Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 61 - 1. apríl 2005 Landstýrismaðurin í mentamálum hevur sett advokatin Jógvan Páll Lassen í for- manssessin í stýrin- um fyri Listasavn Føroya. Vónandi verður hetta endin á stríðnum, sum alt ov leingi hevur valdað innan føroyska lista- heimin LISTASAVNIÐ Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Jógvan Páll Lassen er mað- urin, sum skal fáa Listasavn Føroya á rættkjøl aftur. Hann hevur onga listarliga útbúgving, men tað metir hann sjálvur vera eina styrki í hesum førinum. Spurdur hví júst hann er valdur til formann í stýrin- um fyri Listasavnið, svarar Jógvan Páll Lassen, at tað veit hann ikki. Og tað hevur hann heldur ikki spurt um. – Eg bleiv spurdur um eg vildi átaka mær henda for- manssessin, og eg segði ja. Meiri veit eg ikki, sigur hann. Jógvan Páll heldur ikki, at tað er neyðugt at hava stóran listarligan kunn- leika, fyri at vera nevndar- formaður í Listasavninum. – Eg eri eisini nevndar- limur í einum reiðaríi, sjálvt um eg ikki dugi at føra eitt skip, ella at orna motorin, um okkurt skuldi verið galið við honum. Uppgávan hjá mær á Lista- savninum verður at leiða, og líkasum fáa tað heila at rigga aftur. Eg fari ikki at blanda meg í málningarnar og listina sum so, svarar Jógvan Páll. Listarliga ólærdur Fríggjadagin er fyrsti ar- beiðsdagur hjá nýggja for- manninum fyri stýrið á Listasavnið Føroya, Jógv- ani Páll Lassen. Listasavnið hevur leingið ligið í hørð- um stríðið, og 12 av fremstu listarfólkum okk- ara hava, sum mótmæli, tikið seg úr Listafelagnum. Orsøkin er at nýggi leiðarin av savninum, Helgi Fossá- dal, ikki er listarliga lærdur. Spurdur um tað ikki kann tykjast sum eina provoka- tión, at ein advokatur, held- ur enn ein listarliga lærdur persónur, nú er settur at fáa alt á rættkjøl aftur, svarar Jógvan Páll, at tað heldur hann ikki. Tvørturímóti sær hann tað sum ein fyrimun, at hann ikki hevur nakra sterka meining um stríðið. – Eg veit lítið meiri um hatta stríðið enn tað, sum eg havi lisið í bløðunum. Eg kenni einki til balladuna aftanfyri, og tí kann eg koma inn, púra óheftur, og síggja málið við nýggjum eygum, sigur hann. Hann sigur seg kenna fólkini í stríðnum at navni, men hann veit enn ikki heilt júst hvussu øll tingini hanga saman. Tað fyrsta hann tí fer at gera, verður at práta við øll fólkini, sum eru innblandað, og gera sær sína egnu meting, eftir at hava hoyrt allar síðurnar av málinum. Enn hevur navnframi advokaturin tó ikki gjørt sær nakra ætlan um, hvussu trupla málið skal taklast. – Eg havi júst fingið við- tøkurnar fyri stýrið, so eg havi ikki fingið stundir at hugsa um hvussu hetta skal loysast, sigur Jógvan Páll. Tey farnu eru farin Jógvan Páll sigur seg ikki hava ætlanir um at royna at sameina spjøddu limirnar í listasavninum aftur. – Vit liva í einum fríum landi, og tey hava rætt at gera júst sum teimum lystir, og sum tey meta vera best, so leingi tað er lógligt, sjálvandi. Og tey skulu hava loyvi at hava sína hugsan um tingini. Halda tey tað vera frægast at vera verandi uttanfyri listasavn- ið, so mugu tey gjarna tað fyri mær. Eg fari líka so lítið at leggja eftir teimum, sum eg fari at leggja eftir fólki, við ávísum politisk- um ella religiøsum mein- ingum, sigur Jógvan Páll Lassen. Hann vónar tó, at tey, sum herfyri tóku seg úr Listafelagnum, ikki fara at boykotta Listaskálan, hóast tey ikki eru heilt samd við stýrið. – Listaskálin er eitt dei- ligt hús, og eg vóni veruliga at eisini tey fara at gera sær dælt av honum. Listaskálin er jú bert ein av karmunum, og húsið hevur so onga skuld í stríðnum, sum hevur tikið seg upp. Vónandi kunnu vit standa sterk um hann, hóast ósemjur eru á øðrum økjum, heldur nýggi formaðurin. Fríggjadagin tekur Jógv- an Páll Lassen við starv- inum, og tað fyrsta hann fer at gera verður at kanna hvussu landið liggur. – Eg fari at kanna status quo, altso hvussu støðan er beint nú. Og so taki eg komandi avgerðir harfrá, staðfestir Jógvan Páll at enda. Einki tíðarskeið er sett á formanssessin í stýrinum fyri Listasavnið, og Jógvan Páll Lassen verður tí sitandi sum formaður, inntil hann verður koyrdur frá ella velur at siga seg úr sessin- um aftur. Móttøka Tann 1. apríl hevur Samskip verið eitt ár í Føroyum. Í hesum sambandi bjóða vit til móttøku á skrivstovu okkara Yviri við Strond 23 í Havn. Móttøkan verður fríggjadagin hin 1. apríl kl. 15.00 til 18.00 STEPHANSSONS HÚS Loysnin á stríðnum í Listasavninum: Jógvan Páll nýggjur formaður Fríggjadagin tekur Jógvan Páll Lassen við formans- sessinum í stýrinum fyri Listasavn Føroya. At hann ikki er listarliga lærdur sær hann í hesum førinum bert sum ein fyrimun savnsmynd