Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 59 - 30. mars 2005 Eftir at hava leikt teir tríggjar truplastu dystirnar, er Írland framvegis oddalið í okkara HM-undan- kappingarbólki HM-FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Leygardagin var hópur av landsliðsfótbólti á skránni kring alt Europa, og aftur mikukvøldið eru nógvir dystir, sum skulu avgreið- ast. Úr einum føroyskum sjónarhorni er kanska mest áhugavert, hvussu støðan í okkara bólki skikkar sær, og her kann helst staðfest- ast, at higartil eru tað írar, sum eru best fyri. Talan er tó um at kalla javnstøðu, har Írland, Frakland og Sveis øll hava níggju stig fyri fimm dystir, og har Ísrael hevur seks stig fyri fýra dystir, og í so máta er einki avgjørt. Men eftir at teir hava leikt útidystir móti øllum hinum oddaliðunum, mugu írar sigast at vera teir, sum standa við bestu kortunum. Leygardagin var enntá um reppið, at teir fóru avstað við øllum í útidyst- unum móti Ísrael, efrir at Clinton Morrison tíðliga hevði lagt írar framum. Í evstu løtu eydnaðist tó vert- unum at javna, soleiðis at teir framvegis halda støð- una sum ósigraðir. Hjá fraklendingum kom tað helst illa við, at teir á heimavølli aftur máttu taka til takkar við javnleiki. Hesaferð við 0-0 móti grannunum úr Sveis. Hjá grannum okkara í norðanlondum var nakað misjavnt, hvussu páskirnar hilnaðust. Danir vunnu væntaða 3-0 sigurin á Kasakhstan, tá annars útskeldaði Peter Møller stóð fyri tveimum av málunum, og á útivølli gjørdi Svøríki bart við einum 3-0 sigri á Bulgaria. Finnar vóru um reppið at skapa eina hálva sensatión, tá teir komu upp á 3-3 í útidystinum móti Kekkia, men bara tríggjar minuttir fyri leiklok eydnaðist kekk- um at avgera dystin til egn- an fyrimun. Ísland var á vitjan í Kroatia, og her gjørdist tal- an um greiðan 4-0 sigur til heimaliðið. Og mikukvøldið verða so aftur dystir á skránni. Tá hevur Danmark sera trupl- an útidyst móti Ukraina, og í okkara bólki verður spennandi at vita, hvussu leikur fer, tá Frakland kemur á vitjan í Ísrael. Úrslitini leygardagin Bólkur 1 Armenia-Andorra 2-1 (1-0) Kekkia-Finnland 4-3 (2-0) Rumenia-Holland 0-2 (0-1) Bólkur 2 Georgia-Grikkaland 1-3 (1- 2) Turkaland-Albania 2-0 (2- 0) Danmark-Kasakhstan 3-0 (2-0) Bólkur 3 Estland-Slovakia 1-2 (0-0) Liektenstein-Russland 1-2 (1-2) Bólkur 4 Ísrael-Írland 1-1 (0-1) Frakland-Sveis Bólkur 5 Italia-Skotland 2-0 (1-0) Bólkur 6 Ongland-Norðurírland 4-0 (0-0) Wales-Eysturríki 0-2 (0-0) Póland-Aserbadjan 8-0 (3- 0) Bólkur 7 Belgia-Bosnia-Herse- govina 4-1 (2-1) Bólkur 8 Bulgaria-Svøríki 0-3 (0-1) Kroatia-Ísland 4-0 (3-0) Dystir mikukvøldið Bólkur 1 Andorra-Kekkia Makedonia-Rumenia Holland-Armenia Bólkur 2 Ukraina-Danmark Georgia-Turkaland Grikkaland-Albania Bólkur 3 Estland-Russland Letland-Luksemburg Slovakia-Portugal Bólkur 4 Sveis-Cypros Ísrael-Frakland Bólkur 5 Moldova-Noreg Slovenia-Hvítarussland Bólkur 6 Póland-Norðurírland Eysturríki-Wales