Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 57 - 23. mars 2005 Mikudagin í síðstu viku royndarkoyrdu vit nýggja VW passat í Barcelona í Spania, samstundis sum Volkswagen bilfor- handlarar vóru í somu ørindum á frí- tíðaroynni Mallorca BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Barcelona: Bilverksmiðj- urnar brúka nógva orku og nógvan pening upp á at marknaðarføra eitt nýtt bil- modell. Tað er av alstórum týdningi at bilurin fær góða umtalu. Motorjournalist- arnir skulu sannførast um, at júst teirra bilur er tann besti. Kappingin millum bilverksmiðjurnar er bein- hørð. Mikudagin í síðstu viku royndarkoyrdu vit nýggja VW passat í Barcelona í Spania. Veðrið var gott, millum 15 og 20 hitastig, og umstøður av teimum allar bestu. Passatar í so gott sum øllum útgávunum stóðu klárir í floghavnini, tá ferðalagið við motorjour- nalistum kom til hendan søguliga býðin, sum m.a. er kendur fyri fótbólsliðið FC- Barcelona og stórslignu listaverkini og bygningar- nar hjá arkitektinum An- tonio Gaudi (1852-1926). Leiðin gekk suðureftir, og bilarnir vóru royndar- koyrdir undir nógvum ymiskum koyriumstøðum, alt frá motorvegi til smalar og krókutar bygdarvegir uppi í fjøllunum. Við eitt gamalt hugnaligt restaurerað slott uppi í fjøllunum var skiftistøðin, har vit fingu frokost og kundu royna Passatar í øðrum útgávum og motor- um, bensin, diesel, auto- matgir o.s.v. Har var gott høvi at royna allar tær teknisku finessurnar. Sjálvsálitinum feilti einki, tá umboð fyri VW- konsernina høvdu tíðinda- fund, har teir greiddu frá um bilin t.d. teknisk data, uppbygging, hentleikar, og hvat teir væntaðu sær av nýggja Passatinum, sum teir søgdu var besti miðal- klassabilur í Evropa. Vit sum høvdu royndar- koyrt bilarnar kundu ikki annað enn staðfesta, at talan var um ein gjøgnum- førdan bil. Vit høvdu heldur ikki væntað annað. VW Passat eru uppkall- aðir eftir passatvindunum sum alt árið blása frá subtropisku hátrýstøkjun- um inn móti ekvator. Morgunin eftir skuldu vit koyra bilarnar frá hotellin- um har vit búðu til flog- havnina. Tað var ikki bara sum at siga tað at finna leiðina fram í tætta ferðslu- meldrinum í Barcelona. Bilurin var ein 2,0 TDI við DSG-automatgirkassa og navigatiónsskipan har bæði ein rødd og displayið á instrumentborðinum leiddi okkum gjøgnum býin og út í floghavnina. Vit komu fram í øllum góðum. Í flogfarinum settu motorjournalistarnir seg við fartelduni at skriva og finna myndir. Teir sum arbeiða á bil-magasinum og á tíðindabløðum ferðast nógv, og tíðin skal útnyttast væl. Samstundis sum vit royndarkoyrdu Passatarnar í Spania, vóru Volkswagen bilforhandlararnir í somu ørindum á frítíðaroynni Mallorca, teirra millum føroyski VW-umboðsmað- urin Øssur Johannesen. Passatvindur yvir Mallorca og Barcelona Passatar í so gott sum øllum útgávunum stóðu klárir í floghavnini í Barcelona Á tíðindafundi í Barcelona. Umboð fyri VW-konsernina svara spurningum frá motorjournalistum Í flogfarinum settu motorjournalistarnir seg við fartelduni at skriva. Nýggi Passaturin var eisini nakað at skriva heim um Bilarnir vórðu vaskaðir og poleraðir, áðrenn teir vórðu royndarkoyrdir