fríggjadagur 1. apríl 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 61 - 1. apríl 2005
Ungdómur og
ungdómsmál í
skúlanum í
Hvalba
– Fyri páskir var
stórt ungdómstiltak
í skúlanum í Hvalba,
har rúsevni, heilsa
og trivnaður, vóru á
skránni
UNGDÓMSTILTAK
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú eitt kvøldið fyri páskir
var ungdómur og heilsa í
brennideplinum í skúlan-
um í Hvalba.
Allan dagin og um
kvøldið viðgjørdu ung,
foreldur, lærarar og ser-
køn ymisk evni, sum hava
við ungdóm, heilsu, trivn-
að og rúsevni.
Tey, sum løgdu fram,
vóru Lissi Hansen, Tór-
hild Bjarkhamar, Bjarta
Vilhelm, Jens Jensen og
Heðin Thomsen, sum
løgdu síni sjónarmið fram
Skúlin skipaði fyri evnis-
degi um heilsufremjandi
tiltøk, saman við umboð-
um fyri Landsmiðstøðina
fyri Undirvísingaramboð,
Bláa Krossi og øðrum.
Seinnapartin var til-
takið fyri lærarar og onn-
ur, sum hava tilknýti til
skúlan, og um kvøldið
fyri foreldur og eldru
næmingar skúlans.
Tað vóru Lissi Hansen
frá Landsmiðstøðini fyri
undirvísingaramboð, Tór-
hild Bjarkhamar frá Bláa
Krossi, Bjarta Vilhelm,
heilsusystir, Jens Jensen,
politistur og gamli for-
maðurin í fyribyrgingar-
ráðnum, Heðin Thomsen,
sum skipaðu fyri inni-
haldinum í hesum tiltaki.
Endamálið við tiltakin-
um var, at skúli og heim í
felag skulu stremba eftir,
at børn og ung fáa ein
tryggan, heilsugóðan og
rúsfríðan gerandisdag.
Bæði seinnapartin og
um kvøldið var tiltakið
skipað sum ein Kafé, har
luttakararnir høvdu eina
hugnaliga løtu, har teir
samstundis kundu ognað
sær vitan við at lurta eftir
teimum serkønu og seta
teimum spurningar aftur-
við einum drekkamunni.
Lagt varð fyri við stutt-
um fyrilestrum um heilsu,
rúsdrekka, royking og
narkotika. Ein spurning-
ur, sum varð umrøddur,
var hvussu vit læra ung at
seta mark fyri, hvat tey
vilja vera við til.
Síðani fóru luttakarar-
nir í bólkar, har hvør
bólkur fekk ein seðil við
ymsum spurningum, sum
skuldu vera grundarlag
undir kjaki.
Høvuðsevni var hetta:
Hvørja støðu halda tit,
foreldur eiga at hava til
rúsevni?
Lívligt kjak var við
borðini
og
bólkarnir
smæddust ikki fyri at
leggja sína niðurstøðu
fram.
Bæði næmingar, foreld-
ur og skúlin eru samd
um,at hetta var eitt gott og
gevandi tiltak.
Tað fekk góða undirtøku, tá ið skúlin í Hvalba setti ung og
heilsu á breddan ein heilan dag
Ferðaskrivstovurnar,
sum eru fyrstar at fáa
samband við kundan,
eru ein lívsneyðugur
partur av ferðavinn-
uni. Tí tað er har, tað
uppsøkjandi arbeiðið
verður gjørt. Kunn-
ingarstovur og privat-
fólk hava ikki møgu-
leika fyri at lýsa, sum
ferðaskrivstovurnar
gera, sigur stjórin á
føroyskari ferðaskriv-
stovu í Danmark
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Tað ber ikki til at hava
ferðavinnu
uttan
ferða-
skrivstovur, staðfestir Ther-
ese T. Kreutzmann, stjóri á
føroysku ferðaskrivstovuni
My Faroe í Keypmanna-
havn.
Hetta sigur hon í við-
merking til tað, sum Oda
Andreasen, produktchefur
hjá Stena Line, segði á
ferðavinnufundi í Vágum
páskaaftan, har hon legði
upp til, at heimafólkið sjálvt
skuldi fáa fatur á ferðafólki
og royna at fáa tey til sín
uttan um ferðaskrivstovur-
nar, sum fóru við ov nógv-
um pengum.
Oda Andreasen segði á
fundinum í Miðvági, at tað
er umráðandi hjá fólki í eitt
nú Vágum, at tey fáa so
nógv ferðafólk sum gjørligt
til sín uttan um ferðaskriv-
stovurnar. Hon nevndi í
hesum sambandi Mallorca
sum dømi, har hon segði at
tey stóru norðurlendsku
ferðafeløgini fara við vinn-
inginum frá teimum nógvu
túsundstals ferðafólkunum,
tey senda hagar, og at ov
lítið liggur eftir til heima-
fólkið. Fólk eiga sjálv
saman við eitt nú kunning-
arstovum
at
gera
tað
uppsøkjandi arbeiðið, sum
skal til fyri at fá ferða-
fólkini at koma til sín,
segði Oda Andreasen.
