fríggjadagur 1. apríl 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 61 - 1. apríl 2005
Flogfeløg hava trupulleikar
Hørð kapping, ov stórt útboð og dýrt brennievni gera,
at nógv flogfeløg hava ilt við at fáa endarnar at røkka
saman.
Trupulleikarnir eru serliga stórir í USA. Herfyri
noyddist American Airlines at hækka ferðaseðla-
prísirnar fyri at bøta eitt sindur um raksturin, men
stjórin, Gerard Aprey, sigur, at tað átti felagið at havt
gjøt fyri hálvum øðrum ári síðani. Hann sigur, at tað
dýra brennievnið fer at kosta felagnum 1,4 milliard
dollarar meiri í ár enn í fjør, heldur oljuprísurin sær, og
hesum hevur felagið ikki lagt upp fyri, sigur hann.
Ein annar trupulleiki hjá teimum amerikonsku flog-
feløgunum er, at tey skylda meiri enn teirra evropeisku
kappingarneytar, og harafturat hevur tað víst seg at
vera at kalla vónleyst hjá feløgunum at fáa starvs-
fólkini at góðtaka sparingar.
Ónæriligur dómari
Svenska løgreglan fer fyrsta dagin at avhoyra ein av
dómarunum í Hægstarætti, tí løgreglan vil vera við, at
dómarin hevur brotið lógina, sum bannar fólki at keypa
sær tað, sum løgreglan kallar "kynsligar tænastur".
Sambært blaðnum Expressen bleiv ólevnaðurin hjá
dómaranum avdúkaður, tá løgreglan kannaði eitt annað
mál. Í tí málinum hevði ein 30 ára gamal maður
meldað ein ungan skúladrong fyri stuldur. Tá løgreglan
kannaði málið, kom hon eftir, at maðurin og drongurin
vóru komnir í samband við hvør annan ígjøgnum eina
heimasíðu hjá samkyndum. Tað vísti seg, at drongurin
hevði fingið pengar frá fleiri monnum aftur fyri at hava
veitt teimum "kynsligar tænastur", og tá løgreglan fór
at kanna nøvnini á monnunum, kom hon fram á navnið
á hægstarættardómaranum.
Málið er myrkalagt, men ein kelda sigur við Ex-
pressen, at málið kann vísa seg at vera tað mest álvars-
sama innan svenska rættarverkið í mong ár.
Søguligt svørð á ferð
Í august eru 700 ár liðin, síðani onglendingar avrættaðu
skotsku frælsishetjuna William Wallace, sum fleiri
munnu kennast við frá filminum "Braveheart", sum
Mel Gibson gjørdi í 1995 við sær sjálvum sum
høvuðsleikara.
Í tí sambandi hava myndugleikarnir í Stirling í
Skotlandi gjørt av, at svørðið hjá William Wallace kann
sýnast fram á einum hátíðarhaldi, sum verður í New
York í næstu viku. Hetta er fyrstu ferð, at skotar eru
gingnir við til at lata tann søguliga dýrgripin fara av
landinum.
Svørðið, sum er úr stáli, er 1,52 metur langt og vigar
2,7 kilo. Tað er ímillum lutirnar, sum eru á savninum
Wallace Monument, sum stendur á staðnum, har
William Wallace og menn hansara vunnu á
onglendingum í bardaganum um Stirling Bridge í
1297. Áðrenn svørðið kom hagar, hevði tað verið á
borgini Dumbarton Castle í 600 ár.
Kommunu-stríð
Avgerðin hjá donsku stjórnini at leggja kommunurnar
saman í størri eindir hevur elvt til øði í kommununi
Værløse á Sælandi, tí har vilja fólk ikki hoyra talan um,
at kommunan skal leggjast saman við grannakomm-
ununi Farum.
Støðan hevði ivaleyst verið øðrvísi, um Værløse
skuldi leggjast saman við onkrari aðrari granna-
kommunu, men trupulleikin við Farum er, at tann
kommunan skyldar meiri enn tríggjar milliardir krónur,
og ta skuldina ætla fólk í Værløse sær ikki at gjalda.
