Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 58 - 24. mars 2005 Presturin á Tvøroyri, Jónsvein Bech ætlar at fáa fólk at skilja týdningin av páskaboðskapinum. Tvøroyri: - Allur kristindómurin er skipaður út frá tí, sum hendi á páskum. Tí er hetta ein so sera týdningarmikil hátíð - ein aksi, sum alt melur um. - Uppgávan hjá okkum verður so at fáa sagt fólki frá hesum - at tey eisini mugu fáa eitt møti við tann livandi Jesus Kristus, sigur Jónsvein Bech. Hann hevur somuleiðis nógvar guds- tænastur um høgtíðina, og kemur runt til allar kirkjurnar í sóknini, umframt eina gudstænastu á Ellisheiminum á Tvøroyri. Skírisdag fara konfirmantarnir til altars, og tá ynskir hann eisini at tala bæði til tey ungu og teirra avvarðandi. - Eg ætli mær at brúka einføld orð til hesa gudstænastuna, so at øll kunnu fáa nakað burturúr prædikuni, sigur hann. Páskadag, sum sambært Jónsvein er høgtíðsdagurin yvir allar høgtíðsdagar, fer hann at fáa kirkjufólkið á Tvøroyri at gera tað sama, sum hann plagdi gera, tá hann var prestur á Toftum. Har gjørdu tey tað soleiðis, at áðrenn prestur las evangeliið fór kirkjufólkið á føtur og sungu, so tað rungaði í, kenda páskasálmin "Heiður tær veri". Runt sóknina Hesar fyrstu dagarnar í vikuni hevur Jónsvein fyrireikað seg til tær mongu prædikurnar um høgtíðina. Mikudagin hevði hann eina jarðarferð í Hovi. Skírisdag kl. 12 er fyrst gudstænasta í Fámjin og síðani ein gudstænasta á Ellis- heiminum á Tvøroyri kl. 16. Og kl. 18 er so gudstænasta við altargongd fyri kon- firmantum og teirra avvarðandi á Tvør- oyri. Langafríggjadag kl. 12 hevur hann gudstænastu við altargongd í Øravík. Páskadag kl. 12 hevur hann gudstænastu á Tvøroyri. 2. páskadag kl. 11 er gudstænasta í Øravík og kl. 12 í Fámjin. Eingin frívika hjá prestum Fýra av føroysku prestunum siga frá prædikuskrá sínari um høgtíðina. Onkur teirra hevur tríggjar gudstænastur ein og sama dag! PRESTAR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Gudstænastur: Hyggur tú her í blaðnum eftir listanum við gudstænastum, so sæst skilliga at prestarnir hava eina strævna viku fyri framman. Teir ynskja sum vera man at koma runt til allar kirkjurnar í teirra sókn, og tí er ofta neyðugt við fleiri gudstænastum sama dag - heilt upp í tríggjar ein slíkan dag. Summastaðni verður eisini gjørt eitt sindur burtur úr slíkar dagar, har ein fær vitjan av kórum ella fólki, ið lesur gud- røði. Vit hava tosað við fýra av prestum okkara um skránna fyri páskini. Teir eru Jóannis Fonsdal sum er prestur í Havnar kirkju, Jógvan Fríðriksson sum er prestur í Sjóvar sókn, Jákup Reinert Hansen sum er prestur á Sandi og Jónsvein Bech sum er prestur á Tvøroyri. At teir hava eina stævna viku fyri framman ber henda síðan boð um. Teir hava so ikki nakra páskaferiu! Sóknarpresturin á Gjara- nesi, Jógvan Fríðriksson hevur ongan frídag um páskirnar. Hann hevur bæði gudstænastur, hug- leiðingar í útvarpi, barnadóp og jarðarferð á skránni Gjaranes: - Hóast tað er eitt gamalt evangelium, sum vit prædika á páskum, so ynskja vit kortini, at tað skal kunna tala til menniskjuni í dag, sigur Jógvan Fríðriksson. Sóknarpresturin á Gjaranesi hevur eina rættiliga strævna viku fyri framman við andaligum tiltøkum bæði í gleði og í sorg: Hann skal bæði jarða fólk og gifta eitt par, samstundis sum hann skal fyrireika seg til tær mongu gudstænasturnar. - Eg ynski at tala soleiðis til kirkju- fólkið, at tey verða kveikt av og fyri boðskapin, soleiðis at tey sjálvi kunnu rísa upp, fara á føtur og syngja lovsang fyri páskaundrið, sigur Jógvan. Høgtíðsdagar Jógvan hevur nógvar ymiskar tænastur um høgtíðina. Tað krevst ein andalig og handa- lig fyrireiking til hvørja einastu teirra, men hetta tekur ikki mótið frá honum. - Hesir dagarnir eru høgtíðsdagar við einum ótrúligum boðskapi. Í roynd og veru selja hesir tekstirnir seg sjálvar, og tí er uppgávan at geva fólki eitt gott upp- livilsi í kirkjuni. - Sálmarnir eru eisini góðir og kendir, og tí skulu teir eisini virka við til at geva fólki eina veruliga gudstænastu, har tey møta Jesusi, sum