Ósamd
Therese
Turidardóttir
Kreutzmann, sum rekur
ferðaskrivstovuna My Fair í
Keypmannahavn, er púra
ósamd við Odu Andreasen í
hesi meting hennara.
– Tað er burturvið at
hugsa so, sigur Terese
Kreutzmann. Tí tað er ikki
júst fyri at hava nógvar
pengar, kunningarstovurnar
í Føroyum eru kendar. Fyri
at náa ferðafólki, har tey
búgva, og fáa tey til Føroya,
skulu nógvir lýsingarpeng-
ar brúkast. Og tað gera
ferðaskrivstovurnar, sigur
hon og vísir til, at hennara
felag í fjør brúkti hundrað-
túsundavís av krónum bara
til maknaðarføring.
Ferðaskrivstovurnar og
kunningarstovurnar
hava
hvør sína uppgávu, vísir hon
á. Ferðaskrivstovurnar fáa
fatur á ferðafólkunum og
syrgja fyri, at tey fáa hug at
koma til ferðamálið, sum
eitt nú kann vera Føroyar.
Kunningarstovurnar
eiga
hinvegin at syrgja fyri, at
tað, sum ferðafólkini koma
til, er í lagi, sigur hon.
Vørumenning
Heldur enn at fara at tosa
um at loypa ferðaskriv-
stovurnar um, og sjálvur
fara út at leita eftir ferða-
fólki, eiga tey, sum taka í
móti fremmandafólki í Før-
oyum, tað verið seg kunn-
ingarstovur, ferðaleiðarar,
gistingarhús ella onnur, at
syrgja fyri eini veruligari
vørumenning innan ferða-
vinnuna, sigur Therese T.
Kreutzmann.
– Tað er ikki tað, sigur
hon, at tey ikki gera tað,
sum er. Tí føroysk ferða-
vinnufólk gera eitt gott
arbeiði. Men tá tosað verð-
ur um at umganga ferða-
skrivstovurnar, hava fólk
helst misskilt okkurt.
Hesi fólkini, sum taka í
móti ferðafólki, hava sum
høvuðsuppgávu at syrgja
fyri, at tað, sum ferðafólkini
koma til, er í lagi. At túrurin,
sum
lýstur
er,
verður
gjørdur, tá hann er lýstur. At
umstøðurna at búgva eru
tær, sum lýst er við o.s.fr.
Tað ber ikki til, at fólk
koma langvegis frá eftir at
hava goldið fyri eitt nú ein
gongutúr um fjøll, fáa at
vita, tá tey standa klár at
fara til gongu, at túrurin er
avlýstur ella útsettur, tí
ferðaleiðarin er farin á
fleyg, ella tí, at ov fá fólk
hava teknað seg til túrin.
Slíkt er ov lítil virðing
fyri vinnuni og ikki minst
fyri tí, sum hevur goldið
fyri at koma til Føroya at
ferðast. Men tað er tíverri
so, at slíkt kemur fyri, og
tað eigur tað ikki, tí slík
framfeðr biður ikki fólk um
at koma aftur sigur Therese
T. Kreutzmann.
Ferðaskrivstovurnar
eru neyðugar
Ferðaskrivstovurnar eiga at standa fyri
marknaðarføring, og kunningarstovurnar at
taka sær av vørumenning, sigur Therese
Turidardóttir Kreutzmann, sum rekur egna
ferðaskrivstovu í Keypmannahavn
Mynd: Edvard Joensen
Fann
fingur í
matinum
Ein amerikonsk kvinna
varð skelkað, tá hon týs-
dagin setti seg niður í eini
matstovu í Kalifornia,
fyri at ein njóta ein dei-
ligan killirætt. Brádliga
hevði kvinnan ikki mat í
munninum,
men
ein
menniskjafingur.
- Tað var toppurin av
einum fingri, við allari
neglini á. Kvinnan bleiv
ógvuliga skakað, og spýði
alt fyri eitt, tá ið hon sá
hvat ið hon hevði bitið í,
segði Joy Alexiou, tals-
kvinna fyri heilsumynd-
ugleikarnir í Santa Clara.
Starvsfólkini á matstov-
uni, sum hoyrir til ketuna
Wendy’s, koyrdu tann væl
kókaða fingurin í frysti-
boksina, og ringdu síðani
eftir løgregluni og heilsu-
myndugleikunum.
Aftaná at fingrarnir hjá
starvsfólkinum vóru kann-
aðir, varð staðfest, at einki
av starvsfólkinum hevði
mist nakran fingur. Løg-
reglan tók tí fingurin við
sær, fyri at gera gjøllari
kanningar.
Løgreglan
skal
m.a.
royna at fáa eitt fingra-
merki av fingratoppinum.
Eisini verður kannað, um
fingurin møguliga kann
vera komin úr dósamati
ella aðrari hálvtilvirkaðari
vøru, sum er útvegað til
matstovuna.
Heilsumyndugleikarnir
siga at møguleikin er lítil
fyri at fingurin kann hava
veitt nakra smittu til
kvinnuna – av tí at hann
var so væl kókaður.