mikudagur 23. mars 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 24. mars 2005
31
siglingarsøguni liðugt
Norrønu til Noregs. Ætlanin var
at koyra úr Bergen og til Keyp-
mannahavnar og haðani og
norður til Stokholm og so um-
vegis Oslo og aftur til Bergen.
Tey eru ivaleyst fleiri, sum halda
seg kenna lítið til Noreg og
uppaftur minni til Svøríki. Koyri-
túrurin var framúr vakur, og ikki
minst svenski høvuðsstaðurin var
sonn perla at vitja.
Tey eru mong, sum á sovor-
num ferðum búgva á tjaldpláss-
um ella í smáttum, og alt gott um
tað. Hjá teimum, sum ynskja
uppaftur betri komfort, ber til at
velja gistingarhús. Á sumri, tá ið
handilslívið heldur frí, eru prís-
irnir ikki so galnir. Serliga um
bílagt verður í góðari tíð og yvir
internetið. Fyrstu ferðirnar kenn-
ist tað sum spennandi avbjóðing
at bíleggja á henda hátt.
Túrurin eydnaðist framúr væl,
og hervið verður honum veitt
besta skoðsmál.
Skiftistíðin
At Smyril Line og Norrøna og
slóðbrótandi rutan hava havt
alstóran týdning fyri Føroyar er
eingin ivi um. Í Google leiti-
skipanini verður víst til umleið
57.600 sambond, tá ið spurt
verður eftir Smyril Line, og talan
er um so ymisk mál sum
japanskt, russiskt, spanskt,
franskt, italskt, týskt, eingilskt,
norðurlendsku málini og ivaleyst
fleiri onnur eisini.
Fyri nøkrum árum síðani
møtti eg ein vanligan føroyskan
summardag við Løkin á Viðar-
eiði fremmandum ferðafólkum.
Maður og kona, farin um miðjan
aldur, vóru har í bili. Tey vóru
ættað suðuri úr Europa, og tey
vóru á veg til Íslands. Ferðasam-
bandið var soleiðis, at tað var
neyðugt at bíða her í tveir dagar.
Tey høvdu staðið og hugt vestur
á Múlan, Nakkin og Kallin og
eystur á Eystfellið. Í prátinum
undraðust tey á, at tey mest sum
av tilvild vóru komin til so
náttúruvakurt land, sum tey
ongantíð áður høvdu hoyrt um.
Norrøna hevði so at siga
parkerað tey her í tvey dagar, og
tey søgdu seg ætla at ferðast
aftur henda vegin á somu farleið.
Ivaleyst eru nógvar søgur sum
henda.
Nú fer Óli Hammer úr stjóra-
sessinum í Smyril Line. Teir,
sum hava sett í, vilja hava
ávirkan á stjórnina, og tað er ikki
so undarligt. Ofta er tað soleiðis,
at undangongumenninir ikki
gerast so gamlir í felagnum, eftir
at tað er komið í trygga legu.
Fyri nøkrum árum síðani visti
eitt blað at siga, at í ikki fleiri
enn 10 prosentum av førunum
var sami stjóri í frískúlunum í
Danmark fimm ár eftir, at farið
varð undir skúlan, sum tann, ið
upprunaliga setti sjøtul á. Um
tað verður sæð upp á tað í tí
ljósinum, so hevur fyrsti Smyril
Line stjórin verið drúgvur.
Jóannes á Váli er framvegis
stjóri í Smyril Line, og sum tað
skilst skal gamli stjórin vera
ráðgevi í felagnum í tvey ár,
áðrenn hann leggur heilt frá sær.
Harvið verður syrgt fyri, at
vitanin og royndirnar higartil
ikki fara fyri bakka, nú nýtt fólk
skal setast í stjórnina.
Óli Hammer er ikki longur
oddviti. Einki er at ivast í, at nú
hann lítur aftur á lívsverkið, so
kundi hann í onkrum førum
hugsað sær at havt tikið aðrar
avgerðir enn tær, sum vórðu
tiknar, eftir at avleiðingarnar av
teimum vóru vornar til veruleika
og samfelagsgongdin annars var
kend. Sovornar royndir eiga øll í
vinnulívinum.
Í framúr góðu Hugbirtingum
sínum tekur Petur Háberg, sáli,
soleiðis til í umrøðuni av Ólavi
av Heygum í Vestmanna, sum
var oddviti, tá ið telefonin kom
til Føroya, og har afturat var uppi
í so mongum øðrum framtøkum:
"Onkur hevur sagt, at ein
munur millum íslendingar og
føroyingar er hesin: At skarar ein
maður framúr fjøldini - veri tað
seg innan fyri list, vinnu á landi
ella sjóvinnu ella á annan hátt, so
rokna íslendingar ein slíkan
mann fyri eina tjóðskaparogn,
sum teir kappast um at styðja og
halda uppi. Í Føroyum afturímóti
- lat ein mann skara framúr ella
fáa høvdið eitt sindur hægri enn
fjøldina - so eru nógvar kreftir til
at happa og draga niður ein
slíkan mann".
Tað man vera so ymiskt frá
føroyingi og til annan føroying
og frá íslendingi og til annan
íslending, hvussu tað er við
hesum. Nú framherjin fyrstu
tredivu árini leggur frá sær, og
harvið søguligt skeið í føroysku
siglingarsøguni tykist vera lokið,
vóru hesar reglur fátækslig roynd
at seta ljóskastaran á stóra og
hepna takið, sum tað hevur verið
fyri Føroyar og føroyingar, at Óli
Hammer saman við øðrum fór
undir siglingina í Norðuratlants-
havinum.
n fer
Müller
Norrøna fekk heiðurliga móttøka, tá hon fyrstu ferð kom á Havnina
Mynd Jan Müller
Nýggja Norrøna
Mynd Jens K Vang