mikudagur 23. mars 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 24. mars 2005
33
PÁSKABOÐSKAPUR
Tummas Jacobsen
Páskirnar eru ivaleyst ein tann
størsta høgtíðin beint eftir jól.
Tíbetur eru føroyingar til-
vitaðir um at halda hesa høgtíðir,
og tað munnu vera fáir føroying-
ar, í mótsetning til aðrar tjóðir,
sum ikki vita hvat hesar høgtíðir
snúgva seg um.
Í okkara kristnu mentan eru
hæddarpunktini í kristniboðskap-
inum tá Jesus varð føddur til
jarðar av Mariu moy, og táið
Jesus endaði Sítt jarðarlív, við at
ofra seg sum syndoffur fyri alla
mannaættina, fyri síðani at verða
reistur upp frá deyðum.
Persónliga upplivi eg páska-
boðskapin so gleðisfyltan, at eg
kann ikki lata vera við at tilbiðja
Jesus sum Harra og meistara.
Tað er tann størsta hendingin
sum nakrantíð er farin fram í
heimsøgu manna.
Eingin hending sum nakrantíð
hevur verið, kann síðustillast við
hendingina, sum fór fram á
Golgata. Tað, at menniskja hevur
sett sín fót á mánan, ella aðrar
stórhendingar blikna afturímóti
hesum, at Jesus - sonur hins
livandi Guds - gav Seg sjálvan,
at doyggja fyri meg, ja fyri alla
mannaættina, fyri at eg og øll,
sum trúgva, skulu arva ævigt lív.
Fráboðað 500 ár
frammanundan
Eg havi mangan undrast á hesa
hending serliga um hvussu um-
fatandi hon var.
Profeturin Jesaia sigur frá hesi
hending, longu eini 500 ár
frammanundan, og hann sigur
m.a.:
"Men Hann varð særdur fyri
brot okkara, soraður fyri mis-
gerðir okkara; straffin varð løgd
á Hann, so vit skuldu hava frið,
og við sárum Hansara eru vit
grødd."
Profeturin greiðir frá, at øll
synd mannaættarinnar varð løgd
á Hann. Hetta merkir, at syndin
hjá teimum, sum høvdu livað
áðrenn Jesus var borðin í heim,
varð løgd á Hann; syndin hjá
øllum menniskjum, sum komu at
liva eftir Hansara jarðarlív, ja
heilt fram til okkara tíð, varð
løgd á Hann.
Øll synd, sum eg nakrantíð
havið gjørt og sum eg nakrantíð
farið at gera, er løgd á Hann. Øll
syndin sum Hitler gjørdi móti
mannaættini, var løgd á Hann.
Øll órættvísi sum Saddam
Hussein hevur gjørt móti sínum
landsmonnum, varð løgd á Hann,
og alt sum Bush hevur og fer at
gera skeivt var lagt á Hann. Og
vit kunnu halda áfram.
Í roynd og veru merkir hetta,
at við Jesu deyða á Golgata, og
við Hansara uppreisn er øll
mannaættin frelst. Eftir stendir
bert hjá okkum at taka ímóti hesi
frelsu, og tí prædikar Paulus, at
hvør tann, sum við hjartanum
trýr at Jesus er sonur Guds, og
við munninum játtar Jesus sum
Harra, skal verða frelstur.
Lívgevandi boðskapur
Tað er áhugavert at hugsa um, at
sjálvt Ábraham, Nóa, Móses og
aðrir ikki náddu inn í Paradís - í
nærveru Guds - fyrr enn við
deyða Jesusar.
Jesus er tað ofrið sum mátti til,
fyri at menniskja kundi koma
nær Gudi, og tessvegna bíðaðu
hinar mongu sálirnar í deyðaríki
eftir "loysnaranum", sum koma
at loysa tey úr deyðaríki og heim
til Guds stað.
Tað er hetta plássið Jesus tosar
um, tá Hann greiðir frá ríka
manni og Lazarus. Djúpt festi
var millum hesar báðar; ríki
maður píndist svárliga, meðan
Lazarus var í fangi Ábrahams,
men við deyða Jesusar stendur
skrivað, at mong av teimum, sum
sovnað vóru (vóru deyð) vístu
seg í Jerusalem; hesi vóru tey,
sum vóru loyst úr deyðaríki, og
vóru á veg heim í Paradís.