alt jú snýr seg um, sigur hann. Jógvan er komin væl áleiðis við præ- dikum sínum, tá vit tosaðu við hann mánadagin. Og hann hevur tí á ein hátt lagt sína ætlan fyri gudstænasturnar. - Eg veit, at nógv fólk kemur í kirkju á páskum. Tí ætli eg mær ikki at leypa í krovið á teimum og eg ætli mær heldur ikki at argumentera fyri tí sum hendir á páskum. - Ynskið mítt er, at fólk verða gripin av boðskapinum og síðani kunnu lovsyngja honum, sum doyði á krossinum og reis upp fyri okkara skuld, sigur Jógvan Fríðriksson. Í gleði og sorg Páskavikan er rættiliga strævin hjá Jógvani, sum yvirlitið niðanfyri vísir: Pálmasunnudag hevði hann konfirmatión við 20 konfirmantum í Sjóvar kirkju. Mánadagin hevði hann samtalu við fólk um eina jarðarferð. Samstundis fyrireikaði hann seg til prædikurnar um páskirnar. Hann sat somuleiðis og hugsaði um innihaldið í teim hugleiðingum, hann skal hava í Útvarpinum landafríggjadag - hug- leiðingar, ið hann kallar "Endurskin úr sálardýpi". Týsdagin var hann í Havn fyri at lesa inn hesar hugleiðingar, og skuldi síðani fylgja jarðarferðini upp. Hann ætlaði sær eisini at fylgja einum kenningi av Strond- um til gravar í samkomuhúsinum Nerija av Skála. Mikudagin fyrireikaði hann seg fram- vegis til gudstænasturnar, men skuldi eisini hava eina brúðarvígslu í Selatraðar kirkju. Skírisdag eru gudstænastur á Skála kl. 11 við altargongd og á Strondum kl. 17 vð altargongd, eins og ein barnadópur er á Strondum kl. 19. Langafríggjadag er gudstænasta á Selatrað kl. 12 og seinni aftur í Oyndar- firði Helst fer hann eisini at lurta eftir hugleiðingum sínum í Útvarpinum seinnapartin. Leygardagurin er eingin kirkjulig tænasta, men fyrireikingarnar halda fram til komandi gudstænastur. Páskadag er gudstænasta kl. 11 á xx og kl. 12:10 á Strondum, har eisini ungdóms- kórið "Effata" fer at syngja. Og kl. 18 er gudstænasta í Oyndarfirði. 2. páskadag er barnavinarlig guds- tænasta á Strondum kl. 12, har Barna- kórið á Strondum fer at syngja. Jóannis Fonsdal, prestur í Havn ynskir at gera páskaboðskapin persónligan fyri kirkju- fólkið. Havn: - Fyri meg er eingin ivi um, at páskaboðskapurin er fyri meg og fyri teg - ja, fyri okkum, sigur Jóannis Fonsdal. Tá vit ringdu til hann týsdagin var hann eisini komin áleiðis við prædikum sínum um høgtíðina. Og hann hevur eitt tema, sum hann ætlar at lata ganga ígjøgnum tær fýra prædikurnar, hann skal hava um høgtíðina: - Eg ynski at peika á felagsskapin við tann upprisna Jesus, og at hesin felagsskapurin er fyri okkum øll, óansæð hvørji vit eru, sigur hann. Fýra gudstænastur Um páskirnar hevur Jóannis fýra prædikur: Pálmasunnudag hevði hann konfirmatión í Havnar kirkju. Skíriskvøld kl. 18 er hann aftur í Havnar kirkju við altargangi. Langafríggjadag kl. 12 prædikar hann í Kaldbaks kirkju. Páskadag kl. 11 hevur hann gudstæn- astu á Hvítanesi. 2. páskadag kl. 11 verður hann so aftur í Havnar kirkju. Sóknarpresturin á Sandi, Jákup Reinert Hansen hevur gudstænastu við eina missiónsviku, eins og hann á páskum verður við, tá nýtt dópsfat verður tikið í brúk í Skopun. Todnes: Sóknarpresturin á Sandoynni, Jákup Reinert Hansen hevur fimm guds- tænastur um páskirnar. Pálmasunnudag hevði hann sjey konfir- mantar í Sands kirkju. Skírisdag kl. 12 verður gudstænasta við altargangi í Dals kirkju. Henda gudstæn- astan verður hildin í sambandi við missiónsvikuna, sum er í Dali í hesum døgum. Langafríggjadag kl. 12 verður gudstæn- asta í Skopun, har eitt barn skal berast til dópin. Í samand við henda barnadópin verður eisini eitt nýtt dópsfat tikið í brúk. Hetta dópsfatið, sum er úr tini, hevur føroyski listarmaðurin, Helgi Joensen sum býr í Noregi, gjørt. Um kvøldið kl. 18 verður gudstænasta í Húsavík. Páskadag kl. 12 verður gudstænasta við altargongd á Sandi. 2. páskadag kl. 12 er gudstænasta við barnadópi og altargongd í Skálavík. Jógvan: Rís upp og lovsyng! Jóannis: Ein boðskapur fyri meg og teg Jónsvein: Grundin undir trúnni Jákup: Fimm gudstænastur – Tað gamla evangeli’ið skal eisini tala til menn- iskju í dag, sigur Jógvan Fríðriksson