mikudagur 23. mars 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ein serstøk Netnevnd
hevur gjørt eitt til-
mæli um sendinetið
hjá bæði Útvarpinum
og Sjónvarpinum í
framtíðini. Og týdn-
ingurin av millum-
bylgju-sendaranum
verður ikki undir-
mettur
SENDINET
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sendinet: Øll eiga at síggja
sjónvarp. Øll eiga at kunna
hoyra útvarp í stereo, og tað
eigur ikki endurtaka seg, at
millumbylgju-sendarin
sløknar.
Tað er partur av niður-
støðuni, sum ein serstøk
Netnevnd hevur gjørt um
sendinetið hjá Útvarpinum
og Sjónvarpinum.
Bjarni Djurholm, vinnu-
málaráðharri setti hesa
nevndina niður í 2002, og í
gjár kundi nevndin so
handa
landsstýrismanni-
num hesa frágreiðingina,
har fleiri uppskot og tilráð-
ingar eru til føroyska sendi-
netið í framtíðini.
Í hesi nevndini hava sitið
Hjørdis Gaard fyri Vinnu-
málaráðið, Jógvan Thom-
sen og Sigurð Vang frá
Fjarskiftiseftirlitinum,
Bjarni Wilhelm frá Menta-
málaráðnum, Jógvan Jesp-
ersen og Hans Andor Jo-
hannesen frá Útvarpinum
og Carsten M. Arnskov frá
Sjónvarpinum.
Gamlir sendarar
Sendaraútgerðin hjá FM-
sendinetinum er longu um
átta ára gomul, og er livitíð
hennara neyvan longur enn
átta ár aftrat, um neyðugt
viðlíkahald verður gjørt.
Hinvegin so hava bygn-
ingar og mastrar meiri enn
30 ár á baki, og krevja tí
stórar umvælingar.
Netnevndin mælir tí til,
at gjørd verður ein verkætl-
an um at útbyggja netið, so
tað dekkar í fyrsta lagi øll
bústaðarøkini og eisini
meginpartin av vegakervi-
num.
Mælt verður eisini til, at
netið verður soleiðis út-
bygt, at tað ber til at mót-
taka í stereo við útiantennu
í flest øllum støðum, og at
øll skulu móttaka í stereo
við inniantennu.
- Ein fyribils meting hjá
Fjarskiftiseftirlitinum vísir,
at tað kostar umleið 1 mió.
kr. at dagføra og útbyggja
FM-sendinetið,
sigur
nevndin.
Hinvegin verður víst á, at
neyðugt er samstundis at
fylgja væl við í gongdini í
menningini av digitalum
útvarps-sendineti í okkara
grannalondum.
Ikki sløkna aftur
Tá talan er um nógv umtal-
aðu sendistøðina á millum-
bylgju hevur henda stóran
týdning fyri føroysk sjófólk
og lurtarar á landi, sum
bara hava hesa støðina at
líta á.
Tí er í fyrstu syftu neyð-
ugt at tryggja sær, at hesin
sendarin ikki sløknar aftur.
Neyðugt er tí við at seta
pening av til viðlíkahald.
Henda sendistøðin varð
bygd til at røkka nærleiðir-
nar, men tað hevur víst seg,
at hon við skiftandi góðsku
hoyrist undir Íslandi, í Irm-
ingarhavinum, Norðhavi-
num, Írska havinum og í
Norðsjónum.
Sendistøðin hoyrist rími-
ligt ella illa í Eysturgrøn-
landi,
við
Bjarnoynna,
Svalbard og har eysturi í
Barentshavinum, men á
Flemish Cap hoyrist hon
als ikki.
Mælt verður til at gera
eina óhefta meting av
sendistøðini, og ein spurn-
ingur í hesum sambandi er,
um ein ikki eigur at digi-
talisera støðina.
Fimm SV-rásir
Tá talan er um sjónvarps-
sendinetið so dekkar tað
ikki øll búsett øki í Føroy-
um. Men nevndin er samd
um, at sjónvarpssendinetið
eigur at dekka øll búsett øki
í landinum.
Hinvegin so er spurning-
urin um sendinetið ikki av-
greiddur. Umboðini fyri
Mentamálaráðið, Útvarpið
og Sjónvarpið mæla tó til,
at landið skal hava ræðis-
rætt yvir einum almennum
og digitalum sendineti.
Kannast skal eisini um
Televarpið er áhugað fyri
einum samstarvi við tað al-
menna um eitt framtíðar
digitalt sendinet.
Longu fyri hálvum árum
síðani mælti Sjónvarpið til
at virksemið hjá stovninum
eigur eisini at fevna um at
endurvarpa Public Service
rásir úr grannalondunum,
umframt ta føroysku fram-
leiðsluna. Hetta hevur so
aftur við sær, at tørvur
verður á fleiri rásum – helst
eini fimm í tali.
Ein fyribils kostnaðar-
meting vísir, at eitt tílíkt
sendinet kostar einar 25
mió. kr. at byggja.
Nr. 57 - 23. mars 2005
19
Gulvmontører til Danmark
Til dansk gulvfirma søges 2 top-
professionelle gulvmontører til
montering af gulve i træ, linoleum,
vinyl samt vådrum og tæpper.
Vi er et kreativt team, som har
mange spændende specialopgaver
for vore kunder, som er vant til en
høflig og omgængelig adfærd samt
et flot professionelt resultat.
Har du mod på et spændende job i
Danmark og mener at du kan leve
op til en god løn - så vil vi gerne
høre fra dig.
Ring til René på +45 75 91 48 00
eller mail til
yde@ydesgulve.dk
PS: Vi har i øvrigt en Færing
ansat, som har været hos os
i 2 år.
Vejlevej 71 • DK-7000 Fredericia • Tlf. +45 75 91 48 00
René
Millumbylgjan má ikki sløkna aftur
Hjørdis Gaard handar
Bjarna Djurholm frágreið-
ingina um sjónvarps- og út-
varpsnetið - ein frágreiðing
sum er vorðin sera viðkom-
andi og kærkomin, nú mill-
umbylgjusendarin hevur
havt sínar trupulleikar og
sendinetið annars hevur
fleiri ár á baki
Mynd: Jens Kr. Vang