Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 44

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 58 - 24. mars 2005 Kunngerð um framløgu av broytingaruppskotum í býarskipan og byggisamtykt fyri Gøtu kommunu Við heimild í løgtingslóg nr.13 frá 21.mai 1954 við seinri broytingum hevur kommunustýrið á fundi tann 21. mars 2005 samtykt at gera broytingar í býarskipanini og byggisamtyktini fyr Gøtu kommunu. Broytingarnar eru : Í Norðagøtu verður partur av verandi vinnuøkinum í Gøtu- dali og partur av matr. nr. 196 a og matr. nr. 51 a, Norðagøtu lagt út til eitt serstakt C1 øki til vinnu- og miðstaðarendamál. C 1 økið fær í byggisamtyktini hesar ásetingar : 1) Økið verður lagt av til vinnu-, handlar og skrivstovuhølir. 2) Bygningar kunnu í mesta lagi vera í 5 hæddum. Kjallarahædd verður roknað við,um loftið er meiri enn 1,0 m yvir hægsta jørðildi,mált av lendi í náttúrligari legu við húsahorn. 3) Byggistigið má ikki fara upp um 0,5. 4) Nettonýtingarstigið má ikki fara upp um 1,0. Í Syðrugøtu : verður eitt øki merkt B1 av matr. nr. 215 a, Syðrugøtu lagt út til alternativa íbúðar- bygging. Fyri B1 øki skal støddin á grundstykkjum ikki verða minni enn 150 m2 . Byggistigið má ikki fara upp um 0,5 Nettonýtingarstigið má ikki fara upp um 1,0 Ein partur av teirri ásettu minstuvídd kann verða lagdur burturav sum felags tilhalds- og bilstøðlaøki. Broytingarnar, ið eru lýstar við litaðum kortum, hanga uppi í gongini á kommunuskrivstovuni til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingar- tíðunum frá 29. mars til og við 21. apríl 2005. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi tann 30. juni 2005. Gøtu kommuna 21.03.2005 Stuðlar til Stuðulsskipanina fyri vaksin Stuðulsskipanin fyri vaksin fevnir um alt landið, og hevur til endamáls at veita sosialpedagogiska hjálp, fylgi,eftiransan og umsorgan.Harumframt eru røkt- aruppgávur, sum eru skipaðar í samstarvi við Heimarøktina. Stuðulskipanin fyri vaksin ynskir stuðlar, ið m.a.: • kunnu arbeiða sjálvstøðugt og einsamøll í heimi brúkarans og samstundis eisini kunnu átaka sær at arbeiða í einum øki,har tað ræður um intuitión • vísa áhuga og virðing og samstundis vera pro- fessionellir • eru stuðlandi og hjálpa brúkaranum uttan at taka ábyrgdina fyri lívinum frá honum • eru sterkir - bæði til sálar og likam Søkt verður eftir stuðli/um til at arbeiða við 3 brúk- arum í búgva í Suðuroyar sunnaru helvt: Kvinna við sálarligum trupulleikum: Uppgávur- nar eru m.a.at stimbra henni í teimum dagligu upp- gávunum í heiminum og at fáa ein innihaldsríkan dagligdag.Talan er um 4 tímar um vikuna. Kvinna við Scelerosu: Uppgávurnar eru m.a. at stimbra henni í teimum dagligu uppgávunum í heiminum og at fáa ein innihaldsríkan dagligdag. Tímatalið er ikki ásett enn. Maður - menningartarnaður: Uppgávurnar eru m.a. at stimbra honum í gerandisdegnum og at fáa ein innihaldsríkan dagligdag. Talan er um 4 tímar um vikuna. Ynskiligt hevði verið at fingið ein stuðul til allar upp- gávurnar. Tó er møguleiki fyri at søkja tey einstøku størvini hvør sær. Førleikakrøv: Umsøkjarar ið hava útbúging sum pedagogar, tera- peutar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar hava fyrimun til hesi størv. Hvat viðvíkur øðrum útbúgvingum, sum primært ikki eru ætlaðar til arbeiði innan almanna- og heilsu- økið, verður víst til hjálparfólkasáttmálan hjá peda- gogfelagum. Lønar- og setunartreytir: Talan er um størv innan Heimarøktina og Serfor- sorgina og roknast má við, arbeiðstíðirnar av og á eru skiftandi dag-, kvøld, og vikuskiftisarbeiði. Løn sambært áðurnevndu yrkisfeløgum og Fíggjar- málaráðið. Nærri fæst at vita hjá serráðgeva, Odu Johansdóttir, ella Fía Jespersen, tlf: 344020. Umsóknarfreist til hesi størv er 6. apríl 2005. Umsóknir saman við útbúgving, royndum og møguligum viðmælum, skulu sendast til: Stuðulsskipanin fyri vaksin ums. suðuroyar sunnara helvt Løkjatún 1, F0 -160 Argir Tlf. 354020 - Telefax 354021 Heimarøktin og Serforsorgin Suðuroy Nólsoyar Fornminnisfelag Hevur aðalfund við Brunn sunnudagin 3. apríl 2005 kl. 16.00. Skrá sambært lógina. Nevndin Handil til sølu Í Vesturbýnum um nøktandi boð fæst. 3-4 ársverk. Skriva til Sosalurin, Box 76, 110 Tórshavn Bill. mrk. 0055 Lærlingur Søkt verður eftir einum lærlingi til Málingahandilin í J. C. Svabosgøtu og einum lærlingi til málinga- deildina í Vøruhúsinum á Hjalla. Arbeiði umfatar sølu av máling og málingatilfari o.l. Eru spurningar, kunnu tygum ringja tlf. 342500. Skrivlig umsókn í seinasta lagi 4. apríl 2005 at sendast til: Postboks 1019 110 Tórshavn Toyota Avensis til sølu 2.0 turbo Diesel. Árg. 28. febr. 2001. Sera væl hildin. Sær gott út. Eitt sett av sportfelgum fylgir við. Prísur kr. 160.000. Tlf. 424185, 332452 ella 282375 Handils/skrivstovu høli til leigu í Havn Hølini sum eru í veghædd eru umleið 170 fermetrar til støddar. Ring tlf. 221577