svensku Saab-verksmiðjuna frá General Motors. Men kinesararnir hava ikki einans áhuga í útlendsk- um bilverksmiðjum. Fyritøkan Huawei, sum ger far- telefonir, hevur útvegað sær samstarv við Marconi og Siemens. Almenna flogfelagið Air China roynir at fáa fatur á Hongkong-flogfelagnum Cathay Pacific, og kinesisk oljufeløg hava keypt seg inn í oljufeløg í fleiri arabiskum londum og í Venesuela. Eisini í Afrika liggja kinesararnir framvið, og har hava teir gjørt íløgur í londum sum Kongo, Zimbabwe og Mali, skrivar Reuters. Tann 17 ára gamli Jeff Weise skjeyt níggju fólk og síðani seg sjálvan HÓPMORð Árni Joensen, fartekst@mail.dk Fyrradagin kom aftur ein amerikanskur drongur í skúla við skammbyrsu. Tað var tann 17 ára gamli Jeff Weise. Hann gekk í Red Lake High School í býnum Red Lake í statinum Minnesota tætt við kanad- iska markið. Áðrenn hann fór í skúla, hevði hann tikið skamm- byrsuna hjá abbanum, sum var fyrrverandi løgreglu- maður. Síðani skjeyt hann abban og ommuna. Í skúla- hurðini møtti hann einum vaktarmanni, tók byrsuna og skjeyt hann. Haðani fór hann inn í eitt rúm, har fleiri næmingar og lærarar vóru. Jeff Weise siktaði og skjeyt, og tá hann var liðug- ur, lógu fimm næmingar og ein lærari deyðir á gólvi- num. 12 onnur vórðu særd. Síðani setti hann skamm- byrsuna fyri høvdið á sær sjálvum og skjeyt tað sein- asta skotið. Tilburðurin í Red Lake er tann blóðugasti av sínum slagi, síðani tveir dreingir skutu 15 fólk í Columbine High School fyri seks árum síðani. Aftur eitt hópdráp í amerikonskum skúla Býurin Red Lake er í einum indiánaøki har norðuri í statinum Minnesota tætt við kanadiska markið Tann víðgongdi ke- kenski uppreistrar- leiðarin Sjamil Bassa- jev sigur, at hann fer at svara tí russiska harðskapinum við meiri harðskapi KEKENIA Árni Joensen, fartekst@mail.dk Russar fara at kenna sviðan av, at russiski herurin her- fyri beindi fyri kekenska uppreistrarleiðaranum As- lan Maskhadov. Tað sigur ein annar kekenskur upp- reistrarleiðari, tann víð- gongdi Sjamil Bassajev, í samrøðu við svensku tíð- indastovuna TT. - Tað er Russland, sum hevur byrjað hetta kríggið, og tað er Kreml, sum av- gerð, nær tað verður friður, sigur Bassajev, sum í fjør átók sær ábyrgdina av gíslatøkuni í skúlanum í suðurrussiska býnum Bes- lan. Bassajev sigur, at hann hitti Maskhadov í novem- ber í fjør, og at Maskhadov tá hevði sett sær fyri at tingast við russar um frið. At hann nú bleiv myrdur vísir, at tað ber ikki til at líta á russar, sigur Bassajev og leggur afturat, at keken- ar eru noyddir at brúka somu harðrendu framferð, sum russar brúka. At tosa um altjóða reglur og demo- krati er nyttuleyst, sigur hann. - Meðan tosað verður um demokrati og altjóða rætt, hava teir dripið 250.000 ke- kenar. Tað svarar til ein fjórðing av fólkatalinum, sigur uppreistrarleiðarin við TT. Russar vilja vera við, at Sjamil Bassajev hevur somu víðgongdu muslim- sku sjónarmið sum Osama bin Laden, men Bassajev hevur avsannað, at hann hevur hitt leiðaran í al- Qaeda. Hóttir Russland við yvirgangi