mikudagur 23. mars 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 57 - 23. mars 2005
Í Føroyum eru ikki nóg góð
tilboð til føroysk børn og
ung, ið hava brúk fyri at
tosa um trupulleikar av ym-
iskum slag, heldur Høgni
Kragesteen. Hann lesur
sálarfrøði á fimta ári í År-
hus, og í frítíðini arbeiðir
hann óløntur á møtistað-
num cyberhus.dk, ið er ein
heimasíða, har børn og ung
kunnu spyrja um ymiskt og
kjakast í einarúmi við vaks-
in fakfólk um alt millum
himmal og jørð. Hetta er
sostatt ikki eitt opið kjak-
rúm,
har
óviðkomandi
kunnu fáa samband við
børnini. 25 fólk arbeiða á
cyberhus.dk kjakráðgev-
ingini. Umframt lesandi
arbeiða
millum
annað
námsfrøðingar, sálarfrøð-
inga og sosialráðgevar, og
tey hava sostatt altíð onkran
royndan at tosa við, um
evnini, ið tey kjakast við
tey ungu og børnini um.
Á cyberhus.dk kunnu
børn og ung kjakast um alt
møguligt, til dømis um tey
hava mist onkran, um sjúka
er í familjuni, ella um tey
hava upplivað nakað, sum
tey hava ilt við at tosa um.
Høgni hevur arbeitt á
cyberhus.dk síðani í januar
og sigur, at hann fekk bein-
anvegin hugskotið at gera
eitt føroyskt kjakrúm, av tí
at tað er alneyðugt at før-
oysk børn og ung eisini fáa
eitt tílíkt tilboð. Hetta ikki
minst tí føroyska samfelag-
ið er so lítið og afturlatið,
og tað er ringt at tosa um
nógvar av teimum tonkum,
sum tey ungu ganga við.
- Til dømis er seksualitet-
ir ikki nakað tosað verður
opið um á sama hátt sum í
Danmark, og tað at vera
samkyntur,
verður
av
mongum sæð sum nakað
skeivt, sigur Høgni Krage-
steen. Tabuini eru mangar
og møguleikarnir fáir. Alt
hetta ger, at føroysk børn
og ung kanska hava enn
størri tørv á at tosa við
onkran vaksnan um teirra
tankar.
- Føroysk børn kunnu
sjálvsagt eisini skriva til
donsku ráðgevararnar, men
eg trúgvi, at tað er lættari
hjá teimum at venda sær til
ein føroying, ikki bara or-
sakað av málinum, men tí
tey vita, at tað er ein, ið
kennir til umstøðurnar har
heima og so framvegis, sig-
ur Høgni Kragesteen.
Lættari á netinum
Høgni heldur, at netið er
ein sera góður møguleiki at
røkka teimum ungu og
børnum.
- Vit hitta børnini og tey
ungu har tey eru - nevniliga
á netinum. Tey eru von at
ferðast á netinum, og tey
brúka tað nógv. Hetta er
teirra amboð og her kenna
tey seg heima. Hartil er tú
vardur á ein annan hátt, enn
tá tú ringir til eina ráðgev-
ing, og hetta ger tað nógv
lættari hjá teimum flestu at
lata upp og siga sína hugs-
an, sigur Høgni. Tú kanst
siga eitt sindur og fara aftur
og so venda aftur, tá tú
finnur dirvið. Hartil er tað
møguligt at vera dulnevnd-
ur, eingin sær teg, og eingin
hoyrir tína rødd.
Ofta hava tey ungu bara
nakrar
spurningar
og
royndir tey vilja deila við
onkran, men tað eru eisini
tey, ið hava størri trupul-
leikar, sum tey hava tørv á
at tosa um. Kynsligur
ágangur, rúsevnismisnýtsla
og harðskapur eru millum
tey evnir, sum børn og ung
skriva til cyberhus.dk um,
og tað er helst eisini fleiri,
ið hava tílíkar trupulleikar í
Føroyum, sigur Høgni.
Men her kenna øll øll, og
tað kann vera ringt at taka
seg saman og fara at tosa
við onkran um trupulleikar-
nar, sigur hann og leggur
aftrat, at tað ikki er so bind-
andi á netinum.
