Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 58 - 24. mars 2005 "Tey vóru gamlir vinir, - og skuldi hann nú ikki hirða at hjálpa henni, nú hon trongdi til hjálp? Hvussu ofta hevði hon ikki verið honum til gleði í barnaárunum? Hon hevði tvørturímóti ofta verið við til at skapa gleðisstundir" PÁSKASANGUR Eftir pastor P. Poulsen Hesin sangurin gevur okkum eina góða fatan av, hvussu yrkj- arin Grundtvig hevur tað um hetta mundið í 1817. Úr barnaheiminum var hann farin út í lívið við einum hópi av góðum minnum, t.d. um jólini og páskini heima við hús. Úr hesi goymsluni spretta fram ein hópur av góðum sálmum. Hagani átti hann minnir um urtagarðin og blómurnar. Ein teirra var páskaliljan, sum ein hevði fá lovorð til yvir fyri tá í tíðini. Vanvirðisliga varð hon umtalað sum ein "bóndablóma úr urtagørðum á bygd". Henni tørvaði, sum Grundtvig sjálvur sigur tað, til eina uppreisn. Og tí sýndi hann hesi blómuni eisini serstakan áhuga, og tí skrivaði hann eina drúgva yrking "Páskaliljan", sum hvørt ár varð spæld á Kongaliga Teatrinum páskaaftan. Úr hesi yrkingini er sprottin fram sálmurin, sum nú er at finna eisini á okkara sálmabók, sum nr. 211 í meistarligu týðing- ini hjá Axeli Tórgarð frá 1960. Bað um hjálp Tað var kanska tikið í so rívan til, tá Grundtvig valdi at gera seg til talsmann og verja hjá bónda- blómuni. Alt og øll høvdu líkasum tikið seg saman fyri at gera henni fyri skommum: Hon hevði gula litin hjá svikinum og bar haraftrat tað vanvirðisliga navnið "Seudunar- cissus", t.v.s. liljan, sum lýgur seg til navn sítt. Hvussu einfalt var ikki at gera hesi blómuni fyri skommum, og gera soleiðis, at skommin kom á hann, sum bjóðaði seg fram sum verja hennara? Tá hon so pikkaði á dyrnar hjá Grundtvigi og bað hann hjálpa sær, var svar hansara avvísandi í fyrstu atløgu. Tí, hvat vilt tú her? Tað var tó eitt í lagnuni hjá hesi blómuni, sum ikki var so ólík hansara egnu. Grundtvig sjálvur – sum onkur nevndi sum kapellanin uttan meinigheit og skribentin uttan lesarar – var eisini vanvirdur av fólki. Hann og páskaliljan høvdu í roynd og veru somu støðu í høvuðsstað- num. Tey vóru gamlir vinir, - og skuldi hann nú ikki hirða at hjálpa henni, nú hon trongdi til hjálp? Hvussu ofta hevði hon ikki verið honum til gleði í barnaárunum? Hevði hann heldur nakrantíð hoyrt nakað vanvirðisligt um hana harheimi? Hon hevði tvørturímóti ofta verið við til at skapa gleðis- stundir. Tað var altíð fest yvir gudstænastuna, tá henda blóman sást í urtagarðinum, og ofta var hon, um hon kom fram nóg tíðliga, tikin við inn í kirkjuna og sett á ovasta sessin, á sjálvt altarið. Og hevði hann ikki eisini ofta undrað seg um, at hon megnaði at stríða seg upp gjøg- num harðfrystu jørðina, meðan aðrar og meiri sartar plantur hvørki høvdu dirvi ella megi at vísa seg? Kanska kom hon nú aftur til hansara, ikki so nógv fyri at biðja um hjálp, men heldur fyri at veita hjálp! Sig mær satt Tað var vist ikki rætt at avvísa hana, og betri hevði verið at gera seg til eitt við hana. Avvísandi tala hansara varð nú brádliga broytt til ein spyrjandi áhuga: "Páskablóma, sig mær satt: hava nakað vit at týða? Hava vit nú boðað rætt? Kunnu deyð av grøvum stíga?" Og blóman nikkaði samtykkjandi og svaraði: "Kunnu deyð ei rísa hátt, einki hava vit at týða, følna skulu vit tá brátt, ongan urtagarð vit prýða - undir torvu gloymd og fjald". Soleiðis helt henda lítla vanvirda blóman úr urtagarðinum í lands- bygdini eina prædiku, sum gjørdist lív av deyða fyri hann. Og síðani tá hevur hon hjálpt túsundvís av øðrum til at halda hesa somu prædikuna. (SB týddi úr bókini "Salmebogen fortæller") "Vøkur var hon, men blóman erpaði sær kortini ikki. Hon lýsti bara upp í urtagarð- inum. Hon stóð leingi soleiðis". PÁSKASØGA Gert Grube Veturin var um at vera liðugur. Tríggjar blómur – ein krokus, ein snjóklokka og ein erantis – høvdu allar strítt seg upp gjønum tann harða svørðin. Erantissan og snjóklokkan stóðu nærhendis einum lerka- runni og gleddu seg um at vera til. Erantissan var ikki sørt errin um sína gulu blómu, sum líknaði eini kongakrúnu á eini grønari pútu. Snjóklokkan var ikki minni errin av teim hvítu klokkunum, sum lýstu upp við runnin. Nakað hagani, nærhendis húsagrundini stóð ein krokus. Hon var bæði