mikudagur 23. mars 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 58 - 24. mars 2005
PÁSKIR
Marjun Dalsgaard
Páskahandilin hjá Peturbjørg
Poulsen í Bøgøtu lat aftur leygar-
dagin fyri páskir, tí hann var
tømdur fyri hvørt nikk og prikk,
ið var at selja. Eins og undan-
farnu ár, hava páskareggini, sum
Peturbjørg hevur stoypt og prýtt
verið sera væl umtókt, og 800
kilo av sjokolátu í páskareggum
varð skjótt skrætt vekk. Síðan
hon seldi síðsta páskareggið,
hevur telefonin hjá Peturbjørg
kimað út í eitt, og ikki øll, sum
hava ringt, hava verið líka blíð,
fortelur hon. Onkur hevur skeld-
að hana út og spurt hana, hvat
tað líkist at hava ein páskahandil,
sum letur aftur leygardagin fyri
páskir. Hetta er tó einki at gera
við, tí handilin er tómur, og tað
eru ikki stundir at stoypa fleiri
egg nú, sjálvt um hon gjarna
hevði vilja, sigur hon.
Peturbjørg Poulsen hevur sett
sín dám á føroysku páskini í seks
ár á rað. Tað byrjaði við, at ein
vinkona gavst við at prýða og
pakka páskaregg, ið vóru innflutt
frá Anthon Berg. Peturbjørg
hugsaði við sær sjálvari, at tað
hevði verið stuttligt at roynt hetta
og gjørdi av at taka yvir - ikki
bara við at prýða innfluttu sjoko-
látaeggini men eisini at stoypa
tey sjálv. Til endamálið fekk hon
til vega gomlu maskinurnar hjá
Solitude, føroyska sjokolátu-
virkinum, sum helt til á Stykk-
inum fyri nøkrum árum síðani.
Hon heldur seg tó ikki til at gera
sjálva sjokolátunua - hana flytir
hon inn úr Belgiu.
Mest til stuttleika
Virksemið hjá Peturbjørg at gera
páskaregg er mest til stuttleika.
- Eg haldi tað er øgiliga stutt-
ligt, men tú skalt veruliga tíma
hetta væl, um tú skalt í holt við
tað, tí tað er ein longri manna-
gongd, sigur Peturbjørg, sum
heldur ikki fær nakran serligan
peningaligan vinning burturúr. Í
ár hevur hon verið í holt við
framleiðsluna síðan í januar og
hevur brúkt 800 kilo av sjoko-
látu, men heldur, at hon má fara
fyrr í gongd næsta ár. Hvussu
nógv egg eru komin burturúr,
torir hon ikki at siga, fyrr enn
hon hevur gjørt salgið upp, men
tað liggur eitt stað millum 1000
og 2000, sigur Peturbjørg.
Tímarnar, sum hon hevur lagt í
arbeiðið gjalda seg ikki inn aftur,
men hon hugnar sær við arbeið-
inum. Hon hevur fimtan formar
til páskareggini í ymiskum
støddum og hvørt kvøld hevur
hon gjørt nøkur egg. Fyri at
stoypa tey, skal sjokolátan fyrst
hitast upp til 48 gradir. Síðan
skal hon kølast niður á 27 gradir
og aftur hitast til 31 gradir. Tá
tað er gjørt, verða eggini stoypt
og eftir tveir dagar, kann hon
fara undir at skera tey til og
prýða tey. Peturbjørg ger eggini í
fimm ymiskum støddum, tey
bíligastu kosta 40 krónur og tey
dýrastu 850 krónur. Teimum
størstu hevur hon selt umleið 30
av, men tílík egg, mugu fólk tó
bíleggja áðrenn, tí hon hevur ikki
ráð til at gera fleiri av teimum,
um tey ikki verða seld, sigur hon.
Føroysk konfekt
Seinastu seks árini, ið Peturbjørg
hevur gjørt páskaregg í frítíðini,
hevur hon starvast í Kiosk Aktiv.
Nú er kioskin seld, og hon veit
ikki rættiliga, hvat framtíðin
býðir. Hølini hon leigaði í
Bøgøtu til páskasøluna, hevði
hon bert í tveir mánaðir, og hon
hevur heldur ikki havt nakra
ætlan um at gera ein handil har.
At fara undir at gera føroyska
sjokolátakonfekt kundi tó verið
ein møguleiki, viðgongur hon,
men hetta er óvist, tí hon veit
ikki, um nakað grundarlag er fyri
tílíkum í Føroyum.
- Tað kundi verið stuttligt at
gjørt ein føroyskan sjokoláta-
handil, sum hesar tú sært
aðrastaðni við øllum møguligum
sløgum av frískari sjokolátu,
men tann mannagongdin er nógv
meira torfør, so tað síggi eg meg
ikki føran fyri, sum nú er, sigur
Peturbjørg.
- Hartil skal tílík sjokoláta
altíð vera frísk, so hon er dýr, og
tað krevst at fólk keypa nógv. Eg
veit ikki um grundarlag er fyri tí
her heima, leggur hon aftrat. Tað
er tó einki at ivast í, at um
áhugin varð líka stórur, sum fyri
hennara páskareggunum, hevði
Peturbjørg havt úr at gera. Inntil
víðari mugu vit bert vóna, at hon
velur eitt starv, har hon hevur tíð
til at gera páskaregg við síðuna
av.
Føroysku páskareggini skrødd vekk
Peturbjørg Poulsen hevur havt úr at gera síðan í januar við at stoypa og
prýða páskaregg, men 800 kilo av sjokolátu var ikki nokk. Vælumtóktu
eggini vóru útseld longu leygardagin, og síðani hevur telefonin kimað.
Ikki øll hava verið líka blíð
Páskareggini hjá Peturbjørg vórðu skrødd burtur
Mynd: Jens Kristian Vang