Ongland-Aserbadjan Bólkur 7 Bosnia-Hersegovina-Litava San Marino-Belgia Serbia & Montenegro- Spania Bólkur 8 Kroatia-Malta Ungarn-Bulgaria HM-undankappingin 2006 Bólkur 1 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Holland 5 4 - 1 - 0 12 3 9 13 2 Kekkia 5 4 - 0 - 1 10 5 5 12 3 Rumenia 6 3 - 1 - 2 10 7 3 10 4 Finnland 6 3 - 0 - 3 13 10 3 9 5 Makedonia 6 1 - 2 - 3 6 7 -1 5 6 Armenia 6 1 - 1 - 4 4 13 -9 4 7 Andorra 6 1 - 1 - 4 3 13 -10 4 Bólkur 2 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Ukraina 6 4 - 2 - 0 11 3 8 14 2 Grikkaland 6 3 - 2 - 1 10 6 4 11 3 Danmark 6 2 - 3 - 1 10 6 4 9 4 Turkaland 6 2 - 3 - 1 8 5 3 9 5 Albania 6 2 - 0 - 4 3 9 -6 6 6 Georgia 5 1 - 2 - 2 6 8 -2 5 7 Kasakhstan 5 0 - 0 - 5 2 13 -11 0 Bólkur 3 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Portugal 5 4 - 1 - 0 20 3 17 13 2 Slovakia 5 4 - 1 - 0 17 4 13 13 3 Russland 5 3 - 1 - 1 12 9 3 10 4 Letland 5 2 - 1 - 2 10 12 -2 7 5 Estland 6 2 - 1 - 3 9 13 -4 7 6 Liektenstein 6 1 - 1 - 4 9 16 -7 4 7 Luksemburg 6 0 - 0 - 6 4 24 -20 0 Bólkur 4 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Írland 5 2 - 3 - 0 7 2 5 9 2 Frakland 5 2 - 3 - 0 4 0 4 9 3 Ísrael 5 2 - 3 - 0 7 5 2 9 4 Sveis 4 1 - 3 - 0 9 3 6 6 5 Cypros 5 0 - 1 - 4 4 11 -7 1 6 Føroyar 5 0 - 1 - 4 2 12 -10 1 Bólkur 5 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Italia 5 4 - 0 - 1 9 5 4 12 2 Noreg 4 2 - 1 - 1 6 3 3 7 3 Slovenia 4 2 - 1 - 1 4 3 1 7 4 Hv.russland 3 1 - 1 - 1 8 5 3 4 5 Skotland 4 0 - 2 - 2 1 4 -3 2 6 Moldova 4 0 - 1 - 3 1 9 -8 1 Bólkur 6 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Ongland 5 4 - 1 - 0 11 3 8 13 2 Póland 5 4 - 0 - 1 18 5 13 12 3 Eysturríki 5 2 - 2 - 1 10 8 2 8 4 No. Írland 5 0 - 3 - 2 5 12 -7 3 5 Wales 5 0 - 2 - 3 5 10 -5 2 6 Aserbadjan 5 0 - 2 - 3 1 12 -11 2 Bólkur 7 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Serbia- Montenegro 4 3 - 1 - 0 10 0 10 10 2 Spania 4 2 - 2 - 0 8 1 7 8 3 Litava 4 2 - 2 - 0 6 1 5 8 4 Belgia 4 1 - 1 - 2 5 6 -1 4 5 Bosnia- Hersegovina 3 0 - 2 - 1 2 5 -3 2 6 San Marino 5 0 - 0 - 5 0 18 -18 0 Bólkur 8 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Svøríki 5 4 - 0 - 1 17 2 15 12 2 Kroatia 4 3 - 1 - 0 10 2 8 10 3 Bulgaria 4 2 - 1 - 1 9 7 2 7 4 Ungarn 4 2 - 0 - 2 5 8 -3 6 5 Ísland 5 0 - 1 - 4 4 14 -10 1 6 Malta 5 0 - 1 - 4 1 13 -12 1 Bólkavinnararnir koma beinleiðis til endaspælið. Tveir teir bestu 2'ararnir koma eisini beinleiðis víðari. Seinastu seks 2'ar- arnir spæla sínamillum play-off dystir um seinastu plássini. Støðan millum 2'ararnar verður uppgjørd eftir, hvussu hesir hava staðið seg móti nummar 1, 3, 4, 5 og 6 í sínum bólki. Gott lag á grønu oynni John O’Shea og Clinton Morrison fegnast um leiðslumálið hjá Írlandi í Tel-Aviv. Og hóast Ísrael fekk javnað, so er einki at ivast í, at lagið á írum er gott. Teir hava nú leikt úti móti Fraklandi, Sveis og Ísrael, og hava í øllum trimum førunum fingið javnleik heim við sær Mynd: Reuters