mikudagur 23. mars 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 24. mars 2005
35
"Vitjan hansara í
Getsemane urtagarði
hevði ómetiliga stórt
árin á Edward, sum
gekk har í urtagarð-
inum ímyndandi sær
Jesus, sum í angist og
sálarkvøld síni sveitt-
aði so, at tað vóru
eins og blóðsdropar,
ið fullu til jarðar"
PÁSKASANGUR
Eftir Svenning av Lofti
Ofta havi eg vitjað Ísrael og
Getsemane urtagarðin, sum er í
líðini á Oljufjallinum, nakað
niðanfrá eystanvert Kedronsdalin
í Jerusalem.
Hvørja ferð er tað ein serstøka
grípandi løta fyri meg at vera í
Getsemane, tí vit vita at hetta
veruliga er tann urtagarðurin,
sum Jesus so oftani leitaði inn í
saman við lærisveinum sínum
fyri at biðja. Serstaka grípandi er
at lesa tað, ið Matteus evangel-
istur skrivar um hitt lagnutunga
kvøldið tá ið Jesus fyri seinstu
ferð var í Getsemane við læri-
sveinum sínum:
"Jesus kom tá við teimum til
stað, ið æt Getsemane; …hann
tók við sær Pætur og teir báðar
synir Zebedeus; og Hann gjørdist
tungur, og svár angist kom á
Hann. Tá segði hann við teir:
"Sál mín er sorgarbundin, heilt
til deyða; verðið her og vakið við
mær!" so fór Jesus eitt sindur
longur, fall á andlit sítt og segði:
"Faðir mín, er tað møguligt, so
lat henda kalik fara frá mær! Tó
ikki sum eg vil, men sum tú
vilt."
Tí er hetta staðið so serstakt
fyri okkum at vitja, tí her strídd-
ist frelsari okkara nívandi sálar-
stríð sítt fyri okkum og her var
tað at hann gav seg undir vilja
faðirsins at útinna frelsuverkið á
krossinum við deyða sínum á
Golgata.
Tí er ikki so løgið at so mong
ymisk menniskju, úr øllum
heimsins heraðshornum, leita til
Jerusalem og inn Getsemane
urtagarð. Umframt at vit vita at
hetta er staðið, so vita vit eisini
at summi av oljutrøðunum í
Getsemane eru so gomul, at tey
kunnu saktans hava verið á
Jesusar døgum.
Árin á sonin
Amerikanski evangelisturin
Edward Payson Hammond, sum
livdi árini 1831-1910, var føddur
í býnum Ellington í státinum
Connecticut. Pápin var lærari og
mamman var ein yvirgivin
kristin, og hon hevði stórt árin á
sonin, sum kom til trúgv á Jesus
tá ið hann hoyrdi ein sang um
frelsaran, sum gekk krossins
tunga veg fyri hansara skuld.
Hann fekk sín fyrsta lærdóm í
USA og síðani fekk hann sær
eisini útbúgving innan skotsku
fríkirkjurnar í Edinburgh. Síðani
virkaði hann sum prædikumaður
í Skotlandi, men fór síðani aftur
til Amerika og virka saman við
D. L. Moody, sum tá var byrjað-
ur sum vekingarprædikumaður
og hevði sínar longu og nógvu
fundarøðir.
Hammond hevði m. a. sjálvur
eina fundarøð í Norðanlondum í
1880. Tá var tað at hann hitti
svensku drotningina, Sofie, sum
var ein trúgvandi kvinna og sum
beyð honum heim til teirra.
Serstøk løta í
urtagarðinum
Sum so mong onnur, so hevði
Edward P. Hammond eitt inniligt
ynski um at kunna vitja støðini í
Ísrael har frelsarin gekk. Hetta
gjørdist honum so møguligt í
1866 tá hann eftir eina vitjan í
Europa fekk høvi at fara til
Egyptaland og Ísraels. Tann 35
ára gamli Edward P. Hammond
var tá ein nýgiftur maður.
Vitjan hansara í Getsemane
urtagarði hevði ómetiliga stórt
árin á Edward, sum gekk har í
urtagarðinum ímyndandi sær
Jesus, sum í angist og sálarkvøld
síni sveittaði so, at tað vóru eins
og blóðsdropar, ið fullu til jarðar.
Hann sá fyri sær lærisveinar
Jesusar, sum flýggja yvir háls og
herðar og svíkja leiðara teirra í
hesi so avgerandi løtu, tá ið
fíggindarnir taka Jesus og føra
hann bundnan burtur.