- Ofta skamma tey seg
yvir sínar trupulleikar og
kunnu hava sera ringt við at
tosa um teir. Tað kann vera
ringt at hyggja inn í eygunu
á einum øðrum persóni og
greiða
frá
kynsligum
ágangi, og tískil er netið eitt
gott stað at byrja, sigur
hann. Tá tað eru so álvar-
samir trupulleikar, sum tey
ungu skriva inn um, er
hansara uppgáva fyrst av
øllum at fáa samband við
tey og vísa teimum víðari
til onkran, sum kann hjálpa
teimum.
Vansin við kjakinum er,
at tú ikki sær børnini og tey
ungu, sum tú kjakast við.
Hvussu kedd tey eru, og
hvussu tey hava tað, men
Høgni heldur tó ikki, at
hetta er nakar stórur trupul-
leiki.
- Tey brúka lagtekin (hu-
mørtekin), so sum smíltek-
in ella tekin, sum vísa ringt
lag, ella tey skriva, nú smíl-
ist eg. Tað er heldur ikki
ringt at merkja, um tú
hevur veruliga kontakt, tí tú
sær tað á mátanum, tey
skriva uppá, eg gjørdist
ovfarin yvir hvussu gott
samband tú fært við tey á
kjakinum, leggur Høgni
aftrat.
Høgni er at hitta miku-
dagar millum klokkan 14
og 17 føroyska tíð. Før-
oysku ráðgevingina finnur
tú á www.cyberhus.dk um
tú klikkir á føroyakortið á
myndini, sum kemur fram
undir "menu" og "stuen".
List í Runavík
Listaframsýningin hjá Lions Club Eysturoy
hevur nú 25 ár á baki í Runavíkar Skúla
LISTAFRAMSýNING
Tíðindaskriv
Fyrsta og annan páskadag verður árliga listaframsýn-
ingin hjá Lions Club Eysturoy og er hon opin báðar
dagarnar frá kl. 15 til kl. 20.
Hetta tiltak hevur staðið við siðani 1980, og er sostat
blivin ein fastur partur av hátíðarhaldinum á staðnum.
Framsýningin verður sett fyrra páskadag kl 15 av
Petur Martin Petersen, leiðara av Kunningarstovuni í
Fuglafirði. Undir setanini fara Arni Carlsen og Kári
Sverrison at framføra tonleik, og skal Kári syngja.
Hann setur altíð ein serligan dám á har hann luttekur,
við sínum serliga spæli og sangi.
Hesi 25 árini framsýningin hevur verið, er ein hópur
av listaverkum framsýnd. Luttøkan hevur ligið millum
30 og 50 listafólk við 2 - 300 góðum og fjølbroyttum
listaverkum.
Framsýningin hevur rúmað málningum, tekningum,
akvarellum og klippum, og hevur gjøgnum árini verið
sera fjølbroytt. Saman við royndum og drivnum lista-
fólkum, hava ung og óroynd fólk her haft møguleikar
at royna síni listarligu evnir og sýna tey alment fram.
Her hava fleiri gjøgnum árini haft sínar fyrstu royndir,
fyri síðani at menna seg og við tíðini eru blivin kend
listafólk.
Allur ágóðin verður, eins og undanfarin ár, latin til
vælgerandi endamál.
Hjálp til føroysk børn og ung á netinum
- Vit hitta børnini og tey
ungu har tey eru - nevniliga
á netinum. Tey eru von at
ferðast á netinum, og tey
brúka tað nógv. Hetta er
teirra amboð og her kenna
tey seg heima, sigur Høgni
Kragesteen, hann lesur
sálarfrøði í Århus og arbeiðir
við kjakráðgeving til børn og
ung í fríðtíðini.
- Børn og ung kenna
seg heima á netinum,
og tí er hetta eitt gott
stað at hitta tey, sigur
Høgni Kragesteen, ið
arbeiðir óløntur við
ráðgeving til børn og
ung á møtistaðnum
cyberhus.dk. Hann
hevur gjørt ein før-
oyskan part á donsku
heimasíðuni, so før-
oysk børn og ung eis-
ini kunnu nýta kjak-
ráðgevingina
BØRN OG UNG
Marjun Dalsgaard