Fyri meg er páskaboðskapurin
so lívgevandi; tað handlar ikki
um ein deyðan Jesus, men um
ein upprisnan Jesus, og við
trúnni á Hann veit eg at eg eigi
ævigt lív.
Hetta merkir at eg skal liva við
Honum í allar ævir. Ofta verður
tosað um "deyðans myrka dal",
men eg eri sannførdur um, at
vegna Jesus skal eg ikki í nakran
deyðans myrka dal, men eg skal
flyta úr hesum lívi inn í teir
himmalsku bústaðir, ella v.ø.o.
eg fari úr einum lívi yvir í eitt
annað, har alt er fullkomið.
Jú, tað er øll orsøk til at
hátíðarhalda hesa høgtíð, og tað
er sanniliga ein gleðishøgtíð fyri
hvønn tann, sum trýr á Jesus.
Men tað kann so ikki dyljast
burtur, at fyri tann, sum ikki trýr,
er hetta boðskapur, sum
kunngerð dóm, tí Jesus sigur at
tann, ið ikki trýr er longu
dømdur. Men fyri hvønn tann,
sum trýr, hevur Jesus borið
dómin okkara vegna.
Eg vil ynskja mínum
landsmonnum bæði á sjógvi og
landi einar gleðiligar páskir, við
bøn um at alt okkara fólk skal
liva í trúgv á Hann, sum vit
minnast hesar páskadagar.
Vit hava tosað við tveir
16 ára gamlir dreingir
úr Havn um, hvønn
týdning páskini hava
fyri teir. Hugsanin um
um páskini er rættiliga
ymisk – annar fer á
møti, og hin heldur frí.
PÁSKIR
Annika Isfeldt og
Guðrun Jacobsen
– Páskini er ein stór høgtíð og
hon er týdningarmikil at minnast
á, sigur Hugo Joensen.
– Vit í Frelsunarherinum hava
trý páskamøti, og nú á páskum
fara vit suður til Vágs at hava
møti. Páskini eru ein sera hugna-
lig høgtíð, tí tað er eitt gott høvi
at vera saman við familju og
vinum, og tað er altíð hugnaligt
at vera her í Frelsunarherinum.
Men ikki minst hava páskini
stóran týdning fyri meg, tí tað
var jú tá, at Jesus reis upp.
Eg lesi nógv í Bíbliuni um
hesa tíðina, tó fari eg ikki í
kirkju, tí eg fari nokk bara á møti
her á páskum.
Páskadag er eisini ein heilt
serligur dagur her í Frelsunar-
herinum, tí her eta vit morgun-
mat saman, hava sjálvandi møti
og hornorkestrið hjá okkum
spælir fyri sjúklingunum á
Landssjúkrahúsinum, endar
Hugo.
Vanligir dagar
– Páskini eru sum vanligir dagar
fyri meg, einasti munurin er, at
ein onnur skrá er í sjónvarpinum,
sigur Geir Johansen.
– Eg fari ikki í kirkju á
páskum og geri faktist ikki tað
stóra. Eg sovi leingi um morg-
unin, hugni mær saman við
vinunum, fari nokk í býin á
páskum og eg njóti bara at hava
frí.
Eg veit væl, hví man heldur
páskir, men eg eri bara glaður
fyri at hava feriu.
Páskir – uppreisn ella feria?
– Eg lesi nógv í Bíbliuni um páskirnar, sigur 16 ára gamli Hugo Joensen
Mynd: Jens Kr. Vang
Páskir
– størsta hendingin
í mannasøguni
"Eingin hending sum nakrantíð hevur verið, kann
síðustillast við hendingina, sum fór fram á Golgata. Tað,
at menniskja hevur sett sín fót á mánan, ella aðrar
stórhendingar blikna afturímóti hesum, at Jesus - sonur
hins livandi Guds - gav Seg sjálvan, at doyggja fyri meg, ja
fyri alla mannaættina, fyri at eg og øll, sum trúgva, skulu
arva ævigt lív".
- Fyri meg er páskaboðskapurin so lívgevandi; tað handlar ikki um ein deyðan Jesus, men um
ein upprisnan Jesus, sigur Tummas Jacobsen, samkomuleiðari í Filadelfia
Mynd: Jens Kr. Vang