Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-30, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 59 - 30. mars 2005 Kunngerð um framløgu av broytingaruppskotum í býarskipan og byggisamtykt fyri Gøtu kommunu Við heimild í løgtingslóg nr.13 frá 21. mai 1954 við seinri broytingum hevur kommunustýrið á fundi tann 21. mars 2005 samtykt at gera broytingar í býarskipanini og byggisamtyktini fyr Gøtu kommunu. Broytingarnar eru : Í Norðagøtu verður partur av verandi vinnuøkinum í Gøtu- dali og partur av matr. nr. 196 a og matr. nr. 51 a, Norðagøtu lagt út til eitt serstakt C1 øki til vinnu- og miðstaðarendamál. C 1 økið fær í byggisamtyktini hesar ásetingar : 1) Økið verður lagt av til vinnu-, handlar og skrivstovuhølir. 2) Bygningar kunnu í mesta lagi vera í 5 hæddum. Kjallarahædd verður roknað við,um loftið er meiri enn 1,0 m yvir hægsta jørðildi,mált av lendi í náttúrligari legu við húsahorn. 3) Byggistigið má ikki fara upp um 0,5. 4) Nettonýtingarstigið má ikki fara upp um 1,0. Í Syðrugøtu : verður eitt øki merkt B1 av matr. nr. 215 a, Syðrugøtu lagt út til alternativa íbúðar- bygging. Fyri B1 øki skal støddin á grundstykkjum ikki verða minni enn 150 m2 . Byggistigið má ikki fara upp um 0,5 Nettonýtingarstigið má ikki fara upp um 1,0 Ein partur av teirri ásettu minstuvídd kann verða lagdur burturav sum felags tilhalds- og bilstøðlaøki. Broytingarnar, ið eru lýstar við litaðum kortum, hanga uppi í gongini á kommunuskrivstovuni til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingar- tíðunum frá 29. mars til og við 21. apríl 2005. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi tann 30. juni 2005. Gøtu kommuna 21.03.2005 Sosialráðgevi Eitt starv sum avloysari fyri sosialrágeva í farloyvi er leyst at seta skjótast gjørligt og inntil 4. november 2005. Á økisdeildini í Havn arbeiða 14 fólk: 8 sosialráð- gevar, 5 málsviðgerar og deildarleiðari. Økið hjá deildini er Streymoy, Vágar, Mykines, Nólsoy, Hestur, Skúvoy og Sandoy. Starvið kann innibera ferðing. Arbeiðs- og ábyrgdarøki • at ráðgeva og vegleiða borgarum í økinum um rættindi og skyldur í sambandi við almanna- spurningar • at seta í verk fyriskipanir sambært almannalóggávuni • í serligum førum vísa áheitanum til landsum- fatandi deildirnar hjá Almannastovuni Tær sosialu fyriskipanirnar, ið økisdeildin serliga tekur sær av, eru • ymiskar fyriskipanir sambært forsorgarlógini, herundir uppihaldshjálp og stuðul til heilivág og smærri hjálpartól • persónliga viðbót til fyritíðar- og fólkapensión- istar sambært pensiónslógini • samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima • tilráðingar í sambandi við umsóknir um fyritíð- arpensiónir Førleikakrøv • sosialráðgevaraútbúgving • góður kunnleiki til EDV á brúkarastøði • góður málburður, bæði munnliga og skrivliga • góð samstarvsevni • evni til umstilling og at tola stórt arbeiðstrýst til tíðir • evni og vilja til at arbeiða tvørfakligt og í heildarloysnum Lønar- og setanarviðurskifti Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sátt- mála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmanna- felagið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðvør Mortensen, deildarleiðara á tlf. 353570. Umsóknir við avriti av prógvum o.ø. skulu send- ast Almannnastovuni, J. Broncksgøta 27, post- smoga 3096, 110 Tórshavn, í seinasta lagi 2. apríl 2005. ________________________________________ Um Almannastovuna Almannastovan er skipað við almannamiðstøðum í Tórshavn, í Suðuroy, í Eysturoy og í Norðoyggjum, har fleiri tænastur eru lagdar út á økini, soleiðis at viðskifta- fólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar. Har- umframt eru Hjálpartólamiðstøðin og aðrar lands- dekkandi serdeildir partar av Almannastovuni. Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært almannalóggávuni eins og at taka avgerðir. Almannastovan hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjar- ligu ábyrgdina av veitingum,fyriskipaðar eftir pensjóns-, dagpeninga- og forsorgarøkinum v.m. Stovnurin umsitur 800 mill. kr. og vit eru íalt 90 fólk í starvi. Lesið - so eru tit við