viólblá og hvít. Og hon var eisini sera fegin um sínar litir. Allar hesar tríggjar blómur- nar kundu hyggja hvør eftir aðr- ari og hámeta hinar. Millum tær vóru nakrir bøkkar, hagani ein kundi síggja nakrar grønar spírar. – Hvat eru hatta fyri spírar, sum spretta fram her?, spurdi snjóklokkan krokussina. – Eg veit ikki, svaraði krokuss- in. Men teir plaga aldrin at verða til nakað. Nú havi eg verið frammi hvør einasta vár, og eg havi aldrin sæð teir gerast til annað enn spírar. – Hugsa ikki um tað, segði erantissan. Teir eru jú bara grøn- ir. Nei, hyggið at mær, eg eri bæði grøn og gul. – Ája, segði ein gráspurvur, ið brádliga kom við í prátið. Hann sat á einum heitum staði á lerkurunninum og hevði útsýni yvir allan garðin. – Eg haldi, at tær vantar nak- að, Erantis. Tær vantar yvirlit. Tú kanst ikki úttala teg so trygt, tá tú ert so lítil og bert er frammi eitt stutt tíðarskeið. Annars skalt tú ikki koma við atfinningum móti teimum grønu spírunum á bøkkunum. Teir eru byrjanin til eina blómu, sum verður bæði størri enn tú og hinar. – Hvat sigur tú?, segði krokussin og kom við aftur í prátið. Hasir løgnu spírarnir har, - eru nakað serstakt við teimum? – Bíða bara, svaraði gráspurv- urin kvikliga aftur. Eg havi sæð meiri av urtagarðinum enn tú. Tá tú og hinar eru følnaðar, og ikki orka at standa upprættar, tá eru hasi grønu bløðini vorðin til eina prýðiliga blómu, vakrari enn nøkur onnur, - ja, eg haldi ta vakrastu av teimum øllum. Hinar tríggjar blómurnar svar- aðu als ikki, tí tær trúðu ikki tí, sum gráspurvurin segði, og so vóru tær eisini vorðnar firtnar, og tað gjørdi sjónina veika. Tíðin gekk. Erantissan hevði mist nøkur av gulu bløðum sínum og tosaði ikki so nógv longur. Stelkurin á snjóklokkuni var dottin saman og hon lá ússalig á jørðini við nøkrum løgnum spírum á uttasta stelk- inum. Eitt hegnlingsæl hevði sligið hana í jørðina, og hon orkaði ikki at fara á føtur aftur. Bløðini á krokussini vóru longu farin. Eftir var bert ein kransur av grønum stelkum, so hon hevði ikki nógv at reypa sær av. Krúnbløðini lógu á jørðini sum tilvildarligir málingablettir. – Nú skulu tit hyggja henda- vegin!, segði gráspurvurin til tær tigandi og bleiku blómurnar. Nú fer hon at blóma. Sólstrálurnar náddu bøkkarnar og ovast á stelkinum sást nú tann vakrasta blóman, sum skein um kapp við sólina. Hinar blómurnar kundu ikki annað enn vera samd- ar við gráspurvinum. Tær kundu við veiku eygum sínum hóma hesa høgu og prýðiligu blómuna. Vøkur var hon, men blóman erpaði sær kortini ikki. Hon lýsti bara upp í urtagarðinum. Hon stóð leingi soleiðis. Tað var sum vildi blóman bera út boðini um nakað ið var stórt og gott. Tað var páskaliljan, og tað navnið fekk hon, tí trompet- formaðu blómur henn-ara tyktust senda út ein nýggja vón til ein margháttligan heim, - eina vón um fyrigevin og uppreisn. (SB týddi úr Udfordringen) Tann vakrasta av øllum Vanvirðislig blóma við týðandi talu 1. Páskablóma, hvat vilt tú? Urt úr bygdablómugarði uttan anga, skreyt og skrúð, hvørjum ert tú gestur kæri? Heldur tú, at nakar fær hug at goyma teg hjá sær? Torir skald um teg at røða, fuglurin um teg at kvøða? 2. Ei tann lýggja summardag nældi tú, har blómur pranga, ei sum liljan silvurblað fekst tú og sum rósan anga. Men tá vetraródn er hørð, sprettur tú úr køldu jørð, gleðir einans tann, ið skoðar teg og minnist tað, tú boðar. 3. Páskablóma, sig mær satt: hava nakað vit at týða? Hava vit nú boðað rætt? Kunnu deyð av grøvum stíga? Reis hann upp, sum boðað er? Rísa orð hans aftur her? Sprettir so av gulum beði lívið fram á páskadegi? 4. Kunnu deyð ei rísa hátt, einki hava vit at týða, følna skulu vit tá brátt, ongan urtagarð vit prýða - undir torvu gloymd og fjald. Men fær megin dulda vald, bræðist, stoytist vaksið fína, skal sum ljós á grøvum skína. 5. Páskablóma! megin sterk er í tínum gula horni, og sum við eitt undurverk leskist eg á páskamorgni. Morgunsól og fuglamál drakk eg mær úr tíni skál; deyðir vakna, eg man skoða teir í páskamorgunroða. 6. Ja, so satt tú sigur tað! Frelsarin reis upp av deyða! Tí er langafríggjadag vón um páskamorgun reyða: Kappin ein av øllum ber, grøv og svørð ei muna her - dumba bert, tá hann vil anda, hann, sum bjarging gav úr vanda. Grundtvig 1817. Axel Tórgarð 1960.