mikudagur 23. mars 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 24. mars 2005
39
LISTAFRAMSÝNING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Listarligu ættarbondini smæðast
ikki burtur í eftirnavninum hjá
unga listamanninum. Men hóast
hann eisini er tónleikari, er tað
sum myndlistamann vit serliga
kenna Sámal Blak, sum miku-
dagin letur upp framsýning við
nýggjum verkum í Mentamála-
ráðnum. Umframt eina røð av
akvarellmyndum eru umleið
helvtin av myndunum málaðar á
rekavið, sum listamaðurin hevur
savnað gjøgnum longri tíð.
Borðið varð til list
– Upprunaliga ætlaði eg at gera
eitt borð við trimum góðum
rekabjálkum, eg hevði funnið í
fjøruni. Tað bleiv so ikki til
nakað beinavegin. Eg helt teir
eisini vera so ótrúliga flottar í
sær sjálvum, at eg fekk hug at
gera okkurt meir listarligt við
teir. Hugskotið til at brúka teir
sum bakgrund at mála á kom
mest sum av sær sjálvum, við
líkasum at lata rekapettini sjálvi
gera av, hvat tey skuldu blíva til,
greiðir Sámal frá. Til dømis
hevði tað eina pettið skap av
einum kópi. Hetta pettið er nú
við á framsýningini við heitinum
"Kópakonan", har høvdaskapið á
kópinum er vorðið til andlitið á
Kópakonuni.
Tað hugtakandi við hesi "reka-
listini" er at síggja, hvussu
Sámal fær lagað sítt listaliga
hugflog til skapið, áringarnar,
trævevnaðin og nátúrligu
mynstrini í rekaviðinum - og
øvut. Hetta "formatið", sum
listamaðurin nevnir tað, setur
nakrar avmarkingar fyri, hvat tú
kanst gera, men setur samstundis
uppaftur fleiri tankar í gongd
um, hvørjir møguleikar kortini
liggja fjaldir í rekaviðinum.
– Í hvørjum einasta petti liggur
ein nýggj og spennandi avbjóð-
ing, og hóast tú kanst hava tíni
hugskot frá byrjan, ber tað
sjáldan til at siga, hvat tað endar
við, tá tú veruliga byrjar at
hyggja at og arbeiða við viðin-
um, sigur Sámal, sum serliga fær
íblástur frá frumsøgnum og
ævintýrheiminum.
Listarligur uppvøkstur
Evnini at síggja eitt møguligt
listaverk í gomlum træpettum
hanga uttan iva saman við serliga
góða eygað, listamaðurin eisini
hevur fyri standmyndum, sum
hann eisini hevur roynt seg nógv
við. Aftaná studentaskúlan var
Sámal eitt skifti á høggmynda-
skúlanum "The Frink School of
Figurative Sculpture" í Stoke-on-
Trent í Onglandi, og hansara
standmyndir hava vakt ans bæði
á Ólavsøkuframsýningini og
Várframsýningini.
Sámal hevur altíð fingist vit
ymiskt listarligt í frítíðini, men
kom av álvara í gongd í tí
dynamiska listaumhvørvinum í
Heinesens húsi, har Bent Bruun
stovnaði listaverkstað fyri ung.
Harumframt hevur Sámal fingið
undirvísing í Føroyum frá
ymsum føroyskum listafólkum,
teirra millum Guðrið Poulsen,
Andreas Andreassen og Jógvan
Biskupstøð. Sámal hevur eisini
gjørt pallmyndir og skortar til
sjónleik umframt fleiri listaverk
til ymiskar fløguhúsar, sum
Plátufelagið Tutl hevur givið út.
Eitt listaverk, sum varð gjørt til
fløguna "Úr holminum", er við á
framsýningini í Mentamála-
ráðnum.
- Jú, eg havi fingist við nógv
ymiskt listarligt, og alt hevur tað
uttan iva havt sína ávirkan
onkusvegna. Men tað er ivasamt,
hvat tað hevði blivið til uttan
stuðulin og íblásturin frá familj-
uni, har mestsum øll eru sera
virkin í tí tónlistarliga umhvørv-
inum, sigur Sámal.
Framsýningin hjá Sámali letur
upp mikudagin 23. mars kl. 15,
har pápin Kristian Blak og
beiggin Mikael Blak eisini spæla
tónleik.
Framsýningin er opin fram til
30. juni.
Hugtakandi »Rekalist«
Tað finst neyvan nakað heiti fyri forvitnisligu listaverkini, sum ungi
listamaðurin Sámal Blak sýnir fram í Mentamálaráðnum komandi
mánaðirnar. Men nýskapandi er tað í øllum førum, tá Sámal fær gomul
rekapetti at spæla saman við máling og íblástri úr frumsøgnum
Pápin Kristian fer at
seta tónleikaligan dám
á, tá framsýningin hjá
Sámali Blak letur upp
Mikudagin fer ungi listamaðurin Sámal Blak millum annað at sýna nøkur
sera forvitnislig listaverk úr rekaviði fram í Mentamálaráðnum