mikudagur 30. mars 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 59 - 30. mars 2005
Høgni Zacharias-
sen stútaði einasta
málið í uppgerð,
har tað var langt
millum uppløgdu
málmøguleikarnar
VB-ÍF
Jóannes Hansen
Myndin var tann sama 2.
páskadag á Vágseiði,
sum hon hevði verið
eina stóra viku framm-
anundan.
Vágbingar
fóru enn eina ferð vón-
brotnir til hús, eftir at
eitt av liðunum, sum teir
av góðum grundum hava
roknað við at skula
vinna
á
heimavølli
ímóti, hevði tikið alt. Og
sjálvandi stórfegnaðust
fuglfirðingarnir, tá ið
teir í góðveðrinum fóru
norður aftur um Suður-
oyarfjørð at fyrireika seg
til fyrsta heimadystin, ið
verður ímóti GÍ, sum teir
nú hyggja niður á á
støðutalvuni!
Kanska onkur veit um,
at ÍF í landskappingin
hevur vunnið á Vágseiði.
Í skrivandi løtu kunnu
vit ikki vísa á tað árið.
Petur Simonsen hevði
tveir av veteranunum við
til Vágs, sum ikki vóru
har suðuri næstsíðsta
sunnudag.
Magni
á
Lakjuni og Bartal Elia-
sen vóru eftir ávikavíst
sjúkralegu og knæskaða
tøkir aftur. Men ÍF venj-
arin valdi at halda seg til
gomlu vendingina um, at
eitt lið, sum hevur vunn-
ið, skal ikki brotast.
Magni og Bartal vóru
á beinkinum, og teir
vórðu ikki settir á vøllin
fyrrenn í 2. hálvleiki.
Fáir møguleikar
Lotið var ikki so ógvus-
ligt, men tað ávirkaði
eitt sindur. ÍF hevði lotið
ímóti í 1. hálvleiki, og tá
høvdu teir betri taka á
samanspælinum,
enn
teir høvdu eftir steðgin.
ÍF hevði ilt við at spæla
seg til upplagdar mál-
møguleikar,
og
tað
høvdu teir á heimaliðn-
um eisini. Allan Joensen
í ÍF málinum, og super
veteranurin
Bjarni
Johansen í VB málinum
vóru ikki ovbyrðaðir av
arbeiði.
Á sentrala VB mið-
vøllinum vísti Milan
Culic enn eina ferð, at
hann er ein tann besti -
um ikki tann besti - mið-
vallarin í føroysku kapp-
ingini. Hjá ÍF hevði
Símun Eliasen upp-gáv-
una at taka sær av lykla-
spælaranum hjá VB. Hin
sentrali miðvallarin hjá
ÍF var Høgni Zacharias-
sen, og tað var júst hann,
sum tá ið eitt lítið korter
var farið av seinna um-
farinum, skoraði einasta
málið. Long frísparks-
sending varð løgd inn í
VB
brotsteigin,
og
Høgni snittaði við høvd-
inum bóltin inn um
Bjarna Johansen.
Tá ið ÍF var komið
framum, tóktist tað sum
um, at uppspælið hjá
teimum mest sum datt
burtur. Roynt varð at
leggja langar sendingar
fram til Bartal Eliasen
og Magna á Lakjuni,
men tað spurdust ikki
møguleikar burturúr. VB
royndi at leggja trýst á.
Eftir steðgin høvdu teir
sett veteranin Jón Paula
Olsen inn, men tað segði
tað sama. Vágbingar
góvu til kennar, at teir
vóru misnøgdir við, at
dómarin ikki bríkslaði
fyri brotssparki ímóti
fuglfirðingum. Men tað
var dómarin ikki samdur
við teimum í, og so fóru
øll stigini av Eiðinum og
norður til Fuglafirðar.
ÍF venjarin hevði
vónað, at tað skuldi
bera til tvær ferðir at
fáa fult í Vági, men
hann ásannar, at
hann ikki roknaði
tað sannlíkt
ÍF VENJARIN
Jóannes Hansen
ÍF venjarin ásannar, at
hann
og
hansara
eru
ovurfegnir um, at tað
eydnaðist bæði at vinna
sess í fjórðings finaluni í
steypakappingini og trý
stig í landskappingini í
Vági.