Tey hava tí kravt, at Lars Løkke Rasmussen,
innanríkisráðharri, skal broyta avgerðina, so Værløse
framvegis verður ein sjálvstøðug kommuna, men tað
vil ráðharrin ikki. Ístaðin fyri hevur hann sagt, at
borgararnir í Værløse og Farum kunnu fáa tvey ymisk
skattaprosent.
Men tað vil býráðið í Værløse ikki góðtaka, og tað
hevur nú fingið eina sakførarafrágreiðing, sum sigur,
at tað er ólógligt at noyða tvær kommunur at leggja
saman. Um tað er nóg mikið til at fá ráðharran at
broyta støðu er ein onnur søga.
ÚTLANDIÐ
Flóðalduserfrøðingar
duga ikki at skilja, hví
tann harði jarð-
skjálvtin seinasta
mánadag ikki elvdi til
nakra flóðaldu
JARÐSKJÁLVTI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hvussu ber tað til, at jarð-
skjálvtin, sum bleiv máldur
til 8,7 á Richter-talvuni,
ikki elvdi til eina flóðaldu?
Tað er spurningurin, sum
altjóða viðurkendir flóð-
alduserfrøðingar seta sær
sjálvum og hvør øðrum í
hesum døgum, tí teir ivað-
ust ikki í, at skjálvtin sein-
asta mánadag fór at elva til
eina næstan líka stóra
flóðaldu sum hana annan
jóladag.
- Tað undrar meg stór-
liga, at ein so harður jarð-
skjálvti ikki elvdi til eina
flóðaldu nærhendis mið-
deplinum, sigur jarðfrøð-
ingurin og flóðalduser-
frøðingurin Robert Cessaro
á amerikanska ávaringar-
stovninum Pacific Tsunami
Warning Center á Hawaii-
oyggjunum við tíðindastov-
una AP.
Stjórin
á
stovninum,
Charles McCreery, sigur, at
ein jarðskjálvti, sum er
harðari enn 8,0 á Richter-
talvuni, elvir vanliga til
eina rættiliga stóra flóð-
aldu, og at hann og hansara
fólk væntaðu eina rættiliga
stóra flóðaldu mánadagin.
Tí ávaraði støðin á Hawaii-
oyggjunum londini við
Indiska Havið um, at ein
flóðalda kundi vera á veg.
Charles McCreery sigur
við AP, at tilburðurin mána-
dagin vísir, at enn kann
vísindin ikki siga við vissu,
nær ein jarðskjálvti undir
havbotninum kann elva til
eina flóðaldu.
Sambært týsku fregn-
rtænastuni fyrireikar
yvirgangsleiðarin
Abu Musab al-
Zarqawi álop á mál í
Evropa
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hann er eftirlýstur í Jordan,
hann er eftirlýstur í Irak, og
amerikanararnir eru sinn-
aðir at gjalda næstan 150
milliónir krónur fyri at fáa
fatur á honum, sama um
hann er livandi ella deyður.
Maðurin
eitur
Abu
Musab
al-Zarqawi,
og
amerikanararnir ivast ikki í,
at tað er hann, sum hevur
skipað fyri teimum flestu
atsóknunum at irakum og
og útlendskum hermonn-
um í Irak. Hann hevur
eisini skipað fyri fleiri
burtuflytingum og hevur
sjálvur avrættað minst ein
gísla.
Nú hóttir hann eisini
Evropa, skrivar tað viður-
kenda
týska
tíðarritið
Cicero. Blaðið hevur fingið
at vita frá einari keldu í
týsku
fregnartænastuni
BND, at al-Zarqawi fyri-
reikar eitt álop við evna-
frøðiligum vápnum.
- Vit vita, at hann arbeiðir
við málinum, sigur keldan
við Cicero.
Sambært teimum týsku
fregnartænastukeldunum
roynir al-Zaeqawi at útvega
sær evnafrøðilig vápn í
Georgia og í Norðurkauka-
sus. Keldurnar vilja vera
við, at hann hevur einar
150
viðhaldsmenn
í
Evropa, og sambært BND
hava nakrir teirra verið
virknir í týska landspartin-
um Baden-Wúrttemberg.
Nú hóttir hann Evropa
Serfrøðingar undrast á at eingin flóðalda kom
Jordanski yvirgangsmaðurin Abu Musab al-Zarqawi er ein av fremstu monnum Osama bin Ladens. Nú hóttir hann Evropa
Mynd: Reuters