Alt hetta aldi fram í hjarta
Edward P. Hammonds gróðrar-
líkindi fyri sanginum um Jesus í
Getsemane, ið hann skrivaði eftir
hesa vitjan í urtagarðinum - ein
sangur, ið hevur hevur havt ein
sjáldsama talandi og livandi
boðskap til allar tíðir síðani tann
dag hann skrivaði sangin
Edward Hammond endar sang
sín við hesi bøn til frelsaran:
Og um tú kaldan síggja skalt,
á Harri, kærleik mín,
tá minn meg á Getsemane
og kvøld og sveitta tín.
Hesin sangurin hjá Edward P.
Hammond verður nógv sungin
her á oyggjunum og hvørja ferð
eg havi verið í Ísrael við føroysk-
um ferðaløgum, er tað ein ser-
støk andaktsløta í urtagarðinum
tá ið vit saman syngja sangin
"Hin tíma í Getsemane eg aldri
gloyma kann".
Hóast so mong ár síðani so
sálarbardagi Jesusar fór fram, er
tað eins og andi Gud dregur hesa
hendingina so nær so at tú eins
og hoyrir hann biðja tráliga í
fjarløgu.
Páskareggini hava
verið kend leingi, men
ikki fyrrenn fyrst í
farnu øld komu
sjokolátu-eggini fram
PÁSKASIÐIR
Snorri Brend
Fyri 100 til 150 árum síðani
kendi ein eisini til páskaregg í
Danmark. Ikki sum sjokolátu-,
sukur- ella sum konfektegg, men
sum vanlig høsnaregg.
Hesi kundu tó verða kókað við
ymiskum litevnum úr natúruni –
t.d. skalinum av leykum og
síðani litaði enn meiri. Ein kundi
eisini lita tey við at skava í
skalið á teim litaðu eggunum,
ella við at tekna mynstur í,
áðrenn tey vórðu løgd í litbað.
Vælsignað egg
Nøkur av teimum elstu donsku
páskareggunum er helst tey, sum
verða nevnd í bókini "Jammers-
minde" eftir Leonora Christine.
Her sigur hon frá, at hon býtti
um litað egg við ein fanga so
langt aftur sum í 1667. Men
frammanundan hesum eru eisini
tekin um, at eggini høvdu
týdning.
Í miðøldini veit ein fyri vist, at
litaði egg vórðu brúkt í hábærs-
ligum umhvørvum, og eisini í
Danmark veit ein um signing av
mati, eins og gjørt hevur verið í
øðrum londum.
Við hesi matsigningina syrgdi
presturin fyri at vælsigna mat-
vørurnar, m.a. eggini, í samband
við páskini.
Sangur fyri eggum
Á mongum gørðum fingu tæn-
astudreingirnir og -genturnar eitt
ávíst tal av eggum, sum tey
kundu brúka til ymisk endamál.
Tey kundu t.d. spæla við
eggini, geva tey burtur – ella
snøgt sagt eta tey. Í bóndasam-
felagnum vóru eggini mett sum
ein delikatessa.
Fram móti páskum kundi ein tí
síggja børn ganga runt og
"syngja fyri eggunum", fyri at
savna inn páskaregg til at spæla
við um høgtíðina.
Tað er fyrst tey seinastu 70 til
80 árini at páskaregg úr sjoko-
látu er vorðin ogn hjá fólki.
Seinast í 1800’talinum brúktu tey
eisini sukuregg.
Elska eggið
Tey fyrstu sjokolátu-eggini komu
fram í príslistum hjá fyritøkuni
"Galle og Jessen"í 1917, men
óhugsandi er ikki at tey kunnu
vera eldri enn tað.
Sjokolátu-eggini byrjaðu at
gerast væl umtókt í 1920’unum
og serliga í 1930’unum, og komu
rættiliga fram eftir seinna
veraldarbardaga, tá søtmetið
aftur kom á marknaðin eftir
rationeringar í fleiri ár.
– Eg gloymi ei Getsemane
Presturin vælsignaði eggini
Í gomlum døgum rullaði tey eisini páskaregg – men innanveggja, sum henda myndin vísir
Hin tíma í Getsemane
Hin tíma í Getsemane,
eg aldri gloyma kann,
tá eg í sveitta blóðigum
fekk sjá hin Gud og mann.
Niðurlag:
Eg gloymi ei, eg gloymi ei,
eg gloymi aldri teg,
tá tú á knæ í angist lást
har í Getsemane.
Tá ið eg fór í andanum
í urtagarðin har,
eg sá hvør tungt, ið dómurin,
á Jesus lá á tær!
Í deyðans kvøl og angist tú
av øllum svikin vart,
og Harri, aldri fati eg,
hvat tá tú Harri bart.
Og um tú kaldan síggja skalt,
á Harri, kærleik mín,
tá minn meg á Getsemane
og kvøld og sveitta tín.
(Edward P. Hammond/
Victor Danielsen týddi)