– Eg hevði sjálvandi
vónað, at tað skuldi bera
til, men eg ásanni, at tað
var optimistiskt, tí ÍF plag-
ar at hava torførar dystir í
Vági. Men spælararnir
skulu hava rós fyri, at teir
stríddust væl, og at teir
bæði megnaðu at halda
tætt í verjuni, og at teir
megnaðu at skora málið,
sum
var
so
sera
týdningarmikið.
Ert
tú
nøgdur
við
avrikið?
– Tað sigur seg sjálvt.
Spælararnir hava loyst tær
báðar uppgávurnar, sum
stóðu fyri framman undan
fyrru ferðini til Vágs, til
fulnar. Um eg skal seta
fingurin á okkurt, so skal
tað vera, at vit vóru ikki
nóg dugnaligir at halda
fram at spæla, tá ið vit
vóru komnir framum 1-0.
Tá kendist tað sum um, at
vit fóru at sparka meiri og
spæla minni, og tað gjørdi
uppgávuna hjá okkum
síðsta
hálva
tíman
torførari, enn hon longu
frammanundan var. Men
tíbetur spældi tað væl av,
staðfestir Petur Simonsen.
VB-ÍF 0-1 (0-0):
ÍF aftur fult í Vági
Venjarin harmast
um, at tað í tveimum
uppgerðum ímóti ÍF
ikki hevur eydnast at
fáa hol á málskjót-
ingina, og at nýggi
álopsspælarin ikki
sleppur at spæla við
VB VENJARIN
Jóannes Hansen
Vágbingar hava ein stóran
trupulleika. Hann er, at
teir ikki fáa mál. Tað stað-
festir venjarin John Chris-
tensen, eftir at VB í tveim-
um uppgerðum ímóti ÍF –
fyrst í steypakappingini og
so í landskappingini – ikki
hevur megnað at spæla seg
til stórar møguleikar og at
skjóta mál í tveimum dyst-
um á heimavølli.
– Vit eiga ein spæla,
sum eitur Nenad Zivano-
vic. Hann er keyptur
henda vegin fyri at spæla í
álopinum og harvið vón-
andi at gera mál. Men
loyvini hjá honum eru ikki
í lagi, og tað er spell.
Verður hann við í Klaks-
vík?
– Eg dugi ikki at siga
tær, men vit vóna tað,
sjálvt um tað í løtuni einki
vist er at siga um hetta.
Hví fáa vit ikki mál?
– Tað er ein góður
spurningur. Eg eri nøgdur
við, at tað eydnaðist okk-
um so at siga at halda
teimum burtur frá møgu-
leikum. Men vit megna
ikki at spæla okkum til
møguleikar. Tað er ein
veruleiki, at fleiri av spæl-
arunum eru nýggir á besta
liðnum, og tað tekur sína
tíð at spæla ungar menn
inn á liðið og at fáa
fremmandar
menn
og
føroyingar at spæla sam-
an. Men vit mugu arbeiða
við at betra um uppspælið
og royndirnar ímóti málin-
um, staðfestir John Chris-
tensen, venjari hjá VB.
Petur var ovurfegin
VB er mitt í ættarliðsskifti
Símun Eliasen hevði til uppgávu at ansa spælskiparanum hjá VB, Milan Culic, og hetta
eydnaðist somikið væl, at ÍF fyri aðru ferð innan í góða viku fekk fult í Vági
Mynd: Áki Bertholdsen
VB-ÍF 0-1 (0-0)
0-1: Høgni Zachariassen 58.
Dómari: Birgir Sondum
VB: Bjarni Johansen - Mortan úr Hørg, Anders
Sørensen, Michael í Lágabø, Kári í Lágabø -
Eyðstein í Lágabø (Jón Pauli Olsen, 46.), Evrad Ble,
Milan Culic, Símun Samuelsen - Sigmund Mikkelsen
(Poul N. Poulsen, 55.), Dan Djurhuus
Gult kort: Evrad Ble og Símun Samuelsen
ÍF: Allan Joensen - Eyðolvur R. Petersen, Poul
Ennigarð, John Thomsen, Fritleif í Lambanum -
Hanus Eliasen, Símun Eliasen, Høgni Zachariassen,
Rúni Elttør (Atli Petersen, 90.) - Sylla Amed Davy
(Magni á Lakjuni, 60.), Gunnar Nielsen (Bartal
Eliasen, 78.)
Gult kort: Bartal Eliasen og John Thomsen
FAKTA UM DYSTIN